Fróðskaparrit - 01.01.1983, Side 70
PLANTUSÁÐTELJING I FØROYUM í 1982 OG 1983
73
týdningarmikil í juli og heldur áfram í fyrru
helvt av august (mynd 6), tá ið eisini nógv
grassáð er í luftini. Plantusáðið minkar heilt
nógv móti endanum av august. Talið av gró-
kornum av soppum er stórt allan august.
Tað eru 4 »tindar« á strikumynduni við nógv
minni av grókornum inn í millum.
Blómuplantur
Vit skulu nú líta eitt sindur av plantusáðnum
(pollen). Mongdin av sáð, ið var funnið í
1982 var 605; haraftrat 3 grókorn av javna.
Rokna vit tey týdningarmestu sløgini, fáa
vit hesi tøl í prosentum:
Grøs (Poaceae) 79.3 %
Mýrigrøs (Cyperaceae) 5.6%
Leggsýra (Rumex acetosa) 4.3 %
Jóansøku-gøtubrá (Plantago lanceolata) 2.6 %
Sólja (Ranunculus) 1.8 %
Sævar-gøtubrá (Plantago maritima) 0.7 %
Hini sløgini tilsamans 5.7%
Fyri 1983 var talið av sáði (pollen) 1273 og
tey luta seg soleiðis sundur:
Grøs (Poaceae) 68.0%
Leggsýra (Rumex acetosa) 12.8%
Mýrigrøs (Cyperaceae) 8.6%
Jóansøku-gøtubrá (Plantago lanceolata) 3.3 %
Sólja (Ranunculus) 1.7%
Sævar-gøtubrá (Plantago maritima) 1.3%
Hini sløgini tilsamans 4.3%
Úrskurður
Sum tað sæst av talvuni liggur talið av sáði
og grókornum ógvuliga lágt — millum 0,3 og
3.05 fyri hvønn m3 av luft í miðal fyri mánaðin.
Hetta er nógv minni enn t.d. í Danmark, har
talið av grassáði einsamalt liggur millum 5
og 175/m3 í juni 1983(2). Einstakar dagar var
meira til, t.d. 17/7—82vórðu 62 grassáð tald,
og tað svarar til 4.3 /m3. Aloftast er talið
minni enn 1 sáð/m3.
Savnarin stendur einar 100 metrar frá sjón-
um. Har er sostatt eitt stórt øki, sum er sjógv-
ur og einki sáð framleiðir, og má hetta sjálv-
sagt minka um nøgdina í savnaranum.
Hetta er neyvan frágreiðingin øll. Alt bend-
ir á, at framleiðslan av sáði og grókornum er
minni í Føroyum enn í teimum londum, har
kanningar av hesum slag hava verið gjørdar.
Frá teimum londum, ið hava náttúru mest
líkari okkara, íslandi og Hetlandi, eru eingi
tøl at samanbera við.
Frá kanningum av sjúklingum síðan 1977
við m.a. cutantest (húðroyndum) og í vissum
førum serligum blóðroyndum (radio allergo
sorbent test (RAST)) vita vit, at í Føroyum
er eisini væl av fólki við ovviðkvæmi fyri
grasi — serliga børn, sum ofta koma í tætt
samband við gras undir spæli og tílíkum.
Norðurlendskir læknar á fundi í Helsinki
1978 gjørdu av at brúka hesi tøl fyri gras-
sáðnøgdina í luftini: Lágt tal: 0-10/m3 í 24
timar, miðaltal: 10-30 og stórt tal: oman fyri
30. •— Um talið er lágt, eru tað bara tey mest
ovviðkvæmu, ið kenna sær nakað, men um
talið er høgt, hava allir sjúklingar sjúkueyð-
kenni (3). Eingin neyv kanning er gjørd hjá
okkum millum grassáðnøgdina og sjúkueyð-
kennini, men vit hava frásagnir frá sjúk-
lingum, nær teir hava kent seg ringast, og um
sama mundið er funnið hægri sáðtal.
Um nøgdina av sáði og grókornum í Før-
oyum er annars at viðmerkja, at í 1983 vóru
meira enn dupult so nógv sáð og grókorn
funnin sum í 1982. Henda nøgdin vil vera
ymisk ár undan ár, tí planturnar blóma