Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 70

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 70
PLANTUSÁÐTELJING I FØROYUM í 1982 OG 1983 73 týdningarmikil í juli og heldur áfram í fyrru helvt av august (mynd 6), tá ið eisini nógv grassáð er í luftini. Plantusáðið minkar heilt nógv móti endanum av august. Talið av gró- kornum av soppum er stórt allan august. Tað eru 4 »tindar« á strikumynduni við nógv minni av grókornum inn í millum. Blómuplantur Vit skulu nú líta eitt sindur av plantusáðnum (pollen). Mongdin av sáð, ið var funnið í 1982 var 605; haraftrat 3 grókorn av javna. Rokna vit tey týdningarmestu sløgini, fáa vit hesi tøl í prosentum: Grøs (Poaceae) 79.3 % Mýrigrøs (Cyperaceae) 5.6% Leggsýra (Rumex acetosa) 4.3 % Jóansøku-gøtubrá (Plantago lanceolata) 2.6 % Sólja (Ranunculus) 1.8 % Sævar-gøtubrá (Plantago maritima) 0.7 % Hini sløgini tilsamans 5.7% Fyri 1983 var talið av sáði (pollen) 1273 og tey luta seg soleiðis sundur: Grøs (Poaceae) 68.0% Leggsýra (Rumex acetosa) 12.8% Mýrigrøs (Cyperaceae) 8.6% Jóansøku-gøtubrá (Plantago lanceolata) 3.3 % Sólja (Ranunculus) 1.7% Sævar-gøtubrá (Plantago maritima) 1.3% Hini sløgini tilsamans 4.3% Úrskurður Sum tað sæst av talvuni liggur talið av sáði og grókornum ógvuliga lágt — millum 0,3 og 3.05 fyri hvønn m3 av luft í miðal fyri mánaðin. Hetta er nógv minni enn t.d. í Danmark, har talið av grassáði einsamalt liggur millum 5 og 175/m3 í juni 1983(2). Einstakar dagar var meira til, t.d. 17/7—82vórðu 62 grassáð tald, og tað svarar til 4.3 /m3. Aloftast er talið minni enn 1 sáð/m3. Savnarin stendur einar 100 metrar frá sjón- um. Har er sostatt eitt stórt øki, sum er sjógv- ur og einki sáð framleiðir, og má hetta sjálv- sagt minka um nøgdina í savnaranum. Hetta er neyvan frágreiðingin øll. Alt bend- ir á, at framleiðslan av sáði og grókornum er minni í Føroyum enn í teimum londum, har kanningar av hesum slag hava verið gjørdar. Frá teimum londum, ið hava náttúru mest líkari okkara, íslandi og Hetlandi, eru eingi tøl at samanbera við. Frá kanningum av sjúklingum síðan 1977 við m.a. cutantest (húðroyndum) og í vissum førum serligum blóðroyndum (radio allergo sorbent test (RAST)) vita vit, at í Føroyum er eisini væl av fólki við ovviðkvæmi fyri grasi — serliga børn, sum ofta koma í tætt samband við gras undir spæli og tílíkum. Norðurlendskir læknar á fundi í Helsinki 1978 gjørdu av at brúka hesi tøl fyri gras- sáðnøgdina í luftini: Lágt tal: 0-10/m3 í 24 timar, miðaltal: 10-30 og stórt tal: oman fyri 30. •— Um talið er lágt, eru tað bara tey mest ovviðkvæmu, ið kenna sær nakað, men um talið er høgt, hava allir sjúklingar sjúkueyð- kenni (3). Eingin neyv kanning er gjørd hjá okkum millum grassáðnøgdina og sjúkueyð- kennini, men vit hava frásagnir frá sjúk- lingum, nær teir hava kent seg ringast, og um sama mundið er funnið hægri sáðtal. Um nøgdina av sáði og grókornum í Før- oyum er annars at viðmerkja, at í 1983 vóru meira enn dupult so nógv sáð og grókorn funnin sum í 1982. Henda nøgdin vil vera ymisk ár undan ár, tí planturnar blóma
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.