Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 91

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 91
FRÁSAGNIR OG VIÐMERKINGAR: Føroyar í slupptíðini Frágreiðing um eina fólkalívsfrøðiliga innsavning Jóan Pauli Joensen, Andras Mortensen og Jógvan Ravnsfjall í innganginum til bókina »Færøske slupp- fiskere«, ið viðger lívið umborð á sluppun- um í tíðarskeiðinum 1900—19391, verður víst á, at tað eisini var sera umráðandi at fáa kannað b'við á landi í Føroyum í sama tíðarskeiði. Leingi hevði verið ætlað at fara undir innsavning av tilfari til hesa rannsókn2, og í 1979 varð av álvara farið undir hetta tiltak. Føroya Fornminnissavn skipaði fyri hesum rættiliga stóra innsavningararbeiði3. Byrjað varð við eini fyrireikandi innsavning várið 1979, og fyrst í desember 1979 varð spurnablaðið »Føroyar í slupptíðini« sent út. Jóan Pauli Joensen hevur staðið fyri innsavningini. Andras Mortensen, stud. mag., og Jógvan Ravnsfjall, savnvørður, hava verið hjálparmenn í innsavningararbeiðinum. Høvuðsendamálið við rannsóknini er at lýsa broytingina frá bóndasamfelag til fiski- vinnusamfelag, soleiðis at verkliga, samfelags- liga og andliga mentanin verður lýst sum ein heild. Ætlanin er at lýsa tað sum broyttist og tað sum stóð við. Rannsóknararbeiðið er ætlað at fara fram sum ein sínámillum ávirk- an av innsavning, bókmenta- og skjalanýtslu, soleiðis at nýggir spurningar alsamt verða reistir. At enda skuldi tað so borið til at tikið saman um teir spurningar, sum hava verið avgerandi fyri samfelagsligu og mentanar- ligu gongdina. í hesum fyrsta tátti av rann- sóknini verður bert sagt frá sjálvari innsavn- ingini og tí innsavnaða tilfarinum. Annar táttur verður at nýta tað innsavnaða tilfarið saman við upprunaligum skjølum, ársfrá- greiðingum, álitum, dagbókum o.ø., sum kann hava týdning fyri at lýsa tíðarskeiðið. í tíð fevnir rannsóknin frá endanum av 18. øld til 2. heimsbardaga, høvuðsdenturin verður lagdur á 20. øld. Tann fyrireikandi innsavningin Várið og summarið 1979 tosaðu vit við 45 fólk, 17 kvinnur og 28 menn, serliga á Tvør- oyri, í Vági og í Klaksvík. Heimildarfólkini vórðu vald á tann hátt, at vit spurdu okkum fyri hjá fólki, sum so vístu okkum á tey, sum vit komu at tosa við. í fyrstuni høvdu vit einki spurnablað, men skrivaðu bert okkurt upp so hissini, sum vit ætlaðu at spyrja um. Evnið, sum vit løgdu dent á at fáa nakað at vita um, var fiskaarbeiði í síni Fróðskaparrit 31. bók (1983): 94-103.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.