Fróðskaparrit - 01.01.1983, Síða 91
FRÁSAGNIR OG VIÐMERKINGAR:
Føroyar í slupptíðini
Frágreiðing um eina fólkalívsfrøðiliga innsavning
Jóan Pauli Joensen, Andras Mortensen og Jógvan Ravnsfjall
í innganginum til bókina »Færøske slupp-
fiskere«, ið viðger lívið umborð á sluppun-
um í tíðarskeiðinum 1900—19391, verður
víst á, at tað eisini var sera umráðandi at
fáa kannað b'við á landi í Føroyum í sama
tíðarskeiði. Leingi hevði verið ætlað at fara
undir innsavning av tilfari til hesa rannsókn2,
og í 1979 varð av álvara farið undir hetta
tiltak. Føroya Fornminnissavn skipaði fyri
hesum rættiliga stóra innsavningararbeiði3.
Byrjað varð við eini fyrireikandi innsavning
várið 1979, og fyrst í desember 1979 varð
spurnablaðið »Føroyar í slupptíðini« sent
út. Jóan Pauli Joensen hevur staðið fyri
innsavningini. Andras Mortensen, stud. mag.,
og Jógvan Ravnsfjall, savnvørður, hava verið
hjálparmenn í innsavningararbeiðinum.
Høvuðsendamálið við rannsóknini er at
lýsa broytingina frá bóndasamfelag til fiski-
vinnusamfelag, soleiðis at verkliga, samfelags-
liga og andliga mentanin verður lýst sum
ein heild. Ætlanin er at lýsa tað sum broyttist
og tað sum stóð við. Rannsóknararbeiðið er
ætlað at fara fram sum ein sínámillum ávirk-
an av innsavning, bókmenta- og skjalanýtslu,
soleiðis at nýggir spurningar alsamt verða
reistir. At enda skuldi tað so borið til at tikið
saman um teir spurningar, sum hava verið
avgerandi fyri samfelagsligu og mentanar-
ligu gongdina. í hesum fyrsta tátti av rann-
sóknini verður bert sagt frá sjálvari innsavn-
ingini og tí innsavnaða tilfarinum. Annar
táttur verður at nýta tað innsavnaða tilfarið
saman við upprunaligum skjølum, ársfrá-
greiðingum, álitum, dagbókum o.ø., sum
kann hava týdning fyri at lýsa tíðarskeiðið.
í tíð fevnir rannsóknin frá endanum av 18.
øld til 2. heimsbardaga, høvuðsdenturin
verður lagdur á 20. øld.
Tann fyrireikandi innsavningin
Várið og summarið 1979 tosaðu vit við 45
fólk, 17 kvinnur og 28 menn, serliga á Tvør-
oyri, í Vági og í Klaksvík. Heimildarfólkini
vórðu vald á tann hátt, at vit spurdu okkum
fyri hjá fólki, sum so vístu okkum á tey,
sum vit komu at tosa við. í fyrstuni høvdu
vit einki spurnablað, men skrivaðu bert
okkurt upp so hissini, sum vit ætlaðu at
spyrja um. Evnið, sum vit løgdu dent á at
fáa nakað at vita um, var fiskaarbeiði í síni
Fróðskaparrit 31. bók (1983): 94-103.