Fróðskaparrit - 01.01.1983, Side 92
FØROYAR í SLUPPTÍÐINI
95
heild. Tað tilfar, sum Fróðskaparsetrið hevði
fingið við ritgerðakappingini um fiska-
arbeiði í 1971, var okkum til góða hjálp4.
Spurnablaðið
Við støði í tí kunnleika og teimum royndum,
sum vit fingu í tí fyrireikandi innsavningar-
arbeiðinum, skrivaði Jóan Pauli Joensen
spurnablaðið »Føroyar í slupptíðini«, sum
er nr. 17 í røðini av spurnabløðum, sum
Føroya Fornminnissavn hevur sent út. Dent-
ur var lagdur á at seta upp spurningarnar
so breiðar og opnar sum møguligt. Spurna-
blaðið varð skrivað á maskinu og offsett-
prentað í 1500 eintøkum. Permuna hevði
Bárður Jákupsson teknað og lagt til rættis.
Spurnablaðið telur 14 bls. Fyrst er ein veg-
leiðing til spurnablaðið, og so koma spurning-
arnir bólkaðir í 22 høvuðsbólkar, sum eru:
1. Upplýsingar um navn o.a.
2. Heimið
3. Ljós og hiti
4. Matur og matgerð
5. Innløgur og annað
6. Dýrahald
7. Velting, hoygging, urtagarðar o.a.
8. Klæðir
9. Handlar og handilsvørur
10. Fiskaarbeiði
11. Fiskagentur
12. Annað kvinnuarbeiði
13. Annað arbeiði í bygdini
14. Útróður
15. Útróður við motorbáti og innstalleringi
16. Seiðaberg, fara á flot og onnur veiði av landi
ella nærhendis landi
17. Fjarfiskiskapurin og bygdin
18. Trolarar, útróður uttan fyri Føroyar, fremmand
fiskifør o.a.
19. Hátíðarhald og veitslur
20. Annað samband manna millum
21. Frítíðin
22. Bøkur, frásagnir, siga søgur o.a.
23. Kristnilívið
24. Felagsvirksemi
25. At vera barn og vaksa upp í slupptíðini
26. Ymiskt
Úrvalið av heimildarfólki
Samstundis sum spurnablaðið fór til prent-
ingar, fóru vit undir at velja út heimildar-
fólk. Frá byrjan varð avgjørt at heimildar-
fólkið skuldi veljast tilvildarliga innan ávís-
ar karmar av heimildarmetingarligum og
praktiskum orsøkum. Manntalið 22. sept-
ember 1977 sýndi, at 10.000 fólk í Føroyum
vóru fødd fyri 1926. Hetta ár høvdu vit sett
sum mark fyri føðingarár hjá heimildarfólk-
unum. Tey yngstu skuldu sostatt verið um
konfirmatiónsaldur, tá 2. heimsbardagi brast
á. Vit settu okkum fyri at velja umleið 1000
fólk at senda spurnablað til.
Ynskið var, at heimildarfólkini skuldu
veljast tilvildarliga, kortini so, at allar bygdir
vóru umboðaðar. í samarbeiði við Petur
Zachariassen, lektara á Støðisútbúgvingini,
Fróðskaparsetri Føroya, gjørdu vit eitt yvirlit
yvir føroysku bygdirnar og stødd teirra. Vit
funnu fram til eina mannagongd at gera úr-
valið eftir. Við støði í talvu 1 fóru vit so undir
at leita eftir heimildarfólkunum í fólkayvir-
litinum (kommunukartotekinum) fyri 1979.
1. Talva
Bygdabólkar: Tal: Úrvalstal:
1. 100 62 øll tald við
2. 100—249 21 6
3. 250—499 13 8
4. 500—999 14 10
5. 1000—2000 4 12
6. Klaksvík 1 16
7. 1 órshavn 1 20
í bygdum sum høvdu færri enn 100 fólk skul-
du vit skriva øll upp fødd fyri 1926. Úr
bygdunum í bólki 2 taldu vit øll og valdu 6.
hvørt. í bólki 3 8. hvørt o.s.fr. Tey úrvaldu
vórðu uppskrivað á kort við navni, føðingar-