Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 92

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 92
FØROYAR í SLUPPTÍÐINI 95 heild. Tað tilfar, sum Fróðskaparsetrið hevði fingið við ritgerðakappingini um fiska- arbeiði í 1971, var okkum til góða hjálp4. Spurnablaðið Við støði í tí kunnleika og teimum royndum, sum vit fingu í tí fyrireikandi innsavningar- arbeiðinum, skrivaði Jóan Pauli Joensen spurnablaðið »Føroyar í slupptíðini«, sum er nr. 17 í røðini av spurnabløðum, sum Føroya Fornminnissavn hevur sent út. Dent- ur var lagdur á at seta upp spurningarnar so breiðar og opnar sum møguligt. Spurna- blaðið varð skrivað á maskinu og offsett- prentað í 1500 eintøkum. Permuna hevði Bárður Jákupsson teknað og lagt til rættis. Spurnablaðið telur 14 bls. Fyrst er ein veg- leiðing til spurnablaðið, og so koma spurning- arnir bólkaðir í 22 høvuðsbólkar, sum eru: 1. Upplýsingar um navn o.a. 2. Heimið 3. Ljós og hiti 4. Matur og matgerð 5. Innløgur og annað 6. Dýrahald 7. Velting, hoygging, urtagarðar o.a. 8. Klæðir 9. Handlar og handilsvørur 10. Fiskaarbeiði 11. Fiskagentur 12. Annað kvinnuarbeiði 13. Annað arbeiði í bygdini 14. Útróður 15. Útróður við motorbáti og innstalleringi 16. Seiðaberg, fara á flot og onnur veiði av landi ella nærhendis landi 17. Fjarfiskiskapurin og bygdin 18. Trolarar, útróður uttan fyri Føroyar, fremmand fiskifør o.a. 19. Hátíðarhald og veitslur 20. Annað samband manna millum 21. Frítíðin 22. Bøkur, frásagnir, siga søgur o.a. 23. Kristnilívið 24. Felagsvirksemi 25. At vera barn og vaksa upp í slupptíðini 26. Ymiskt Úrvalið av heimildarfólki Samstundis sum spurnablaðið fór til prent- ingar, fóru vit undir at velja út heimildar- fólk. Frá byrjan varð avgjørt at heimildar- fólkið skuldi veljast tilvildarliga innan ávís- ar karmar av heimildarmetingarligum og praktiskum orsøkum. Manntalið 22. sept- ember 1977 sýndi, at 10.000 fólk í Føroyum vóru fødd fyri 1926. Hetta ár høvdu vit sett sum mark fyri føðingarár hjá heimildarfólk- unum. Tey yngstu skuldu sostatt verið um konfirmatiónsaldur, tá 2. heimsbardagi brast á. Vit settu okkum fyri at velja umleið 1000 fólk at senda spurnablað til. Ynskið var, at heimildarfólkini skuldu veljast tilvildarliga, kortini so, at allar bygdir vóru umboðaðar. í samarbeiði við Petur Zachariassen, lektara á Støðisútbúgvingini, Fróðskaparsetri Føroya, gjørdu vit eitt yvirlit yvir føroysku bygdirnar og stødd teirra. Vit funnu fram til eina mannagongd at gera úr- valið eftir. Við støði í talvu 1 fóru vit so undir at leita eftir heimildarfólkunum í fólkayvir- litinum (kommunukartotekinum) fyri 1979. 1. Talva Bygdabólkar: Tal: Úrvalstal: 1. 100 62 øll tald við 2. 100—249 21 6 3. 250—499 13 8 4. 500—999 14 10 5. 1000—2000 4 12 6. Klaksvík 1 16 7. 1 órshavn 1 20 í bygdum sum høvdu færri enn 100 fólk skul- du vit skriva øll upp fødd fyri 1926. Úr bygdunum í bólki 2 taldu vit øll og valdu 6. hvørt. í bólki 3 8. hvørt o.s.fr. Tey úrvaldu vórðu uppskrivað á kort við navni, føðingar-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.