Fróðskaparrit - 01.01.1983, Side 93

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Side 93
96 FØROYAR í SLUPPTÍÐINI degi, bústaði og yrki. Rættiliga skjótt komu vit kortini til ta niðurstøðu, at neyðugt var at gera undantøk frá mannagongdini. í teimum smáu bygdunum vóru fleiri elđri fólk enn í bygdunum yvirhøvur, og tí komu færri fólk at verða vald har enn tað sum fyri- sett varð í mannagongdini. í Havn og Klaks- vík vóru viðurskiftini so nógv øðrvísi í mun til hinar bygdirnar, at vit gjørdu av ikki at fylgja uppsettu mannagongdini har heldur, men valdu nøkur fólk so hissini at umboða Havnina og Klaksvík. Úrvalið var at enda gjørt, og øll tey upp- skrivaðu vórðu eftirkannað. Undir hesum eftirkanningum varð onkur strokin av listan- um. At enda høvdu vit so 771 fólk eftir, sum vit sendu spurnabløðini. Spurnablaðið verður sent Av tilvild kom tann av okkum sum stóð fyri rannsóknini eitt leygarkvøld at luttaka í eini útvarpssending, sum kallaðist »prát og plátur«, har innsavningin m.a. kom at verða umrødd. Seinni varð eisini høvi til at halda ein fyrilestur um evnið »Føroyar í slupptíðini« í útvarpinum, har nágreiniligari varð greitt frá innsavningini. Henda sending hevði við sær, at fleiri onnur enn tey tilvildar- liga valdu bóðu um at fáa spurnablaðið. Eftir stuttari tíð høvdu 86 fólk biðið um tað. Spurnablaðið varð sent við postinum fyrst í desember 1979. í brævbjálvanum lá: 1. eitt vegleiðandi bræv 2. eitt skjal at senda aftur við fráboðan um ein fór at svara ella ikki 3. eitt skjal at skriva persónligar upplýsingar á 4. 20 ørk av skrivipappíri 5. umbønarskjal til meira pappír 6. ein brævbjálvi í A4 stødd 7. ein brævbjálvi í A5 stødd 8. spumablaðið wFøroyar í slupptíðini«. Tað var ikki neyðugt at seta frímerki á brævbjálvarnar, postgjaldið varð goldið av Fornminnissavninum. Eftir stuttari tíð høvdu 175 fólk boðað frá, at tey ætlaðu sær at fara at svara spurnablaðnum; 190 fólk boðaðu frá, at tey ikki fóru at svara og sendu okkum alt aftur; 5 brævbjálvar komu aftur, tí post- verkið fann ikki fram til fólkini, sum brøvini vóru send til. Teimum 401 fólkunum, sum eftir vóru, hoyrdu vit einki frá. Vit høvdu roknað við, at tey flestu ynsktu at vit skuldu koma til teirra við bandupptøkutóli, so tey kundu tosa svarini inn á band okkara, men so var ikki. Bert ein lítil partur ynskti hetta, tey allarflestu ynsktu sjálv at skriva ella fáa onkran av sínum at hjálpa sær. Hetta gjørdi innsavningina ódýrari, tí at ferðaútreiðslur- nar gjørdust væl minni enn upprunaliga roknað við. Vit settu okkum straks í samband við tey fólk, sum vildu hjálpa okkum sum heimildar- fólk. Freistin at svara spurnabløðunum var sett til 1. apríl 1980. Tey, sum ikki høvdu sent okkum svar, tá aprílmánaður var av, fingu áminningarskriv sendandi. 011 svaraðu ikki, sum høvdu ætlað tað. Hinvegin vísti tað seg, at ein rættiliga stórur partur av teim- um 401 fólkunum, sum ikki lótu frætta frá sær í fyrstu atløgu, svaraðu. Bárður Jákupsson hevði evnað til eitt prýðiligt takkarskriv, sum vit sendu øllum teimum, sum svaraðu spurnablaðnum og sum annars lótu okkum upplýsingar í sambandi við innsavningina. Á hesum skrivi er frá- sagnarnummarið hjá tí einstaka heimildar- fólkinum viðmerkt. Svarini sum komu aftur 771 spurnabløð vórðu send út til sama tal
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.