Fróðskaparrit - 01.01.1983, Qupperneq 93
96
FØROYAR í SLUPPTÍÐINI
degi, bústaði og yrki. Rættiliga skjótt komu
vit kortini til ta niðurstøðu, at neyðugt var
at gera undantøk frá mannagongdini. í
teimum smáu bygdunum vóru fleiri elđri
fólk enn í bygdunum yvirhøvur, og tí komu
færri fólk at verða vald har enn tað sum fyri-
sett varð í mannagongdini. í Havn og Klaks-
vík vóru viðurskiftini so nógv øðrvísi í mun
til hinar bygdirnar, at vit gjørdu av ikki at
fylgja uppsettu mannagongdini har heldur,
men valdu nøkur fólk so hissini at umboða
Havnina og Klaksvík.
Úrvalið var at enda gjørt, og øll tey upp-
skrivaðu vórðu eftirkannað. Undir hesum
eftirkanningum varð onkur strokin av listan-
um. At enda høvdu vit so 771 fólk eftir,
sum vit sendu spurnabløðini.
Spurnablaðið verður sent
Av tilvild kom tann av okkum sum stóð
fyri rannsóknini eitt leygarkvøld at luttaka
í eini útvarpssending, sum kallaðist »prát
og plátur«, har innsavningin m.a. kom at
verða umrødd. Seinni varð eisini høvi til at
halda ein fyrilestur um evnið »Føroyar í
slupptíðini« í útvarpinum, har nágreiniligari
varð greitt frá innsavningini. Henda sending
hevði við sær, at fleiri onnur enn tey tilvildar-
liga valdu bóðu um at fáa spurnablaðið.
Eftir stuttari tíð høvdu 86 fólk biðið um tað.
Spurnablaðið varð sent við postinum fyrst
í desember 1979. í brævbjálvanum lá:
1. eitt vegleiðandi bræv
2. eitt skjal at senda aftur við fráboðan um ein fór
at svara ella ikki
3. eitt skjal at skriva persónligar upplýsingar á
4. 20 ørk av skrivipappíri
5. umbønarskjal til meira pappír
6. ein brævbjálvi í A4 stødd
7. ein brævbjálvi í A5 stødd
8. spumablaðið wFøroyar í slupptíðini«.
Tað var ikki neyðugt at seta frímerki á
brævbjálvarnar, postgjaldið varð goldið av
Fornminnissavninum. Eftir stuttari tíð høvdu
175 fólk boðað frá, at tey ætlaðu sær at fara
at svara spurnablaðnum; 190 fólk boðaðu
frá, at tey ikki fóru at svara og sendu okkum
alt aftur; 5 brævbjálvar komu aftur, tí post-
verkið fann ikki fram til fólkini, sum brøvini
vóru send til. Teimum 401 fólkunum, sum
eftir vóru, hoyrdu vit einki frá. Vit høvdu
roknað við, at tey flestu ynsktu at vit skuldu
koma til teirra við bandupptøkutóli, so tey
kundu tosa svarini inn á band okkara, men
so var ikki. Bert ein lítil partur ynskti hetta,
tey allarflestu ynsktu sjálv at skriva ella fáa
onkran av sínum at hjálpa sær. Hetta gjørdi
innsavningina ódýrari, tí at ferðaútreiðslur-
nar gjørdust væl minni enn upprunaliga
roknað við.
Vit settu okkum straks í samband við tey
fólk, sum vildu hjálpa okkum sum heimildar-
fólk. Freistin at svara spurnabløðunum var
sett til 1. apríl 1980. Tey, sum ikki høvdu
sent okkum svar, tá aprílmánaður var av,
fingu áminningarskriv sendandi. 011 svaraðu
ikki, sum høvdu ætlað tað. Hinvegin vísti
tað seg, at ein rættiliga stórur partur av teim-
um 401 fólkunum, sum ikki lótu frætta frá
sær í fyrstu atløgu, svaraðu.
Bárður Jákupsson hevði evnað til eitt
prýðiligt takkarskriv, sum vit sendu øllum
teimum, sum svaraðu spurnablaðnum og sum
annars lótu okkum upplýsingar í sambandi
við innsavningina. Á hesum skrivi er frá-
sagnarnummarið hjá tí einstaka heimildar-
fólkinum viðmerkt.
Svarini sum komu aftur
771 spurnabløð vórðu send út til sama tal