Fróðskaparrit - 01.01.1983, Síða 99
102
FØROYAR í SLUPPTÍÐINI
7. Talva
Starvstilknýtið hjá heimildarfólkum.
Starvsbólkar: Heimilđarfólk:
1. Fiskimenn og sjómenn 65
2. Skiparar, maskinmeistarar og
stýrimenn 13
3. Arbeiðsmenn 23
4 Handverkarar við útbúgvir.e 5
5. Handverkarar utran útbúgving 4
6. Handilsfólk og keypmer.n 8
7. Krambakallar og krambagentur 4
8. Starvsfólk og embætismenn 9
9. Lærarar 8
10. Trúboðarar, nthøvundar o.o. 5
11. Starv innan heilsuverkið 3
12. Bøndur og jarðarbrúkarar 18
13. Húsmøður og arbeiðskonur 4
14. Fiskagentur 14
Samanlagt 227
Heimildarmetingarligur samandráttur
Tað innsavnaða tilfarið er roknað sum grunđ-
arlag undir eini dygdarligari og ikki nøgdar-
ligari rannsókn. Tað verður ikki sett sama
krav til ta umboðandi nøgdina sum í teimum
kanningum, har svarið verður ja, nei og veit
ikki. Kortini hava vit roynt at skipa inn-
savningina soleiðis, at hon skal vera um-
boðanđi við støði í einum tilvildarligum úr-
vali. Vit mettu, at tað hevði týdning, at heim-
ildarfólkini vórðu vald tilvildarliga, soleiðis
at tað ikki var staðbundin meting av fólkun-
um, sum kom at vera galdanđi fyri úrvalið.
Við at nýta ein tilvildarligan úrvalshátt hava
vit heldur ikki tikið nakran fram um annan.
Sum nevnt er umboðanin av kvinnum í minna
lagi í tilfarinum, men talið á kvinnum er
kortini so stórt, at hetta ikki er heimildar-
metingarligur spurningur av týdningi.
Smábygdirnar eru sera væl umboðaðar
við heimildarfólkum; hetta kann ikki altíð
sigast um tær størru bygdirnar og serliga
ikki um Havnina og Klaksvík. Tað kann
tí koma at vera neyðugt at gera meiri
nágreiniliga innsavning í hesum bygdum
seinni.
Svarini upp á spurnablaðið eru, sum vera
man, meira einsháttað enn tað tilfar, sum er
savnað uttan spurnablað. Hin vegin er tað
galdandi fyri bæði hetta tilfar eins og svarini
upp á spurnabløðini, at sínámillum eru tey
rættiliga ólík. Summi svara stutt og knapt,
onnur við breiðum lýsandi frágreiðingum
við nágreiniligum lýsingum og nógvum døm-
um. At ikki øll evni hava havt sama áhuga
hjá heimildarfólkunum sæst eisini á tilfarin-
um. Av týdningi í hesum sambandi er tað, at
sama spurnablað er sent kvinnum og monnum.
Tað tilfar, sum vit hava savnað, er um
hendingar og fyribrigdi fyri minst 45 árum
síðan, tað er tí ikki løgið, um minnið er
vorðið ávirkað av hugsjónum og hugburði,
sum fólk hava fingið seinni í Hvinum. Hetta
er ikki minst galdandi fyri fatanina av sam-
felagsligum spurningum, har sumt verður
krógvað, meðan annað verður tikið fram.
Tey flestu minnast onkra hending frá smá-
barnaárunum, men vanliga er tað ikki fyrr
enn í skúlaaldrinum og so við og við, sum
børnini koma í samband við teir ymisku
partarnar í lívinum, at tey av álvara fara at
minnast samanhangandi. Fólk hava lyndi
til at greiða frá tí elsta í minni sínum. í okk-
ara føri skuldu heimildarfólkini kunnað sagt
frá allari tíðini frá seinast í 19. øld til 2. heims-
bardaga. Tað ber ikki til at koma inn á sann-
leikavirðið í hvørjari einstakari uppskrift; tað
má verða tikið upp, tá tilfarið verður nýtt.
Tað er kortini alt sum bendir á, at tað tilfar,
sum vit hava savnað, er álítandi. Hetta til-
far lýsir tíðina, sum tað einstaka menniskjað
sá og upplivdi hana; tilfarið má tí eisini verða
nýtt saman við upprunaligum heimildum frá
samtíðini, sum tað er nevnt í innganginum.