Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 99

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 99
102 FØROYAR í SLUPPTÍÐINI 7. Talva Starvstilknýtið hjá heimildarfólkum. Starvsbólkar: Heimilđarfólk: 1. Fiskimenn og sjómenn 65 2. Skiparar, maskinmeistarar og stýrimenn 13 3. Arbeiðsmenn 23 4 Handverkarar við útbúgvir.e 5 5. Handverkarar utran útbúgving 4 6. Handilsfólk og keypmer.n 8 7. Krambakallar og krambagentur 4 8. Starvsfólk og embætismenn 9 9. Lærarar 8 10. Trúboðarar, nthøvundar o.o. 5 11. Starv innan heilsuverkið 3 12. Bøndur og jarðarbrúkarar 18 13. Húsmøður og arbeiðskonur 4 14. Fiskagentur 14 Samanlagt 227 Heimildarmetingarligur samandráttur Tað innsavnaða tilfarið er roknað sum grunđ- arlag undir eini dygdarligari og ikki nøgdar- ligari rannsókn. Tað verður ikki sett sama krav til ta umboðandi nøgdina sum í teimum kanningum, har svarið verður ja, nei og veit ikki. Kortini hava vit roynt at skipa inn- savningina soleiðis, at hon skal vera um- boðanđi við støði í einum tilvildarligum úr- vali. Vit mettu, at tað hevði týdning, at heim- ildarfólkini vórðu vald tilvildarliga, soleiðis at tað ikki var staðbundin meting av fólkun- um, sum kom at vera galdanđi fyri úrvalið. Við at nýta ein tilvildarligan úrvalshátt hava vit heldur ikki tikið nakran fram um annan. Sum nevnt er umboðanin av kvinnum í minna lagi í tilfarinum, men talið á kvinnum er kortini so stórt, at hetta ikki er heimildar- metingarligur spurningur av týdningi. Smábygdirnar eru sera væl umboðaðar við heimildarfólkum; hetta kann ikki altíð sigast um tær størru bygdirnar og serliga ikki um Havnina og Klaksvík. Tað kann tí koma at vera neyðugt at gera meiri nágreiniliga innsavning í hesum bygdum seinni. Svarini upp á spurnablaðið eru, sum vera man, meira einsháttað enn tað tilfar, sum er savnað uttan spurnablað. Hin vegin er tað galdandi fyri bæði hetta tilfar eins og svarini upp á spurnabløðini, at sínámillum eru tey rættiliga ólík. Summi svara stutt og knapt, onnur við breiðum lýsandi frágreiðingum við nágreiniligum lýsingum og nógvum døm- um. At ikki øll evni hava havt sama áhuga hjá heimildarfólkunum sæst eisini á tilfarin- um. Av týdningi í hesum sambandi er tað, at sama spurnablað er sent kvinnum og monnum. Tað tilfar, sum vit hava savnað, er um hendingar og fyribrigdi fyri minst 45 árum síðan, tað er tí ikki løgið, um minnið er vorðið ávirkað av hugsjónum og hugburði, sum fólk hava fingið seinni í Hvinum. Hetta er ikki minst galdandi fyri fatanina av sam- felagsligum spurningum, har sumt verður krógvað, meðan annað verður tikið fram. Tey flestu minnast onkra hending frá smá- barnaárunum, men vanliga er tað ikki fyrr enn í skúlaaldrinum og so við og við, sum børnini koma í samband við teir ymisku partarnar í lívinum, at tey av álvara fara at minnast samanhangandi. Fólk hava lyndi til at greiða frá tí elsta í minni sínum. í okk- ara føri skuldu heimildarfólkini kunnað sagt frá allari tíðini frá seinast í 19. øld til 2. heims- bardaga. Tað ber ikki til at koma inn á sann- leikavirðið í hvørjari einstakari uppskrift; tað má verða tikið upp, tá tilfarið verður nýtt. Tað er kortini alt sum bendir á, at tað tilfar, sum vit hava savnað, er álítandi. Hetta til- far lýsir tíðina, sum tað einstaka menniskjað sá og upplivdi hana; tilfarið má tí eisini verða nýtt saman við upprunaligum heimildum frá samtíðini, sum tað er nevnt í innganginum.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.