Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 106

Fróðskaparrit - 01.01.1983, Page 106
LIMIR í FØROYA FRÓÐSKAPARFELAG FARNIR... 109 at sungin varð Boðar tú til allar tjóðir, er nakað av tí, ið stórur partur av teimum, ið vóru børn í 50-árunum, minnast við einari serligari gleði. Dávur doyði 10. februar 1975. Bjarni Niclasen varð føddur 2. mai 1919 í Kunoy og andaðist 12. juli 1980. Hann var læraralærdur og starvaðist sum læraraskúla- lærari á Føroya Læraraskúla. Bjarni Niclasen var millum teirra, sum stílaðu fyri 5. víkinga- fundinum, sum var í Føroyum í 1965, og var hann ritstjóri fyri »The Fifth Viking Congress, Tórshavn, July 1965«, sum kom út í 1968. í hesa bók skrivaði hann m.a. sjálv- ur stutta grein um heldina, sum er búmerkið hjá víkingafundunum. í Fróðskaparritum 28. og 29. bók hevði Bjarni Niclasen greinina Nakað um lutir, sum gjørdir eru í Føroyum úr horni, sum kom út eftir deyða hansara. Hann avrikaði eisini nógv annað bæði innan fagrar bókmentir og yrkisbókmentir, sum hann fekk M. A. Jacobsens heiðurslønina fyri í 1979. Sámal Petersen, varð føddur 3. juli 1904 í Klaksvík og andaðist 7. oktober 1974. Hann fekk útbúgving sum lærari á Haslev Semi- narium í 1928 og starvaðist øll síni læraraár við Klaksvíkar skúla. Hann var virkin í politikki, var sóknarstýrislimur 1939—51 og tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin 1957—66. Frá 1963—66 var hann tingformaður. f 1967 kom hann í landsstýrið og sat sum lands- stýrismaður til 1972. Hann var leiðari fyri Klaksvíkar Sangkóri í mong ár og hevur givið út songbøkur og skúlabøkur. Av vísind- um hevði serliga fornfrøðin hansara stóra áhuga, og hann vitjaði ofta inn á gólvið á Fornminnissavninum. Tá hann sum lands- stýrismaður búði á Tinganesi, hevði hann í fríløtum sínum góðar stundir at kanna og skráseta tey gomlu búmerkini á gamla ting- staðnum. Hesar kanningar gav hann út í Fróðskaparritum 20. bók í 1972. Greinin Tingstaðurin á Tinganesi er ein nágreini- lig viðgerð av búmerkjunum, sum eisini eru fest á kort. Greinin gjørdi hann til lim í Føroya Fróðskaparfelag sama ár. Sum lands- stýrismaður var hann Fróðskaparsetrinum góður og ikki minni Føroya Fornminnis- savni. Axel Poulsen, føddur 12. mai 1912. Axel tók læknaprógv í 1937, og síðan 1939 starvaðist hann sum lækni í Havn, í byrjanini lutvíst sum hjálparlækni á sanatoriinum og lutvíst sum kommunulækni. Frá 1957 arbeiddi hann bert sum kommunulækni í Havn, eitt arbeiði, sum ofta kravdi nógv. Axel var limur í Føroya Fróðskaparfelag frá byrjanini. í Fróðskapar- riti 1952 hevði hann greinina Eitt sindur um tuberklasmittuna. Hann hevur skrivað fleiri aðrar læknavísindaligar greinir, og í 1958 gjørdist hann dr.med. við doktararitgerðini Bidrag til den tuberkuløse primærinfektions klinik. Henda ritgerð kom út sum supple- mentum II hjá Fróðskaparritum. Axel var formaður í Læknafelag Føroya 1940—43. Axel Poulsen doyði 19. september 1979, eitt ár eftir at hann var farin frá sum kommunu- lækni I Havn.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.