Fróðskaparrit - 01.01.1983, Síða 106
LIMIR í FØROYA FRÓÐSKAPARFELAG FARNIR...
109
at sungin varð Boðar tú til allar tjóðir, er
nakað av tí, ið stórur partur av teimum,
ið vóru børn í 50-árunum, minnast við einari
serligari gleði. Dávur doyði 10. februar 1975.
Bjarni Niclasen varð føddur 2. mai 1919 í
Kunoy og andaðist 12. juli 1980. Hann var
læraralærdur og starvaðist sum læraraskúla-
lærari á Føroya Læraraskúla. Bjarni Niclasen
var millum teirra, sum stílaðu fyri 5. víkinga-
fundinum, sum var í Føroyum í 1965, og
var hann ritstjóri fyri »The Fifth Viking
Congress, Tórshavn, July 1965«, sum kom
út í 1968. í hesa bók skrivaði hann m.a. sjálv-
ur stutta grein um heldina, sum er búmerkið
hjá víkingafundunum. í Fróðskaparritum
28. og 29. bók hevði Bjarni Niclasen greinina
Nakað um lutir, sum gjørdir eru í Føroyum
úr horni, sum kom út eftir deyða hansara.
Hann avrikaði eisini nógv annað bæði innan
fagrar bókmentir og yrkisbókmentir, sum
hann fekk M. A. Jacobsens heiðurslønina
fyri í 1979.
Sámal Petersen, varð føddur 3. juli 1904 í
Klaksvík og andaðist 7. oktober 1974. Hann
fekk útbúgving sum lærari á Haslev Semi-
narium í 1928 og starvaðist øll síni læraraár
við Klaksvíkar skúla. Hann var virkin í
politikki, var sóknarstýrislimur 1939—51 og
tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin 1957—66.
Frá 1963—66 var hann tingformaður. f 1967
kom hann í landsstýrið og sat sum lands-
stýrismaður til 1972. Hann var leiðari fyri
Klaksvíkar Sangkóri í mong ár og hevur
givið út songbøkur og skúlabøkur. Av vísind-
um hevði serliga fornfrøðin hansara stóra
áhuga, og hann vitjaði ofta inn á gólvið á
Fornminnissavninum. Tá hann sum lands-
stýrismaður búði á Tinganesi, hevði hann
í fríløtum sínum góðar stundir at kanna og
skráseta tey gomlu búmerkini á gamla ting-
staðnum. Hesar kanningar gav hann út í
Fróðskaparritum 20. bók í 1972. Greinin
Tingstaðurin á Tinganesi er ein nágreini-
lig viðgerð av búmerkjunum, sum eisini eru
fest á kort. Greinin gjørdi hann til lim í
Føroya Fróðskaparfelag sama ár. Sum lands-
stýrismaður var hann Fróðskaparsetrinum
góður og ikki minni Føroya Fornminnis-
savni.
Axel Poulsen, føddur 12. mai 1912. Axel tók
læknaprógv í 1937, og síðan 1939 starvaðist
hann sum lækni í Havn, í byrjanini lutvíst
sum hjálparlækni á sanatoriinum og lutvíst
sum kommunulækni. Frá 1957 arbeiddi hann
bert sum kommunulækni í Havn, eitt arbeiði,
sum ofta kravdi nógv. Axel var limur í Føroya
Fróðskaparfelag frá byrjanini. í Fróðskapar-
riti 1952 hevði hann greinina Eitt sindur um
tuberklasmittuna. Hann hevur skrivað fleiri
aðrar læknavísindaligar greinir, og í 1958
gjørdist hann dr.med. við doktararitgerðini
Bidrag til den tuberkuløse primærinfektions
klinik. Henda ritgerð kom út sum supple-
mentum II hjá Fróðskaparritum. Axel var
formaður í Læknafelag Føroya 1940—43.
Axel Poulsen doyði 19. september 1979, eitt
ár eftir at hann var farin frá sum kommunu-
lækni I Havn.