Ólavsøku-teiti - 29.07.1915, Blaðsíða 4

Ólavsøku-teiti - 29.07.1915, Blaðsíða 4
FØROYAR TAÐ er ivaleyst so, at hvør hugsandi Føroyingur ið hevir sál og eyga upplatið fyri tí høga og fagra f náttúrini, stundum man hava kent gleði og stoltleika yvir at vera borin í heim í Føroyum. Her standa jú okkara stásiligu fjøll sum minnis- varðar frá tí í fjarskotnum gráum øldum seg hj'lj- andi tímabili, tá villar náttúrkreftir við ónýtari megi settu hvørjum øðrum stevni, til tess at geva teirri jómfrúuligu jørð ta útsjón, hon nú hevir fingið. Samborið við tá er nú heldur friðaligt í Føroya fjøllum: keldutesk og lambajarman, fuglaljómur og kúgvabeljan, mjólkadrypp í dyllur og kvinnulátur, og tað er bert, tá ið fjalladunið boðar fólki f bygdum frá, at óveður er í nánd, at fjøllini eins og minnast á farnar tfðir, og hoyra gomul orrustukvæði og lúðraljóð, og tá minnir fjalladunið um tey ljóð, fjøtraðu villdjór geva frá sær, tá tey grenjanđi tveita seg mót jarnstengrunum í teirra búri. Men búrið heldur — ongan eld goysa Beinisvørður, Skælingsfjall og Slættaratindur, og ikki rembast meir f jarðskjálfta F'øroya dalar, jørðskorpan heldur, — jørðin er farin at eldast. Hugtakandi er at standa á bakkanum eitt mánaklárt vetrarkvøld og síggja brimið bróta mót tf myrka, hóttandi forbergi. Dansandi koma ald- urnar sum ungar moyggjar, skrýddar í løttum flori, gjøgnumvovið av mánagulli, og tveita seg í ungum ástarhita óspiltar mót’ bergsins glerbrynjaða brósti, smyldrast og týnast í ørðari lukku — »allar tínar ævistundir eru tínar deyðastundir* — bergið er kalt, eigur eingi ástarkensl. Ella hava tit aldri sæð ta sfðstu glamu av teirri søkkandi sól dvalt f skelvandi ljósareyðum á teim trimum snjókrýndu fjallatoppum norðast á Kalsoynni uppi yvir bygdini á Trøllanesi. Tað hevir altíð mint meg á hitt sorgblíða bros, ið fer yvir granskarans andlit, tá hann, eftir at hava leitað og grunað eitt heilt lív, snøggliga skilir, at allur tilburður og alt lív samlast og prismatiskt glampar og tónar f teirri óskiljandi symfoni. Og tað kenst, sum ein drógst nærri tí milda, mjúka súsi frá Horebs fjalli, sum í forðum troystaði og styrkti Elias. Tann tala, ið F'øroya náttúr heldur fyri honum, ið hevir ans og evnir at lurta og skilja, er av sonnum djúp, háborin og vøkur. Men — f túsund ár, sfðani norskir høvdingar nomu oyggjarnar, hevir her ættarlið eftir ættarlið liva og doyð — og enn hava bert fáir F'øroyingar málað myndir av okkara lyngbrúnu heiðum, hvar tjøldur og spógvar láta, av okkara smaragdgrønu skorum, har seyður og bjarga- fuglur heldur til, eingin ; litamynd, skapað av ført oyskari hond, av F'øroyingsins lívi, sum tað livs- tær ymsu árstíðir, er enn til. Ikki er landnyrðingur og tey skiftandi sjóvarføll, logn og ódn, fátækt og fjarstøða, vón og ótti, kærleikur og hat, lfv og deyði bundin enn av nøkrum F'øroyingi f tónkvæðum. Ei heldur kunna føroyskir starvsmenn gleðast og lyftast av at sfggja, at føroyskar hendur hava høgt f grótið, stoypt í bronce, meislað f marmorið: Grfm Kamban, Trónd í Gøtu, Sigmunđ Brestisson, Mag- nus Heinason og Nólsoyar-Páil. Nú er Olavsøka fyri hondum, henda minnirfka hátíð, sum F'øroyingar frá teim elstu tíðum og líka til okkara dagar hava hildið í æru. Og siður hevur verið gjøgnum mong ættarlið, at F'øroyingar frá bygd og býlingi eru komnir sarnan f Tórshavn á Ólavsøku. Manga orrustuna og mangan vápna- leikin kundu teir gomlu, í forðum ofta blóðfargaðu, klettarnir á Tinganesi sagt okkum frá, um teir høvdu mál og kundu tala, kvøðið okkum kvæðið om Trónd í Gøtu, Sigmund Brestisson og onnur reystmenni, ið her vóru stevnd á fund, meðan hjálmar, brynjur og skyldir glógvaðu f glamuni frá tí somu sól, ið enn tann dag í dag gevur okkum lfv og lýðku. Ella Havnar skansi! Nýtur tað ikki mangan mann bæði sárt og eymt f hjartarøtur, tað kvæði hann kundi framborið, kvæði um tað vanda- miklu tíð, tá alt her á landi var niðursokkið í tí svartastu neyð og armóð tá »børnini sárliga bóðu um breyð, meðan matnman lá í fjøruni deyð, við tarablaðið f munni«. Mong eru minnini, nógv myrk og mishátt, fá ljós og hugtakandi! , Gjøgnum mong ættarlið eru F'øroyingar á Ólavsøku komnir saman í Tórshavn, og eftir gomlum siði er í ár eins og áður nógv fólk komið hegar fyri at stuttleika sær og hitta vinir og skyld- fólk, og vilja vit ynskja og vóna, at hetta má blíva ein hugnalig tfð hjá teimum, soleiðis at tey kunna hava mong góð minni heim aftur við sær. Eisini eru menn í hesum døgum komnir til Havnar fyri at samráðast um landsins viðurskiftir. Víða um heimin er strfð og orrusta, bardagi og ill- semja millum manna; tí ræður um — nú meir enn nakra tíð áður — hjá okkum, ið búgva her á hesum fjarskotnu oyggjum, at halda saman, føla okkum allir sum ein, so vit ikki lata smáligt klandur loypa spillu í okkara landsviðurskiftir, men eina geva tí gætur sum gagnligt er fyri F'øroya land og Føroya fólk. AtfAA*: :AV'.

x

Ólavsøku-teiti

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ólavsøku-teiti
https://timarit.is/publication/23

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.