Ólavsøku-teiti - 29.07.1915, Blaðsíða 2

Ólavsøku-teiti - 29.07.1915, Blaðsíða 2
Alfegnir teir so fylla í tættar leypar gull, fetlabondini ei vóru svikafull; so fara teir til gongu, upp um høga klettafjall, tá frálíkt var sjóvarfall, og heim teir fúsir rógva, krógva, gullið nógva; tá var dagur komin á hall. Seinri frættist tó um hesi boð, um firðir, yvir streym; »Maður ein um peningstrot hevði haft dreym, ein annar hjá var staddur, og maður droymdi hart, hetta kom so út í ein fart: At gullið alt, við sviki tikið, samanrikið var til løning monnum spartU Um Vágahav á várdegi ein orrusta barst á, har »Togo« við langu línu lá; teir Vágamenn við snøri einki dáma hetta lag, illskt vilja hann reka avstað; teir toskarhødd tá nýta, avslita, á hann grýta, men einki legði hann í tað. Hart Vágabatar »tuffa«, har »Togo« treiskur fleyt, tá Skálamaður næsabein breyt. Teir Vágamenn so fúsir kvetta langu linu av, hon fell á botn; har steinbýtur svav. Hetta stóra løstið, pøsti, Skálamen uppøsti; fíggindin ei grið teim gav. So fróir tá at landi fara Vágamenn við sjong: »Eystanmenn fingu ongan fong!« Teir triva hart í Kingo, og Brochmann heima er, verðir nýttur avrmonnum eftir ferð; hann langur er, men góður; móðir, allir fróir nýta hann eftir hesa ferð. m. Mangt kyknar upp i Havnini, mangt undarligt og nýtt, fólk undrast, verða bilsin, summu býtt! við myllu á Sandá har stendur borgin frið, øll Føroyaull fær rúmd hari; ein nýtur ei at spinna, tvinna, stokkar finna fram ta langu vatrartíð. »Á kajuni hjá Østrøm« har stendur húsið eitt, er kollit, undarliga sneit, har fiskabollar gerast í olju og i sós, teir fyllast upp i 2-punds dós; ei nýtist os til mettu, petti av knetti, um vit hagar seta kós. Og síðani vit minnast mangan magan, sum fekk løst av at »læra at eta« hvalatvøst; hin frúgvin, sum av flatlondum eitt árið kom hertil. setti hetta í verk um sama bil; hon kvinnur vildi vara, læra pening at spara við at eta tvøst við skil. Her hava trotið toskarhødd, ei kaffi, korn ogmjøl, ikki at tala um »Ydunar-01«; tað elvdi menn til roysni, enn meiri tó til reyp, so ein á sjógvin leyp. Tá máttu menn at miða, siga vreiðisliga: »Sterkt, ovsterkt er hetta steypU Mangt felag verður stovnað, fær limatal og navn, tað er nógd av slikum her i Havn. Teir bøndur í Føroyum í loyndum løgdu ráð, brátt í Vágsbotn ein útsøla lá; har neyt og seyð teir fletta, spretta, liða og kvetta; đroyrareyð er búð at sjá. Ja, slikt skal geva pening, og rúgvan nørist brátt, forrætningin varð drivin flott; men, mær er sagt, við ullini tað ikki væl bar til, slíkt nýtur í bóndamanna-vil. Teir tó í fátt ei falla, valla høvur halla, skjótt á hesum fáa skil Um gomlu mariumessu ein fundur hildin var, ein avgerðin gjørd var har: At keypa farm av seti eftir keypmanna sið til bøndur og træðarmenn við; men ætlan, ring at festa, bresta kann hjá tí besta, vælferðsnevnd ei gav teim frið. Hon førdi set úr Skotlandi, úr Danmørk tøðið lætt, hartil hópin av Tummasfosfat; á Tinganesi sprettur fram av tøði skotska set, Føroyabøndur ikki seldu eitt vet; teir allir tí til funda skunda, ikki blunda, harmast yvir hetta snet. Av eplaspillu freku hvør velta lá her svørt, nú til lands teir hava eplasproytir ført; tann eina hevði hjartafeil, og onnur hevði gikt, hin triðja var heilt forrykt; so prúðu eplaslokkar okkar’, sum svartir kokkar kenna nú ei sið og tykt. Úr kulda, regn og mjørka kom ein maður higartil, brenna tang og tara hann vil; brátt taraskógvir tynast um strond og flúr og fles, tarin settur var í sátu og des, Nú tarabrosma káta má gráta, illa láta: »Nakin liggur strond og nes!« Ei eru fleiri tíðindir, jú eitt er enn afturat: Maður kom, hvar áður annar sat. Ei nýtist her at kvøðast um »falkaferð« frá os, t a ð fær innivist í »Tingakros« ; hann »Dimmalætting« bítur, slítur, undirgrýtur; ei er spæl at »keypa ross«. Eg veit ei aðrar tilburðir, eg minnist ikki fleir; tí kann eg ikki kvøða meir; men Ólavsøku næsta ár, um einki illt stendst á, so hittast vit væl aftur tá, við orðaleik at glíma, ríma, um tit tíma aftur hetta blað at sjá.

x

Ólavsøku-teiti

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ólavsøku-teiti
https://timarit.is/publication/23

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.