Ólavsøku-teiti - 29.07.1915, Blaðsíða 2
Alfegnir teir so fylla í tættar leypar gull,
fetlabondini ei vóru svikafull;
so fara teir til gongu, upp um høga klettafjall,
tá frálíkt var sjóvarfall,
og heim teir fúsir rógva, krógva, gullið nógva;
tá var dagur komin á hall.
Seinri frættist tó um hesi boð, um firðir, yvir streym;
»Maður ein um peningstrot hevði haft dreym,
ein annar hjá var staddur, og maður droymdi hart,
hetta kom so út í ein fart:
At gullið alt, við sviki tikið, samanrikið
var til løning monnum spartU
Um Vágahav á várdegi ein orrusta barst á,
har »Togo« við langu línu lá;
teir Vágamenn við snøri einki dáma hetta lag,
illskt vilja hann reka avstað;
teir toskarhødd tá nýta, avslita, á hann grýta,
men einki legði hann í tað.
Hart Vágabatar »tuffa«, har »Togo« treiskur fleyt,
tá Skálamaður næsabein breyt.
Teir Vágamenn so fúsir kvetta langu linu av,
hon fell á botn; har steinbýtur svav.
Hetta stóra løstið, pøsti, Skálamen uppøsti;
fíggindin ei grið teim gav.
So fróir tá at landi fara Vágamenn við sjong:
»Eystanmenn fingu ongan fong!«
Teir triva hart í Kingo, og Brochmann heima er,
verðir nýttur avrmonnum eftir ferð;
hann langur er, men góður; móðir, allir fróir
nýta hann eftir hesa ferð.
m.
Mangt kyknar upp i Havnini, mangt undarligt og nýtt,
fólk undrast, verða bilsin, summu býtt!
við myllu á Sandá har stendur borgin frið,
øll Føroyaull fær rúmd hari;
ein nýtur ei at spinna, tvinna, stokkar finna
fram ta langu vatrartíð.
»Á kajuni hjá Østrøm« har stendur húsið eitt,
er kollit, undarliga sneit,
har fiskabollar gerast í olju og i sós,
teir fyllast upp i 2-punds dós;
ei nýtist os til mettu, petti av knetti,
um vit hagar seta kós.
Og síðani vit minnast mangan magan, sum fekk løst
av at »læra at eta« hvalatvøst;
hin frúgvin, sum av flatlondum eitt árið kom hertil.
setti hetta í verk um sama bil;
hon kvinnur vildi vara, læra pening at spara
við at eta tvøst við skil.
Her hava trotið toskarhødd, ei kaffi, korn ogmjøl,
ikki at tala um »Ydunar-01«;
tað elvdi menn til roysni, enn meiri tó til reyp,
so ein á sjógvin leyp.
Tá máttu menn at miða, siga vreiðisliga:
»Sterkt, ovsterkt er hetta steypU
Mangt felag verður stovnað, fær limatal og navn,
tað er nógd av slikum her i Havn.
Teir bøndur í Føroyum í loyndum løgdu ráð,
brátt í Vágsbotn ein útsøla lá;
har neyt og seyð teir fletta, spretta, liða og kvetta;
đroyrareyð er búð at sjá.
Ja, slikt skal geva pening, og rúgvan nørist brátt,
forrætningin varð drivin flott;
men, mær er sagt, við ullini tað ikki væl bar til,
slíkt nýtur í bóndamanna-vil.
Teir tó í fátt ei falla, valla høvur halla,
skjótt á hesum fáa skil
Um gomlu mariumessu ein fundur hildin var,
ein avgerðin gjørd var har:
At keypa farm av seti eftir keypmanna sið
til bøndur og træðarmenn við;
men ætlan, ring at festa, bresta kann hjá tí besta,
vælferðsnevnd ei gav teim frið.
Hon førdi set úr Skotlandi, úr Danmørk tøðið lætt,
hartil hópin av Tummasfosfat;
á Tinganesi sprettur fram av tøði skotska set,
Føroyabøndur ikki seldu eitt vet;
teir allir tí til funda skunda, ikki blunda,
harmast yvir hetta snet.
Av eplaspillu freku hvør velta lá her svørt,
nú til lands teir hava eplasproytir ført;
tann eina hevði hjartafeil, og onnur hevði gikt,
hin triðja var heilt forrykt;
so prúðu eplaslokkar okkar’, sum svartir kokkar
kenna nú ei sið og tykt.
Úr kulda, regn og mjørka kom ein maður higartil,
brenna tang og tara hann vil;
brátt taraskógvir tynast um strond og flúr og fles,
tarin settur var í sátu og des,
Nú tarabrosma káta má gráta, illa láta:
»Nakin liggur strond og nes!«
Ei eru fleiri tíðindir, jú eitt er enn afturat:
Maður kom, hvar áður annar sat.
Ei nýtist her at kvøðast um »falkaferð« frá os,
t a ð fær innivist í »Tingakros« ;
hann »Dimmalætting« bítur, slítur, undirgrýtur;
ei er spæl at »keypa ross«.
Eg veit ei aðrar tilburðir, eg minnist ikki fleir;
tí kann eg ikki kvøða meir;
men Ólavsøku næsta ár, um einki illt stendst á,
so hittast vit væl aftur tá,
við orðaleik at glíma, ríma, um tit tíma
aftur hetta blað at sjá.