Føroya kunngerðasavn A og B - 20.09.1951, Blaðsíða 8

Føroya kunngerðasavn A og B - 20.09.1951, Blaðsíða 8
58 stakkaður uttan salt, má ikki standa ov leingi í stakki, áðr- enn hann verður turkaður. Hann má eisini verða stakkaður um, tí ella kann hann grógva saman. Royggið skal verða vaskað burtur úr øllum fiski, sum sendur verður til Suðurameriku. Menn, sum turka fisk til Suðurameriku, eiga at fáa boð um at virka fiskin i góðari tíð. Fiskurin skal vera uppi til turk- ing 4 ferðir, og hann skal stanđa stakkaður millum hvøi’ja turking. III. Turkingaransan: í seinasta teigi í skemaðinum er sett upp, hvussu nógv 25 kg av fiski skulu svinna frá tí, at fiskurin fer til turkingar fyrstu ferð og til tess, at hann er fullturkaður. Tá ið fiskurin fer til turkingar fyrstu ferð, verður fiskur svarandi til 25 kg spjaldraður, (hvør fiskur fær eitt spjaldur um stertin). Hesi 25 kg av spjaldraðum fiski verða løgd ymsa staðni í turkilagnum, og hvørja ferð, ið ein turking er liðug, verða teir spjaldraðu fiskarnir savnaðir saman aftur og verða vegaður. Tá ið tey 25 kg av fiski eru svunnin 9,5 kg svarai- hetta til, at vatnprosentið í fiskinum er í mesta lagi 34 %. IV. Eftirlit: Hvørja ferð fiskur er tux’kaður til Suðurameriku, taka vraki- eftirlitsmenninir út ein meðalsýnislut av fiski og senda hann til Fiskivinnustarvsstovu Landsstýrisins, har fiskurin verður kannaður fyri innihaldið av vatni og salti. Sýnisluturin skal verða tikin út, beint eftir at fiskurin hevur verið uppi til turkingar seinastu ferð. Fiskivinnustarvstovan sendur 1/f Føroya Fiskasølu boð um úrslitxð av vatn- og saltkanningini í fiskmum, og fiskurin má ikki verða pakkaður, fyrr enn lirslitið av hesi kanning er fingið. V. Vraking: Tá ið fiskurin verður pakkaður, skulu vrakarar verða hjá- staddir og skulu teir ansa eftir: 1. at fiskurin er javnur til støddar, soleiðis sum keyp- arin ynskir, 2. at fiskurin er yvirhøvur væl virkaður, 3. at ikki meira enn Vx av nr. 3 fiski fer í hvønn kassa ella hvørja tunnu, 4. at fiskurin verður lagdur hampuliga í kassarnar og tunnurnar, 5. at hvør tunna og hvør kassi heldur vekt. Við vraking av fiski til Suðurameriku eru annars tær reglur galdandi, sum fyriskipaðar eru í løgtingslóg nr. 12 frá 12. ja- nuar 1950 um fiskavraking og í teimum starvsreglugerðum fyri vrakarastovnin, sum gjørdar eru við heimild í nevndu lóg. VI. Frávik frá hesi reglugerð kunnu ikki verða gjørd uttan við loyvi frá landsstýrinum. Hetta verður hervið gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, tann 1. juni 1951. Th. Petersen, landsstýrismaður. ------------ J. Djui’huus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.