Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1952, Page 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1952, Page 2
54 Nr. 35. 13. juni. KUNNGERÐ um eyka sukur ransón (syltingarsukur). Sambart lóg nr. 288, 2. sep- tember 1939, og við ávísan til kunngerð nr. 33, 23. oktober 1940, verður við hesum fyriski- pað fylgjandi: § 1. Merkið »S« á persónskamtan- arkortinum fyri apríl ársfjórð- ing 1952 gevur í tíðarskeiðinum juni-juli rætt til keyp av 4 kg av sukri. § 2. Tey handlandi hava skyldu til at senda landshandlinum eyka- merkini »S« í serstakum kon- volutti vísandi talið á hesum merkjum innan 10. august 1952. Hetta verður hervið gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, hin 13. juni 1952. Hákun Djurhuus, landsstýrismaður. J. Ellendersen. Nr. 36. 14. juni. KUNNGERÐ um skipa- og vørugjøld fyri brúnna í Oyndarfirði. Føroya landsstýri hevur góð- kent skipa- og vørugjøld fyri brúnna í Oyndarfirði at galda frá 14. juni 1952 til 31. mars Í953. Greiniligari upplýsingar um gjøldini fáast hjá kommunustýr- inum. Tórshavn, 14. juni 1952. Hákun Djurhuus, landsstýrismaður. M. Helmsdal. Nr. 37. 24. juni. KUNNGERÐ um fyriskipanir móti munn- og kleyvsótt. Eftir §§ 4 og 5 í lóg fyri Før- oyar nr. 36 frá 28. februar 1908 verður fylgjandi fyrisett: § 1. Hóast tær í kunngerð nr. 5, 19. februar 1952 og nr. 13, 14. marts 1952 fyrisettu treytir verð- ur innflyting av niðanfyri nevn- du vørum frá Danmark leysgiv- in: Epli, egg (leggingaregg und- antikin) og tálg, meðan tær í kunngerðum nr. 5 frá 19. fe- bruar 1952 og nr. 10 frá 4. marts 1952 fyrisettu treytir verða rúmkaðar soleiðis fyri innflutt- ning av feskum kjøti: Annaðhvørt skal kjøtið hava ligið í ísi í rninst 3 mánaðir frammanundan avskiping ella at feskt kjøt, loyst úr beini, hevur ligið ófryst í minst 3 dagar frá slátri, áðtenn tað verður av- skipað úr Danmark. Fyri innfluttningi av saltkjøti elia saltaðum og royktum kjøti og kjøtúrdráttum (ið ikki eru bakaðir ella kókaðir) herundir pylsum og fleski: Annaðhvørt sum higartil, ella at kjøtið hevur verið ófryst i minst 3 dagar frá slátri, áðrenn tað fer til saltingar og (ella) roykingar. Djóralæknaváttan skal í hes- um førum fylgja við skipspapp- írunum. § 2. Henda kunngerð kemur í gildi beinan vegin. Hetta verður hervið gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 24. juni 1952. R. Long, landsstýrismaður. J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.