Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1952, Síða 12

Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1952, Síða 12
64 Nr. 52. 21. november. KUNNGERÐ um fyriskipanir móti munn- og kleyvsótt v. m. Eftir §§ 4 og' 5 í lóg fyri Før- oyar nr. 36 frá 28. februar 1908 verður fylgjandi fyrisett: § 1. 011 innflyting av djórum í livi, húðum og skinnum (eisini uil), kjøti, kjøtúrdráttum og tálg, blomstrum og plantum, hoyggi og hálmi, eggum og eplum er forboðin. Landsstýrið kan tó, um søkt verður fram- manundan, gera undantak frá forboðnum. § 2. Innflyting frá Danmark av niðanfyri nevndu vøiaim er tó hóast forboðið í § 1 loyvd: 1. Kjøt, kjøtúrdráttir og tálg. a) Feskt kjøt undir hesum treytum: Annaðhvørt skal kjøtið hava ligið í ísi í minst 3 mánaðir frammanundan avskiping, ella at feskt kjøt loyst úr beini, hevur ligið ófryst í minst 3 dagar frá slaktað er, áðrenn tað verður avskipað úr Dan- mark. b) Saltkjøt ella saltað og roykt kjøt og fyri kjøtúr- drátt (ið ikki er bakað ella kókað) herundir pylsa og flesk, undir hesum íreyt- um: Antin: 1) at saltkjøtið verður innflutt í trætunnum, 2) at avskiparin imdir trúnartreytum váttar, at tunnumar, áðrenn tær fara frá slaktarí- num, verða vaskaðar uttan í 2 % natrium- hyđroxydløgi, og at váttanin fygir við tun- nunum, 3) at saltkjøtið bert verð- ur nýtt til skipaútgerð, 4) at ikki verður sett á tunnurnar uppi á landi, 5) a t sagt verður djóra- læknanum frá fram- manundan hvørjum skipi tunnurnar koma til landið við, 6) at tunnumar verða vaskaðar uttan við sa- ma løgi sum undir treyt 2, áðrenn tær koma á land, ella: a t kjøtið hevur verið ófryst í minst 3 dagar frá plaktað er, áðrenn tað fer til saltingar og (ella) roykingar. Djó- ralæknaváttan skal í hesum førum fylgja við skipspappírunum. c) Kjøtúrdrátt, ið er bakaður og kókaður uttan nærri treytir. d) Tálg og fløt uttan nærri treytir. 2. Avskorin blomstur, greinar og jólatrø uttan nærri treytir. 3. Egg við undantak av legg- ingareggum uttan nærri trey- tir. 4. Epli uttan nærri treytir. § 3. Handilsfóður yvirhøvur eins og korn og mjøl kann bert inn- ílytast frá landspørtum, sum ikki eru sperraðir og bert um landshandilin og váttan frá au- toriseraðum djóralækna ella stedligum politivaldi, at so er, skal fylgja við hvørjari sending. § 4. Løgreglan fyrisetur gjøllari reglur til útinningar av teim í hesi kunngerð gjørdu fyriskip- anum. § 5. Brot móti teim fyriskipanum eftir hesi kunngerð verða at revsa eftir lóg nr. 36 frá 28. fe- bruar 1908. § 6. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin, og samstundis fara kunngerðir nr. 70 frá 18. de- cember 1951, nr. 1 frá 2. janu- ar 1952, nr. 3 frá 18. januar 1952, nr. 4 frá 19. januar 1952, nr. 5 frá 19. februar 1952, nr. 10 frá 4. marts 1952, nr. 12 frá 7. marts 1952, nr. 13 frá 14. marts 1952, nr. 29 frá 25. apríl 1952 og nr. 37 frá 24. juni 1952 úr gildi. Hetta verður hervið gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 21. novem- ber 1952. K. Djurhuus, løgmaður. ------------------ J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.