Føroya kunngerðasavn A og B - 11.06.1957, Blaðsíða 15

Føroya kunngerðasavn A og B - 11.06.1957, Blaðsíða 15
63 Nr. 41. 7. mai. KUNNGERÐ um útvarpsgjald Vanliga útvarpsgjaldið fyri 1957 er kr. 20.- fyri hvønn mót- takara og familjugjaldið er kr. 30.-. Hesi gjøld eru komin til gjaldingar 1. apríl. Hann, sum ikki rindar gjaldið innan 1. juni 1957, skal gjalda herumframt kr. 2.- í eykagjald. Sambart lóg frá 28. marts 1956 § 3 verður fyriskipað, at aftaná 1. mai 1957 kann skyldugt út- varpsgjald verða innheintað við panting eftir somu reglum sum galda fyri skatt. Føroya landsstýri, 7. mai 1957. Edw. Mitens, landsstýrismaður. J. Djurhuus. Nr. 42. 10. mai. KUNNGERÐ um avtøku av kunngerð um landing av kalva frá fiskiskip- um, sum eru ikki hoyrandi heima í Føroyum. Kunngerð nr. 17 frá 23. juni 1953 um landing av kalva frá fiskiskipum, sum eru ikki hoyr- andi heima í Føroyum, verður hervið avtikin. Hetta verður hervið gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 10. mai 1957. Edw. Mitens, lanđsstýrismaður. J. Djurhuus. Nr. 43. 21. mai. KUNNGERÐ Við heimild í § 3 í fyriskipan fyri Føroyar frá 24. juli 1928 um sølu av denatureraðum sprittí verður prísurin á denaturerað- um spritti broyttur soleiðis: Heilsøluprísurin: Frá kr. 2,00 til kr. 2,15 í tunnu til smásøiu Frá kr. 2,15 til kr. 2 30 í dunkum til smásølu Smásøluprísurin: Frá kr. 2,60 til kr. 2,75 pr. Vi litur Frá kr. 1,65 til kr. 1,75 pr. V2 litur Frá kr. 0,90 til kr. 0,95 pr. V4 litur Hetta verður hervið gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 21. mai 1957. Hákun Djurhuus, landsstýrismaður. J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.