Føroya kunngerðasavn A og B - 29.06.1962, Blaðsíða 7
41
prísin, tó ikki um fiskurin
verður landaður uttanfyri Før-
oyar ella Grønland.
§ 6.
Viðbótin eftir § 5 er henda:
a) Fullsaltaður toskur nr. 1
landaður í Føroyum ella
Grønlandi av snøris-, línu-
ella t;arnaveiðu:
Toskur yvir 22”
55 oyru pr. kg.
Fullsaltaður fiskur nr. 1
lanđaður í Føroyum ella
Grønlandi av trolveiðu:
Toskur yvir 22”
25 oyru pr. kg.
Fullsaltaður fiskur nr. 1
landaður í Føroyum ella
Grønlandi av snøris-, línu-,
garna- og trolveiðu:
Toskur 16—22”
20 oyru pr. kg.
Toskur 12—16”
5 oyru pr. kg.
Fyri fullsaltaðan tosk av út-
róðri í Grønlandi:
10 oyru pr. kg.
Fyri allan feskfisk av út-
róðri í Grønlandi:
5 oyru pr. kg.
b) Prísískoyti verður bert gold-
ið so langt, til hýra + prís-
viðbót er 1.600 kr. um mán-
aðin tann túrin. f sjálvdrátti
á teim gomlu skipunum tó
einki hámark.
c) Prísískoyti verður latið til
hesar partar av bruttofong-
inum:
á snørisskipum 45%
á stórtrolarum 20%
á øðrum trolarum og
garnaskipum 30%
á smærri trolførum og
línuskipum 3 5 %
og luttaka í býtinum av
hesum allir av manningini
uttan skiparar, maskinmeist-
arar og kokkadreingir við
líka parti til hvønn; har
mynstrað er fyri minni enn
heilan part fær hesin í mun
til partin. f sjálvdráttar-
veiðu verður býtt eftir
fiskatali. í sjálvdráttarveiðu
fær lastamaðurin bert við-
bót av lastamanslønini (fi-
skatalinum) og kokkurin
bert av 114 miðalparti (ikki
av sjálvveiddum fiski), alt
innanfyri tey 45 % av brut-
to. Skiparar, maskinmeist-
arar og kokkadreingir fáa
viðbót eftir somu treytum,
t. v. s. hægst ein part hvør
men uttanfyri frammanfyri
ásettu %. Við stórtrolarar
verður meint trolarar yvir
500 BRT
§ 7.
Innan 4 vikur eftir landing
sendir reiðarin grunninum av-
rokning við hesum frágreið-
ingum: Vektseðil (í sjálvdrátti
við stykkjatali pr. mann), lista
yvir menninar við avrokning
pr. mann, matrokning, fyri
bestamenn og motorpassarar
nettopart pr. mann, og tá Fi-
skivinnustovan hevur váttað,
at vektseðilin er samsvarandi
vrakaraváttanini, kann grunn-
urin avgreiða prísískoytið til
teirra, ið eru lógliga mynstr-
aðir.
III. Úttøka.
§ 8.
Grunnurin hevur heimild at
taka aftur úttøku, ið ikki kann
rindast av avrokning fiski-
manna, av prísískoyti, lønar-
viðbót og frítíðarløn.
§ 9.
Úttøkan er upp til 660.- kr.
um mánaðin til teir menn, ið
eru undir minstulønarskipan-
ini (á saltfiska- og sildaveiðu
og á útróðri í Grønlandi) og
fæst soleiðis:
Uppá umsóknarblað, ið fæst
hjá skrivstovu grunsins, fiski-
mannafelagsins og mynstring-
arstjórunum, skrivar maður,
ið ynskir úttøku, ta peninga-
hædd, hann ynskir um mánað-
in, skipanavnið, navn sítt, føð-
ingardag og -ár, bústað, navnið
á tí, peningurin skal sendast
til, og hevur hann við undir-
skrift síni tilskrivað grunni-
num sjóveð fyri úttøkupening-
in av avrokning sínari, so langt
hon røkkur. Tá reiðarin hevur
sent grunninum blaðið undir-
skrivað, at hann hevur merkt
sær sjóveðið til frádráttar í
avrokning avvarandi fiski-
mans, at hann áleggur útflutn-
insfelagnum, ella tí manni ella
felag, hann selur fiskin til, at
rinda aftur peningin í grunnin
fyrst av hvørjari sølu, so langt
avrokningin røkkur, gnmnurin
hevur bókað hetta og fingið
trygd fyri, at peningurin við
neyðugum rentum verður aft-