Føroya kunngerðasavn A og B - 29.06.1962, Blaðsíða 26

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.06.1962, Blaðsíða 26
60 Nr. 31. 29. mai. KUNNGEKÐ um studning til mjólkafram- leiðslu. Við heimild í § 22.5.4. í fíg- gjarløgtingslóg nr. 7 frá 30. marts 1962 um studning til neytahald verður studningur veittur mjólkaframleiðarum um meiarí og mjólkasølur so- leiðis: Fyri mánaðarnar apríl og mai 1962: I. Vanligur mjólkastudning- ur: 15 oyrur fyri liturin fyri innvigaða konsummjólk (nýmjólk), ið verður av- roknað framleiðara við í minsta lagi 85 oyrum fyri liturin (frároknað studn- ingi). II. Ostamjólka-studningur: 25 oyrur fyri liturin fyri avlopsmjólk, ið fer til ostagerð. III. Flutningsstudningur: Uppí 10 oyrur fyri liturin til uttanbýggja framleiðar- ar, ið selja og lata flyta nýmjólk á landi til mjól- kabát ella mjólkasølur. Treytirnar fyri at fáa stud- ning eru hesar: 1. Vanligan studning: a) Um meiarí: Uppgerð frá meiarí hvønn mánað, litratal fyri hvørja bygd sær sambart autoriseraðum handilsbókum við tilskil- an av avrokningarprísi- num hjá meiarínum utt- an studning og søluprís- in. b) Um mjólkasølur: Kvittað uppgerð frá framleiðara við váttan frá mjólkasølu, tilskilað litratal, avroknaðan inn- keypsprís (íroknað stud- ningi) og søluprísin til brúkara. c) Søluprísurin til brúkara má hægst liggja 20 oyrur pr. liturin omanfyri tann avrokningarprís, sølubúð- in letur framleiðaranum uttan studning. 2. a) Uppgerð yvir avlops- mjólk skal vera á sama uppgerði, sum meiarí senda inn um vanligan studning, sambart punkt 1. a). b) Meiarí skal kunna próg- va, at avroknað avlops- mjólk er farin til ost ella aðra framleiðslu, t. d. við váttaðari produk- tiónsnøgd. 3. Flutningsstudningur verður bert veittur til veruligar út- reiðslur, tá meiarí ella mjólkasøla hava prógvað, at mjólkin er flutt á landi úr aðrari bygd. Hesin studn- ingur verður tá golđin so- leiðis: a) til mjólkasølu, um henda prógvar at hava lagt studningin út, b) flutningsmanni beinleið- is, um váttan fyriliggur frá mjólkasøluni. Flutningsstudningur má stan- da í mun til flutningsstrekkið og kann vera avmarkaður við 1 oyra pr. 1 km tó frá 5 uppí 10 oyrur pr. liturin. Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 29. mai 1962. N. Winther Poulsen, landsstýrismaður. J. Ellendersen.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.