Føroya kunngerðasavn A og B - 29.06.1962, Blaðsíða 8
42
urgoldin i so stórum muni, sum
avrokningin hjá hvørjum ein-
stakum fiskimanni røkkur, og
fingið skrivliga váttan mynstr-
ingarstjórans, at maðurin er
mynstraður, verður peningurin
sendur við postávísu porto,
so skjótt skrivstovan kann av-
greiða aftaná hvønn 1. í kom-
andi mánað.
Um reiðarin ikki sendir blað-
ið aftur undirskrivað áðrenn
14 dagar, eigur hann skrivliga
at siga gninninum frá, at hann
sjálvur rindar úttøkuna.
Grunnurin sendir reiðara-
num uppgerð yvir goldna út-
tøku fyri hvønn mánað.
Reiðarin hevur skyldu at
senda grunrdnum skrivliga
váttan um fráfaringar- og aft-
urkomudag beinanvegin, skip-
ið er aftur í landingarhavn aft-
aná hvønn einstakan túr. Ger
hann ikki tað, má reiðarin
sjálvur bera tað tap, herav
kann standast.
IV. Frítíðarløn.
§ 10.
Fiskimenn, ið eru limir Før-
oya Fiskimannafelags, eiga úr
lønjavningargrunninum % av
6 % frítíðarviðbót av nettoav-
rokning teirra fyri 1962 sam-
bært sáttmála millum Føroya
Fiskimannafelag og Føroya
Reiðarafelag, lønarviðbót og
prísískoyti, tó í mesta lagi av
1.350.- kr. um mánaðin, í sjálv-
dráttarveiðu tó einki hámark,
og verður hesin peningur út-
goldin tann 2. mai árið eftir
fyri álmanakkaárið gjøgnum
Føroya Fiskimannafelag.
V. Studningur til heimaútróður.
§ 11.
Frá 1. apríl 1962 verður lat-
ið til aRan rundan, kruvdan
ráfisk við høvdi, innhandlaður
í Føroyum til útflutnings 15
oyru pr. kg. Um fiskurin verð-
ur avreiddur avhøvdaður, legg-
ur lønjavningargrunnurin 25 %
aftrat uppgivnu vektini, áðr-
enn studningurin verður út-
íoknaður. Til fiskimenn, sum
frá opnum bátum veiða sild á
føroyskum firðum til agns,
fiystingar og saltingar og av-
reiða til uppkeypara, verður
latið í studningi 15 oyru pr. kg.
Fyri at fáa studningin goldn-
an krevjast váttanir á skema,
sum grunnurin gevur út.
Umsóknir um studning fyri
fíggjarárið 1962-63 mugu vera
innkomnar til lønjavningar-
grunnin 30. apríl 1963; seinni
innkomnar umsóknir verða
ikki avgreiđdar.
Tórshavn, 8. mai 1962.
Poul J. Olsen.
Eftir § 2 í løgtingslóg nr. 3
frá 18. februar 1955, smbr. løg-
tingslóg nr. 15 frá 4. mai 1961
og løgtingslóg nr. 11 frá 11.
mai 1962, góðkennir lands-
stýrið hesa reglugerð fyri Løn-
javningargrunn Skipsfiskiman-
na viðvíkjandi minstuløn, við-
bót til fiskaprís og frítíðarløn.
Lagt. verður aftrat, at studn-
ingunn úr landskassanum eftir
løgtingslóg nr. 11 frá 11. mai
1962 er settur til hægst 1,8
mill. kr. og eftir løgtingslóg
nr. 15 frá 4. mai 1961 til hægst
500.000,- kr. Útgjalding av frí-
tíðarløn verður í tíðarskeiði-
num 2. mai — 30. september
árið eftir sum tilskilað í reglu-
gerðini.
Føroya landsstýri, 11. mai
1962.
P. M. Dam,
løgmaður.
J. Djurhuus.