Føroya kunngerðasavn A og B - 29.06.1962, Blaðsíða 16

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.06.1962, Blaðsíða 16
50 Nr. 20. 16. mai. KUNNGEKÐ um oyðing av rottu. Samsvarandi heimild í § 1 í løgtingslóg nr. 40 frá 1. juni 1961 um oyðing av rottu hev- ur landsstýrið fyrisett hesa REGLUGERÐ. § 1. Reglulig rottuoyðing verður sett í verk eina ferð um árið frá 1. til 10. november í øllum kommunum, har rotta er. Tó kann lanđsstýrið áseta — um tað heldur tað verða neyðugt fyri at fáa arbeiðið gjørt í fyrstani — at oyggjarnar verða lagdar í trý, soleiðis at byrjað verður fyrsta árið við einum triðingi, næsta árið annar trið- ingur afturat og fyrst triðja árið um allar oyggjarnar. Teir partar, sum eina ferð eru viðgjørdir, skulu síðani viðgerast á hvørjum ári. Um oyggjamar verða sund- urlagdar, skal oyggj ikki být- ast, men heilar oyggjar vera í hvørjum partinum. § 2. Kommunan hevur skyldu til at fáa tilvega tað tilfar, eitur og útleggingarkassar v. m., sum neyðugt er til útleggingina, bæði til høvuðsútleggingina og til eftirfylling, so leingi brúk er fyri tí. § 3. Til rottuoyðingina verður einans nýtt eitur, sum lands- stýrið góðkennir. Henda góð- kenning geldur ikki bert tað slag av eitri, sum nýtt verður, men hvørja einsæra blanding av eitri og ífyllu. Til annað verður lýst, skal kommuna bert venda sær til landsstýrið um at fáa eitur til rottuoyðing. § 4. Hvør kommuna skal áseta ein álítandi mann til at leggja eitur út og hava tað arbeiði undir hond, sum stendst av hesum. Helst má hesin maður verða við arbeiðið ár um ár, so hann kann koma sær til lítar inn í arbeiðið. Smáar kommunur kunnu vera felags um ein og sama mann í samráð við landsstýrið. Kommunur skulu áðrenn 1. juni í ár lata landsstýrið vita, hvørjir menn, ið kosnir eru. Búnaðarráðgevarin skal so í samráð við hesar menn leggja arbeiðið til rættis og leggja ætlanina fyri kommununa. Til hetta forarbeiðið hevur kom- muna skyldu at vera til hjálp- ar, deils við at lata innivist til samráðingar og deils við at lata hjálparmanning, um tað er neyðugt. § 5. Hvør eigari og leigari skal geva loyvi til, at hús og um- ráði verða kannað fyri rottur og eitur lagt út. Líkaleiðis hevur eigari og leigari skylđu til at ganga teimum til handa, sum oyðing- ina skulu fremja, bæði innan- hýsis, í bø, haga og bakka. § 6. Eigári og leigari av virki, sum hevur framleiðslu, goym- slu ella sølu av føðievni til menniskjur ella dýr, skyldar til at gera tey tiltøk, honum verða áløgd av kommununi, fyri at forða rottu í at koma inn í bygningar ella at halda til á teirra umráði, eins og teir eisini hava skyldu til at beina alt avfall burtur, so at tað elvir ikki rottu. § 7. Búnaðarráðgevarin hevur skyldu til at hava eftirlit við, at tey arbeiði, ið áliggja kom- mimum í samband við rottu- oyðing, verða gjørd, og skal geva landsstýrinum frásøgn um tað, sum er at átala.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.