Føroya kunngerðasavn A og B - 24.08.1973, Page 36

Føroya kunngerðasavn A og B - 24.08.1973, Page 36
88 § 6. Reglurnar í § 10 í lógini um Føroya løgting um ógildugar atkvøðuseðlar verða nýttar samsvarandi. § 7- Aftaná at atkvøðugreiðslan er liðug telur valstýrið' atkvøðurnar upp. Valstýrið sendir beinanvegin vallistar og atkvøðuseðlar saman við útskrift av valbókini til formannin í løgtingsvalnevndini í viðkomandi valdømi. í seinasta lagi vikudagin aftaná fólkaatkvøðuna skal valnevndin kanna og telja atkvøðuseðlarnar upp av nýggjum, formaðurin sendir landsstýrinum síðani úr- slitið saman við útskrift av valbókini váttað av honum. § 8. Klagur um fólkaatkvøðuna skulu stílast til løgtingið og sendast landsstýrinum innan vikudagin aftaná fólka- atkvøðuna. § 9- Landsstýrið kunnger úrslitið av fólkaatkvøðum. Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 17. juli 1973. Peter F. Christiansen varaløgmaður ------------- J. Djurhuus

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.