Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Page 18
34
Nr. 9.
3. februar.
KUNNGERÐ
um
norska fiskiveiðu á landleiðini eftir botnfiski í 1984.
Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond,
hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á landleið-
ini, er í 1984 loyvt skipum, skrásett og heimahoyrandi í Noregi at reka fiskiskap á land-
leiðini uttanfyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum við øðrum reiðskapi enn troli.
2. stk. Veiða við gørnum er ikki loyvd á hesi leið í tilskilaða tíðarskeiðinum 1. februar
til 30. apríl innanfyri 25 fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Eiðis-
kolli (62° 19’ 17” N 07°05’28” V) og 0° rættvísandi úr Ennibergi (62°23’49” N 06°33’38”
V).
§ 2. Loyvda veiðan er 8.000 tons av botnfiski (longa, brosma, upsi og blálonga).
Upsaveiðan má ikki fara upp um 1150 tons. í loyvdu veiðuni er íroknað hjáveiða upp til
1200 tons; av hvørjum fiskaslagi má hjáveiðan ikki fara upp um 570 tons.
§ 3. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at:
1) landsstýrið (Fiskivinnustovan), áðrenn fiskiskapur verður byrjaður, fær boð um
navn skiparans, skipanavn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingar-
bókstav og -nummar, skipastødd, longd, brutto- og nettotonnagu, maskinhesta-
kreftir og veiðuhátt,
2) skipið hevur fingið fiskiloyvi,
3) skipið sigur yvir Tórshavnar Radio Fiskivinnustovuni frá, tá tað kemur inn á land-
leiðina, og sigur frá veiðuni, sum er veidd áðrenn skipið kemur á landleiðina,
flokkað eftir fiskasløgum og nøgd,
4) skipið sigur dagliga fyrrapartin Fiskivinnustovuni frá, hvar tað er statt kl. 0700
GMT.
5) skipið fylgir vegleiðingunum frá sjóverjuni og er henni til hjálpar í inningini av
tænastuni, og
6) skipið sigur Fiskivinnustovuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis uppgevur
met yvir veiðunøgd (ósløgdur fiskur), hvørt fiskaslagið sær.
§ 4. Einki skip má nýta upsagarn, sum í nøkrum parti av garninum hevur smærri
meskar enn 150 mm ella størri meskar enn 165 mm.
2. stk. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur hesi mát sambært 1. stk., skal vera fyri seg
sjálvan í serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
3. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskurin verður strektur á vátum neti
diagonalt eftir longdini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásetta mátinum lættliga
ganga gjøgnum meskarnar í netinum, jbr. starvsreglugerð fyri vaktartænastuna á
landleiðini viðvíkjandi meskamáting.