Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Side 277
293
bókstav og -nummar, skipastødd, longd, brutto- og nettotonngau og maskin-
hestakreftir,
(3) skipið yvir Tórshavnar Radio sigur Fiskivinustovuni frá, tá tað kemur inn á land-
leiðina og sigur frá veiðuni, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á sjóøki Føroya,
flokkað eftir fiskasløgum og nøgd,
(4) skipið dagliga fyrrapartin sigur Fiskivinnustovuni frá, hvar tað er statt kl. 07°°
GMT,
(5) skipið fylgir vegleiðingum frá sjóverjuni og er henni til hjálpar í inningini av
tænastuni,
(6) skipið fylgir teimum reglum, ið møguliga verða settar, at sleppa undan trokan,
meðan fiskiskapurin fer fram á einum lutfalsliga avmarkaðum øki, og at
(7) skipið sigur Fiskivinnustovuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis uppgev-
ur met yvir veiðunøgd.
§ 3. Skip, ið hevur fingið loyvi at veiða svartkjaft við troli, hevur ikki loyvi at reka
annan fiskiskap.
2. stk. Fiskireiðskapur, ið ætlaður er til aðra veiðu enn eftir svartkjafti, skal vera fyri
seg sjálvan í serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
3. stk. Frá reglunum í 1. og 2. stk. kann landsstýrið geva undantak fyri royndarfiski-
skap.
§ 4. í beinleiðis veiðu eftir svartkjafti er loyvt at nýta nót og trol. Loyvt er at nýta
trolmeskar niður í 16 mm.
2. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskurin verður strektur á vátum neti
diagonalt eftir longdini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásetta mátinum lættliga
ganga gjøgnum meskarnar í netinum, jbr. starvsreglugerð um meskamáting.
§ 5. Tá skip kemur inn á øki, har tað ikki hevur loyvi at físka, skal allur fískireið-
skapur vera burturstúgvaður á sínum náttúrliga staði og trolwirar útsjeklaðir.
§ 6. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og haraftrat kann allur
fiskireiðskapur, so sum net, lemmar, wirar v.m. og fongur koma undir konfiskatión.
Skipið kann heftast til rindingar av bót og kostnað. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur,
um førarin av skipinum er dømdur fyri brot móti ásetanum í hesi kunngerð.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi tann 1. januar 1985. Samstundis fara úr gildi
kunngerð nr. 116 frá 28. december 1983, nf. 7 frá 24. januar 1984, nr. 16 frá 3. februar
1984 og nr. 71 frá 12. juni 1984.
FØROYA LANDSSTÝRI, 19. december 1984.
Pauli Ellefsen
løgmaður
/Julianna Klett