Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Blaðsíða 175
191
Nr. 86.
24. september.
KUNNGERÐ
um
fvribilsskattaskráseting v.m. fyri árið 1985 og
um innkrevjing av skattaeftirstøðum
Sambært løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um samtíðarskatt §§41,42,43,44,
45 og 50, 1. og2. stk., §51,3. stk., §§ 67-76, § 85, §92,5. stk., § 95 og § 136 verða hesar
reglur ásettar:
Fyribilsskattaskráseting
§ 1. Fyribilsskattaskrásetingin er undir ábyrgd og umsiting av Líkningarráð
Føroya.
§ 2. Vísandi til løgtingslóg nr. 86 frá 1. juni 1982 um fólkayvirlit og til kunngerð nr.
95 frá 13. juli 1982 um fólkayvirlit, myndar skráin hjá landsfólkayvirlitinum og
verandi skattaskrá grundarlagið undir fyribilsskattaskrásetigini fyri árið 1985, sbr. §
67, 3. stk. í løgtingslóg um samtíðarskatt.
§ 3. Fyribilsskattaskrásetingin, sum gjørd verður í november 1984, verður nýtt sum
grundarlag undir fyribilsskattgjaldingini í álmanakkaárinum 1985. Skrásetingar, sum
ikki kunnu ásetast um hettá mundið, verða at áseta seinri.
§ 4. Fyri hvørja kommunu sær verður pr. 10. september 1984 gjørdur ein skatta- og
manntalslisti við teimum persónum, sum mett verður skulu fyribilsskattaskrásetast
fyri árið 1985. Harumframt verða á serstøkum skattalista tikin við tey feløg v.m., sum
eru skattskyldug til avvarðandi kommunu. I fyrra parti verða settir allir persónar í
antin bókstavarøð ella føðingardagsraðfylgju eftir ynski kommununnar. I seinra parti
verða sett øll feløg v.m. í antin bókstavarøð ella við arbeiðsgevaratali sínum.
§ 5. Skatta- og manntalslistarnir verða sendir kommunum til gjøgnumgongd.
Kommunan ger í hesum sambandi neyðugar rættingar og viðmerkingar til listan.
§ 6. Kommunan nýtir tann rættaða listan sum grundarlag undir fíggjarætlanini fyri
næsta fíggjarár og ásetir í hesum sambandi líkningarprosentini, sbr. § 47, 1. stk. í
løgtingslóg um samtíðarskatt. Listin og líkningarprosentini skulu verða líkningar-
ráðnum í hendi innan 1. oktober 1984. Samstundis skal kommunan boða frá tí í § 46,3.
stk. ásetta barnafrádrátti.
Skattakommuna
§ 7. Persónar verða skrásettir í tí kommunu, har teir tánn 1. oktober 1984 hava
tilhald sítt, sbr. § 41 í løgtingslóg um samtíðarskatt.
§ 8. Børn, sum tann 1. januar 1985 eruundir 16 ár, verðabert fyribilsskattaskrásett,
um so er, at tev væntandi fáa skattskylduga inntøku í árinum.