Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1984, Blaðsíða 156
172
bjálvanum skal standa: Navn skúlans, royndarskeið, uppgávuslag og -tal, vikudagur,
dato, klokkutíð fyri byrjan, hvussu leingi tann ávísa royndin varar og upplýsingar um
loyvd hjálparamboð. Uppgávubjálvarnir verða sendir í innskrivaðum pakka til skúlan
ella latnir skúlaleiðaranum í hendurnar móti kvittan.
3. stk. Skúlaleiðarin skal lata uppgávupakkan upp beinanvegin eftir móttøkuna fyri
at vissa seg um, at teir neyðugu uppgávubjálvarnir eru, at tað rætta talið er skrivað á
teir, og at vikudagur, dato og klokkutíð er samsvarandi talvuni yvir royndirnar, sum er
send skúlanum áður. Um okkurt ikki samsvarar, skal skúlaleiðarin alt fyri eitt boða
Landsskúlafyrisitingini frá hesum.
4. stk. Skúlin má ikki gera seg kunnugan við uppgávurnar, áðrenn royndirnar byrja.
§ 13. Um so er, at ein próvtakari verður ov seinur til eina skrivliga roynd, kann hann
vanliga ikki fara til roynd í viðkomandi lærugrein. Skúlaleiðarin kann tó loyva honum
at fara til royndina, um hann metir tað óhugsandi, at próvtakarin hevur fingið upp-
lýsingar um uppgávuna, og um skúlaleiðarin metir seinkanina vera nóg væl grund-
givna. Leiðarin eigur tá straks at boða Landsskúlafyrisitingini frá málinum, og tekur
hon støðu til, um royndin hjá hesum próvtakara kann verða góðkend ella ikki.
2. stk. Ein próvtakari, sum — uttan iva — á órættiligan hátt útvegar ella roynir at
útvega sær sjálvum ella veitir ella roynir at veita øðrum próvtakara hjálp til uppgávu-
loysnina, skal av skúlaleiðaranum verða vístur burtur frá royndini í viðkomandi læru-
grein, og skal málið straks verða fráboðað Landsskúlafyrisitingini. Kemur fram undir
royndini ella metingini ein varhugi av, at ein próvtakari á órættiligan hátt hevur
útvegað ella roynt at útvega sær sjálvum ella veitt ella roynt at veita øðrum próvtakara
hjálp, eigur tað at verða fráboðað Landsskúlafyrisitingini, sum kannar málið. Um so
er, at Landsskúlafyrisitingin staðfestir varhugan, verður próvtakarin av Landsskúla-
fyrisitingini at metast sum burturvístur frá royndini í hesi lærugrein. Støðan hjá
Landsskúlafyrisitingini er endalig.
§ 14. Ein próvdómari og lærarin í lærugreinini meta uppgávusvarini.
2. stk. Próvdómarin ger fyrst sína meting og síðan lærarin. Aftaná fer samráðing
fram um metingina. Próvdómarin tekur stig til hesa samráðing. Er semja um met-
ingina, skrivar próvdómarin próvtalið á próvtalslistan í teigin próvtøl. Verða partarnir
ikki samdir um eitt próvtal, skrivar próvdómarin á próvtalslistan í teigin viðmerkingar
próvtalið hjá læraranum og próvtalið hjá próvdómaranum, og einki verður skrivað í
teigin próvtal. Próvdómarin — og lærarin um hann er hjástaddur — undirskrivar
síðani próvtalslistan, og próvdómarin handar hann ella sendir hann í innskrivaðum
brævi til skúlan í seinasta lagi 4 dagar, áðrenn summarfrítíðin byrjar. Skúlaleiðarin
skipar fyri, at lærarin undirskrivar listan, um hann ikki longu hevur gjørt tað. Lærarin
sendir uppgávurnar í innskrivaðum pakka til skúlan ella handar tær somuleiðis í
seinasta lagi 4 dagar, áðrenn summarfrítíðin byrjar.
3. stk. Uppgávusvarini kunnu latast teimum próvtakarum, ið ynskja tað, tá ið teir
hava móttikið fráfaringarskjalið. Uppgávusvar, ið ikki verða latin próvtakarum, skulu
varðveitast á skúlanum í eitt ár. *
V Tær munnligu og verkligu royndirnar.
§ 15. Skúlaleiðarin skal senda Landsskúlafyrisitingini upplýsingar um, hvat ið
verður uppgivið til tær munnligu royndirnar, og um tær arbeiðsgongdir, sum eru nýttar