Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 20.05.1994, Síða 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 20.05.1994, Síða 1
173 Kunngerðablaðið A 1994 Hefti 11 ISSN 0907-905X Nr. 57 9. mai KUNNGERÐ um góðkendar kavaraskúlar Samsvarandi § 4, stk. 1, nr. 3 í løgtingslóg nr. 51 frá 28. apríl 1992 um kavaravinnu hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Vaktar- og bjargingartænastan stendur fyri kavaraskúla, sum er góðkendur eftir lógini at geva frálæru fyri allar kavarar eftir §§ 2 og 3 í lógini samsvarandi reglunum ásettar í kunn- gerð nr. 26 frá 1. mars 1994 um kavaraskeið og kavararoyndir. § 2. Føroya Kavaraskúli er góðkendur at geva frálæru fyri kavarar við rættindum at útinna ar- beiði sum lættur kavari niður á 12 m dýpi sam- bært § 2, stk. 1, nr. 3) í lógini samsvarandi reglunum ásettar í kunngerð nr. 26 frá 1. mars 1994 um kavaraskeið og kavaravinnu, tó av- markað til 12 m dýpi. § 3. Tað áliggur góðkendum kavaraskúla til eina og hvørja tíð at hava ein av landsstýrinum góðkendan leiðbeinara, sum stendur fyri út- búgvingini og venjingunum, umframt neyðug hjálparfólk tøk undir venjingum. § 4. Tað áliggur leiðbeinara av skúlanum at tryggja, at reglumar um kavaraútgerð, um tryggleika og um læknakanningar hjá kavarum sum ásett í kunngerð nr. 138 frá 3. desember 1990 verða fylgdar. § 5. Skeiðsgjøld skulu vera góðkend av lands- stýrinum. § 6. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. FØROYA LANDSSTÝRI, 9. mai 1994 Thomas Arabo (sign.) landsstýrismaður /Kjartan Hoydal (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.