Føroya kunngerðasavn A og B - 20.05.1994, Qupperneq 1
173
Kunngerðablaðið A
1994 Hefti 11
ISSN 0907-905X
Nr. 57 9. mai
KUNNGERÐ
um
góðkendar kavaraskúlar
Samsvarandi § 4, stk. 1, nr. 3 í løgtingslóg nr.
51 frá 28. apríl 1992 um kavaravinnu hevur
landsstýrið fyrisett:
§ 1. Vaktar- og bjargingartænastan stendur fyri
kavaraskúla, sum er góðkendur eftir lógini at
geva frálæru fyri allar kavarar eftir §§ 2 og 3 í
lógini samsvarandi reglunum ásettar í kunn-
gerð nr. 26 frá 1. mars 1994 um kavaraskeið og
kavararoyndir.
§ 2. Føroya Kavaraskúli er góðkendur at geva
frálæru fyri kavarar við rættindum at útinna ar-
beiði sum lættur kavari niður á 12 m dýpi sam-
bært § 2, stk. 1, nr. 3) í lógini samsvarandi
reglunum ásettar í kunngerð nr. 26 frá 1. mars
1994 um kavaraskeið og kavaravinnu, tó av-
markað til 12 m dýpi.
§ 3. Tað áliggur góðkendum kavaraskúla til
eina og hvørja tíð at hava ein av landsstýrinum
góðkendan leiðbeinara, sum stendur fyri út-
búgvingini og venjingunum, umframt neyðug
hjálparfólk tøk undir venjingum.
§ 4. Tað áliggur leiðbeinara av skúlanum at
tryggja, at reglumar um kavaraútgerð, um
tryggleika og um læknakanningar hjá kavarum
sum ásett í kunngerð nr. 138 frá 3. desember
1990 verða fylgdar.
§ 5. Skeiðsgjøld skulu vera góðkend av lands-
stýrinum.
§ 6. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at
hon er kunngjørd.
FØROYA LANDSSTÝRI, 9. mai 1994
Thomas Arabo (sign.)
landsstýrismaður
/Kjartan Hoydal (sign.)