Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 20.05.1994, Side 24

Føroya kunngerðasavn A og B - 20.05.1994, Side 24
196 Nr. 78 20. mai KUNNGERÐ um løgtingsval Við heimild í § 15, stk. 2 í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Føroya Løgting við seinni broyt- ingum ásetir løgmaður, at val verður til Føroya Løg- ting hósdagin 7. juli 1994. 1. Nýggjur flokkur. í seinasta lagi 5 vikur áðrenn valdagin, tað er í seinasta lagi hósdagin 2. juni 1994 kl. 18.00 kunnu í minsta lagi 800 veljarar boða landsstýrinum frá stovnan av nýggjum flokki, sum tekur lut í valinum. Við fráboðanini av nýggjum flokki skulu fylgja dagfestar og undirskrivaðar vátt- anir frá øllum veljarum, sum fráboða flokkin, og váttanimar skulu vera undirskrivaðar av avvarðandi kommunum, um at viðkomandi em á vallista. Vátt- anir, sum em eldri enn 1 ár frá fráboðanardegnum, kunnu ikki góðkennast. Flokkurin verður tikin við í býtinum av eykaumboðum. 2. Valevnislistar skulu vera formanninum í avvarð- andi løgtingsvalnevnd í hendi í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin, tað er hósdagin 16. juni 1994 kl. 18.00. Ein valevnislisti má ikki hava fleiri valevni enn 2 ferðir talið av løgtingsmonnum, ið veljast skulu í valdøminum. Um henda treyt ikki verður hildin, skal listin verða lýstur ógildugur. Valevnini skulu vera so skilliga lýst við navni, starvi og bústaði, at eingin samanblanding við nakran annan valbæran persón kann standast av. Listin skal vera undirskriv- aður av valevnunum og íminsta lagi av 10 og í mesta lagi av 15 veljamm sum stillamm, og hjálagd- ur skal vera listi yvir stillaramar, har teir skilliga em lýstir við navni, starvi og bústaði. Stillaramir og valevnini kunnu eisini undirskriva á avrit av valevn- islistanum. Valevnini kunnu eisini vátta sína upp- stilling við brævi, fjarriti, telexi o.t. Listin skal vera latin inn av einum stillara, og hesin hevur rætt til á einum avriti av valevnislistanum at fáa kvittan frá formanninum fyri, at listin er móttikin og nær. Eingin má stilla upp samstundis til val í ymsum val- dømum ella sum valevni hjá meira enn einum flokki ella stilla upp uttanflokka og samstundis taka undir við einum flokki. Ger nakar móti hesum, verður val- ið, um tað fellur á hann, ógildugt. Eingin kann vera stillari fyri meira enn ein valevnis- lista. Hann, ið er stillari fyri fleiri listar, kann ikki roknast sum stillari hjá nøkrum lista. 3. Floksgóðkenning av listum. I seinasta lagi 14 dagar áðrenn valdagin, tað er í seinasta lagi hósdag- in 23. juni 1994 kl. 18.00kann ein flokkur skrivliga boða formanninum fyri viðkomandi løgtingsval- nevnd frá, hvønn ella hvørjar valevnislistar flokkur- in góðkennir sum listar floksins. Verður eingin tflík fráboðan gjørd, verða teir valevnislistar, sum taka undir við flokkinum, roknaðir sum góðkendir av honum. Valevnislistar, sum ikki verða góðkendir av flokkinum, verða at rokna sum uttanflokkalistar. 4. Ogildugur valevnislisti. Um valevnislisti verður lýstur ógildugur, ella um valevni verður strikað av listanum, skal henda avgerð valnevndarinnar, sum er endalig, verða skrivað í valbókina og úrskrift úr henni um hetta skjótast møguligt og í øllum førum fyri valið, verða send stillara, sum listan hevur latið inn. Heldur nevndin, at ein rættstundis innlatin val- evnislisti er so ófullfíggjaður, at neyðugt er at gera hann ógildugan, skal nevndin beinanvegin boða við- komandi stillara frá hesum og geva honum høvi til innan 24 tímar at bøta um brekið. 5. Løgmaður gevur hvørjum flokki eina bókstava- merking, sum nýtt verður til valevnislistar floksins í øllum valdøminum. Hvør flokkur eigur um gjørligt at fáa sama bókstav, sum hann áður hevur nýtt til onnur val. Hetta verður gjørt kunnugt. FØROYA LANDSSTÝRI, 20. mai 1994 Marita Petersen (sign.) løgmaður /Hjalgrim Hilduberg (sign.) Prent: Dimmalætting 11212 Hefti 11 • nr. 57-78 • Útgivið tann 20. mai 1994

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.