Føroya kunngerðasavn A og B - 20.05.1994, Qupperneq 24
196
Nr. 78 20. mai
KUNNGERÐ
um
løgtingsval
Við heimild í § 15, stk. 2 í løgtingslóg nr. 49 frá 20.
juli 1978 um val til Føroya Løgting við seinni broyt-
ingum ásetir løgmaður, at val verður til Føroya Løg-
ting hósdagin 7. juli 1994.
1. Nýggjur flokkur. í seinasta lagi 5 vikur áðrenn
valdagin, tað er í seinasta lagi hósdagin 2. juni 1994
kl. 18.00 kunnu í minsta lagi 800 veljarar boða
landsstýrinum frá stovnan av nýggjum flokki, sum
tekur lut í valinum. Við fráboðanini av nýggjum
flokki skulu fylgja dagfestar og undirskrivaðar vátt-
anir frá øllum veljarum, sum fráboða flokkin, og
váttanimar skulu vera undirskrivaðar av avvarðandi
kommunum, um at viðkomandi em á vallista. Vátt-
anir, sum em eldri enn 1 ár frá fráboðanardegnum,
kunnu ikki góðkennast. Flokkurin verður tikin við í
býtinum av eykaumboðum.
2. Valevnislistar skulu vera formanninum í avvarð-
andi løgtingsvalnevnd í hendi í seinasta lagi 3 vikur
áðrenn valdagin, tað er hósdagin 16. juni 1994 kl.
18.00.
Ein valevnislisti má ikki hava fleiri valevni enn 2
ferðir talið av løgtingsmonnum, ið veljast skulu í
valdøminum. Um henda treyt ikki verður hildin,
skal listin verða lýstur ógildugur. Valevnini skulu
vera so skilliga lýst við navni, starvi og bústaði, at
eingin samanblanding við nakran annan valbæran
persón kann standast av. Listin skal vera undirskriv-
aður av valevnunum og íminsta lagi av 10 og í
mesta lagi av 15 veljamm sum stillamm, og hjálagd-
ur skal vera listi yvir stillaramar, har teir skilliga em
lýstir við navni, starvi og bústaði. Stillaramir og
valevnini kunnu eisini undirskriva á avrit av valevn-
islistanum. Valevnini kunnu eisini vátta sína upp-
stilling við brævi, fjarriti, telexi o.t. Listin skal vera
latin inn av einum stillara, og hesin hevur rætt til á
einum avriti av valevnislistanum at fáa kvittan frá
formanninum fyri, at listin er móttikin og nær.
Eingin má stilla upp samstundis til val í ymsum val-
dømum ella sum valevni hjá meira enn einum flokki
ella stilla upp uttanflokka og samstundis taka undir
við einum flokki. Ger nakar móti hesum, verður val-
ið, um tað fellur á hann, ógildugt.
Eingin kann vera stillari fyri meira enn ein valevnis-
lista. Hann, ið er stillari fyri fleiri listar, kann ikki
roknast sum stillari hjá nøkrum lista.
3. Floksgóðkenning av listum. I seinasta lagi 14
dagar áðrenn valdagin, tað er í seinasta lagi hósdag-
in 23. juni 1994 kl. 18.00kann ein flokkur skrivliga
boða formanninum fyri viðkomandi løgtingsval-
nevnd frá, hvønn ella hvørjar valevnislistar flokkur-
in góðkennir sum listar floksins. Verður eingin tflík
fráboðan gjørd, verða teir valevnislistar, sum taka
undir við flokkinum, roknaðir sum góðkendir av
honum. Valevnislistar, sum ikki verða góðkendir av
flokkinum, verða at rokna sum uttanflokkalistar.
4. Ogildugur valevnislisti. Um valevnislisti verður
lýstur ógildugur, ella um valevni verður strikað av
listanum, skal henda avgerð valnevndarinnar, sum er
endalig, verða skrivað í valbókina og úrskrift úr
henni um hetta skjótast møguligt og í øllum førum
fyri valið, verða send stillara, sum listan hevur latið
inn. Heldur nevndin, at ein rættstundis innlatin val-
evnislisti er so ófullfíggjaður, at neyðugt er at gera
hann ógildugan, skal nevndin beinanvegin boða við-
komandi stillara frá hesum og geva honum høvi til
innan 24 tímar at bøta um brekið.
5. Løgmaður gevur hvørjum flokki eina bókstava-
merking, sum nýtt verður til valevnislistar floksins í
øllum valdøminum. Hvør flokkur eigur um gjørligt
at fáa sama bókstav, sum hann áður hevur nýtt til
onnur val.
Hetta verður gjørt kunnugt.
FØROYA LANDSSTÝRI, 20. mai 1994
Marita Petersen (sign.)
løgmaður
/Hjalgrim Hilduberg (sign.)
Prent: Dimmalætting 11212
Hefti 11 • nr. 57-78 • Útgivið tann 20. mai 1994