Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 12.06.1996, Síða 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 12.06.1996, Síða 4
128 Nr. 85 28. mai Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §L f løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti til landskassan við seinni broytingum verður stk. 3 í § 5 orðað soleiðis: »Stk. 3. Fyri vinnurekandi grunnar og tryggingar- feløg, ið fevnd eru av stk. 1, verður skatturin ásettur til 27% av inntøkunum til landskassan og komm- unur.« §2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, men er galdandi frá 1. januar 1995. Tórshavn, 28. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Jóannes Eidesgaard (sign.) Nr. 86 28. mai Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: f løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarkn- aðareftirlønargrunn við seinni broytingum verður gjørd henda broyting: § 2, stk. 5 verður orðað soleiðis: »Arbeiðsgevaragjaldið og rentur eftir hesi lóg og inn- krevjingarkostnaður av hesum kunnu krevjast inn við panting. §2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 28. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Axel H. Nolsøe (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.