Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Qupperneq 15
279
Stk. 2. Hóast reglumar í stk. 1 kann ikki verða av-
rundað til próvtølini 13 og 00. Asetanin í stk. 1 verð-
ur somuleiðis nýtt, tá ið dømingin er ikki eftir 13-
stiganum, smbr. § 1, stk. 2 og 3.
§ 10. Er krav um at standa til eina próvtøku, eina
roynd ella í samband við støðumet, er kravið lokið,
um næmingurin fær í minsta lagi 6 ella dømingina
“Staðið”.
Stk. 2. Em fleiri próvtøl partur í heildini, er kravið í
stk. 1 lokið, er miðaltalið í minsta lagi 6. Kravið um
eitt miðaltal, sum í minsta lagi er 6, kann ikki verða
lokið við hækking. “Staðið” skal vera fingið til allar
próvtøkur/royndir o.a., tá ið dømingin “Staðið/Ikki
staðið” verður nýtt. Hammframt kunnu í reglunum
fyri tær einstøku útbúgvingamar verða ásett krøv
um, at eitt ávíst próvtal á próvtalsstiganum skal vera
fingið til eina ella fleiri próvtøkur/royndir o.a., sum
em partar í miðaltalinum.
§ 11. í próvskjalinum skal verða tilskilað, hvørjar
próvtøkur em partar í heildarpróvtøkuni, og hvussu
úrslitið av dømingini er. Úrslitið av heildarpróvtøku
kann verða tilskilað við einum miðaltali, smbr. § 12.
Miðaltalið verður roknað við einum desimali. I regl-
unum fyri ta einstøku útbúgvingina kann verða ásett,
at miðaltalið verður roknað eftir miðaltølum í ávís-
um bólkum av próvtølum. I hesum føri skal kravið
um staðið sambært § 12, stk. 2 vera lokið fyrihvønn
bólk sær. Tá ið miðaltalið verður roknað, verða læm-
greinir, har dømingin “Staðið/Ikki staðið” er brúkt,
ikki tiknar uppí.
Stk. 2. Ásett er f reglunum fyri ta einstøku útbúgv-
ingina, hvørji próvtøl em partar í heildarpróvtøkuni.
Stk. 3.1 reglunum fyri ta einstøku útbúgvingina kann
verða ásett, at tey einstøku próvtølini, ið era partar í
heildarpróvtøkuúrslitinum, telja ymisliga, tá ið mið-
altalið verður roknað.
§ 12. Tá ið heildarpróvtal verður ásett sambært § 9,
ella meting verður ásett sambært § 10, stk. 1, og krav
er um at standa til próvtøku, roynd ella í sambandi
við støðumet, og tá ið miðaltalið verður roknað sam-
bært § 11, kunnu próvtølini telja ymisliga, soleiðis
sum ásett er í reglunum fyri tær einstøku útbúgving-
amar.
Stk. 2. Við vigað miðaltal skilst samløgan av teimum
einstøku próvtølunum, hvørt faldað við vektini av
próvtalinum, býtt við samløgum av vektunum.
§ 13. Henda kunngerð fær gildi frá 1. mei 1997.
Stk. 2. Samstundis verða § 21, stk. 2 og 4 í kunngerð
nr. 26 frá 7. mei 1991 um læraraútbúgving, § 10 í
kunngerð nr. 146 frá 2. juli 1993 um próvtøkuhald
innan maskinmeistaraútbúgving og § 10 í kunngerð
nr. 147 frá 5. juli 1993 um próvtøkuhald innan
heimaskipara-, skipara- og skipsføraraútbúgvingar
strikaðar.
Undirvísingar- og mentamálastýrið, 13. mei 1997
Eilif Samuelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Jákup Nielsen (sign.)
Fylgiskjal 1
Mei 1997
Umseting tii enskt av 13-stiganum
13: Is given for the exceptionally independent and excellent performance.
11: Is given for the independent excellent performance.
10: Is given for the excellent but not particularly independent performance.
9: Is given for the good performance, a little above average.
8: Is given for the average performance.
7: Is given for the mediocre performance, slightly below average.
6: Is given for the just acceptable performance.
5: Is given for the hesitant and not satisfactory performance.
03: Is given for the very hesitant, very insufficient and unsatisfactory performance.
00: Is given for the completely unacceptable performance.