Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Page 5
373
undirvísingin verður savnað í einum parti av
skúlaárinum.
Stk. 8. Landsstýrismaðurin ger reglur um tíma- og
lærugreinabýti.
§ 20. Við skúlaárs byrjan eigur næmingatalið tey 7
fyrstu skúlaárini vanliga ikki at fara upp um 24 í
hvørjum flokkinum.
§ 21. Ráðleggingin av undirvísingini, herímillum
valið av undirvísingar- og arbeiðsformum, háttum,
undirvísingar-miðlum og evnum, skal megna tað,
sum ásett er í endamálsgrein fólkaskúlans, og vera
lagað til tørv og fortreytir hjá tí einstaka næmingin-
um.
Stk. 2. Tað áliggur leiðslu skúlans at tryggja, at
flokslærarin og aðrir lærarar floksins ráðleggja og
fyrireika undirvísingina, so at allir næmingar kunnu
fáa sínar avbjóðingar.
Stk. 3. í royndarlærugreinunum, smb. § 16, skal
undirvísingarinnihaldið vera fyriskipað soleiðis, at
royndarkrøvini í tí einstøku lærugreinini skulu vera
nádd.
Stk. 4. Á hvørjum floksstigi og í hvørji lærugrein
samarbeiða lærarar og næmingur javnan um at áseta
tey mál, roynt verður at náa. Arbeiði næmingsins
verður lagt til rættis við atliti at hesum málum. Áse-
tingin av arbeiðsformum, -háttum og evnisvali skal í
mestan mun fara fram í samstarvi millum læraramar
og næmingamar.
Stk. 5. Til hvønn flokk verður settur ein flokslærari
at loysa serstakar uppgávur flokkinum viðvíkjandi.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur um
flokslærarans uppgávur.
§ 22. Til hvønn skúla verður gjørd ein undirvísinga-
rætlan, ið skal hava hesar ásetingar:
1. Skipan av undirvísingini hvørt skúlaárið, smb.
§§5-9, 19 og 21, herímillum tímatalið í teimum
einstøku læmgreinunum, møguligan tvørgreinalestur
og skipan av skúlagongdini teir ymsu vikudagar-
nar (tímabýtisætlan).
2. Innihaldið av undirvísingini í einstøku læm-
greinunum, tvørgreinalestri og evnum, tilskilað við
høvuðskunnleika- og fímisøkjum (læriætlan).
3. Undirvísing eftir § 4, 3. - 7. stk.
4. Frítíðarætlan.
§ 23. Teir undirvísingarmiðlar, ið neyðugir em,
skulu ókeypis latast næmingunum til nýtslu. Hetta
er tó ikki galdandi fyri tól og útbúnað, ið nýtt verða
til undirvísing í frítíðini eftir § 4, 6. stk., og sum
næmingamir taka heim til egna nýtslu. Landsstýris-
maðurin ásetur í kunngerð vavið av undirvísingarm-
iðlum eftir 1. pkt.
Stk. 2. f hvørjum skúla smb. § 30, 1. stk. verður
skipað eitt skúlabókasavn sum námsfrøðiligur
tænastudepil. Skúlabóka-savnið er partur av virk-
semi skúlans og galdandi bókasavnsskipan. í skúla-
bóka-savninum skulu vera til taks undir-vísingar-
miðlar til undirvísingina í skúlanum, herímillum eis-
ini frílesibøkur. Skúlabókasavnið skal leiðbeina
næmingamar um tilfarsnýtslu.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta gjøllari reglur
um endamál og virki skúlabókasavnsins.
Stk. 4. Landsmiðstøðin verður skipað eftir greinilig-
ari reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.
§ 24. Sett verður á stovn ein skúlavegleiðaraskipan
at ráðgeva og leiðbeina næmingamar í sambandi við
útbúgvingar- og starvsval teirra.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta gjøllari reglur
um skúlavegleiðaraskipanina.
§ 25. Landsstýrismaðurin ger eina menningarætlan
fyri allan fólkaskúlan og kann fyrireika royndar- og
menningartiltøk, sum kunnu standa tí einstaka skúl-
anum í boði at royna, smb. § 58, 1. stk.
Stk. 2. Landstýrismaðurin kann geva tí einstaka
skúlanum fíggjarligan og ráðgevingarligan stuðul
eftir 1. stk.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann eftir tilmæli frá
skúlastýrinum víkja frá reglunum í 2. kapitli í tí
vavi, neyðugt er til tess at fremja royndarvirksemi
og námsfføðiligt menningararbeiði.
Kapittul 3
Skipanin av skúlaverkinum
§ 26. Kommunustýrið hevur, um foreldrini, smb. §
65, ynskja, at børn teirra verða skrivað inn í fólka-
skúlan, skyldu at skipa so fyri, at øll hesi bøm, sum
búgva í øki skúlamyndugleikans, fáa undirvísing í
hesum sama øki tey 7 fyrstu skúlaárini, smb. tó §
31. Skúlamyndugleikin á staðnum hevur somuleiðis
skyldu at skipa so fyri, at bømum og ungfólki undir
18 ár, sum búgva í øki skúlamyndugleikans, verður
tryggjaður undirvísingarmøguleiki í 8., 9. og 10.
flokki, og at teimum kann verða veitt semámsfrøði-
lig hjálp, smb. § 4, 3. og 4. stk.
Stk. 2. 9 ára undirvísingarskylda heimilar ikki í sjál-
vum sær skúlamynđugleikanum á staðnum at broyta
verandi skipan av skúlaverkinum.
Stk. 3. Avgerð um undirvísing av næmingum í 8., 9.
og 10. skúlaári tekur landsstýrismaðurin í hvørjum
einstøkum føri.
Stk. 4. Næmingar, sum í skúlaárinum flyta úr øki
skúlamyndugleikans, ella sum fylla 18 ár, hava rætt
at halda fram skúlagongdina í sama øki, tað ið eftir
er av skúlaárinum.
Stk. 5. Skúlamyndugleikamir á staðnum kunnu í ser-
støkum føri loyva, at ásetingamar í 1. og 4. stk. eisi-
ni em galdandi fyri næmingar, ið em eldri enn 18 ár.
§ 27. Eftir sáttmála kommuna millum kann verða
víst næmingum á undirvísing í skúla hjá aðrari kom-
munu ella í privatar skúlar.