Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Page 6

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Page 6
254 Nr. 121 22. desember 2000 Kunngerð um samsvning v.m. sambært kommunustýrislógini Við heimild í § 9 í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin) verður ásett: Kapittul 1 Samsýning til kommunustýrislimir § 1. Bý- ella bygda(r)ráðið skal áseta í kommunu- stýrisskipanini: 1. um samsýning skal veitast kommunustýrislim- unum fyri einstøku fundimar, sbr. § 2, ella 2. um samsýningin skal vera ein føst árlig samsýn- ing og hvør upphæddin á føstu samsýningini tá skal vera, sbr. § 3. Stk. 2. Avgerð sambært stk. 1 skal takast framman undan einum roknskaparári við gildi frá komandi roknskaparári. Viðvíkjandi fyrsta árinum í einum valskeiði, skal avgerðin tó takast innan 1. febmar. Fundarsamsýning § 2. Fundarsamsýning kann verða latin einstøku kommunustýrislimunum fyri: 1. luttøku á kommunustýrisfundum, 2. luttøku á øðmm fundum í sambandi við útinning av starvinum sum kommunalt valdur limur, 3. skeiðluttøku, sum bý- ella bygdar(r)ráðið hevur góðkent og 4. annað virksemi eftir umbøn frá bý- ella bygd- a(r)ráðnum ella eini fastari nevnd. Stk. 2. Samsýningin fyri fundir sambært stk. 1 er tann til eina og hvørja tíð galdandi takstur hjá land- inum. 1. mars 2000 vóm takstimir hesir: 1. fundir upp til 3 tímar kr. 392,-, 2. fundir millum 3 og 5 tímar kr. 784,- og 3. fundir yvir 5 tímar kr. 1176,-. Føst samsýning § 3. Arliga fasta samsýningin til einstøku komm- unustýrislimimar fyri tey í § 2, stk. 1, nevndu tiltøk, er treytað av íbúgvaratalinum í kommununi tann 1. januar í árinum, tá avgerð sambært § 1 verður tikin. Stk. 2. Arliga fasta samsýningin kann í mesta lagi verða henda: 1. 0-499 íbúgvar: 24 ferðir upphæddina í § 2, stk. 2, nr. 1, 2. 500-1.999 íbúgvar: 24 ferðir upphæđdina í § 2, stk. 2, nr. 2, 3. 2.000- 4.999 íbúgvar: 24 ferðir upphæddina í § 2, stk. 2, nr. 3. 4. 5.000- 9.999 íbúgvar: 36 ferðir upphæddina í § 2, stk. 2, nr. 3. 5. 10.000 íbúgvar ella fleiri: 48 ferðir upphæddina í § 2, stk. 2, nr. 3. Nevndarsamsýning § 4. Bý- ella bygda(r)ráðið skal áseta í kommunu- stýrisskipanina: 1. um nevndarsamsýning skal veitast fyri einstøku fundimar, sbr. § 5, stk. 1, ella 2. um nevndarsamsýningin skal verða ein føst árlig samsýning og hvør upphæddin á føstu samsýn- ingini tá skal verða, sbr. § 5, stk. 2. Stk. 2. Avgerð sambært stk. 1 skal takast framman undan einum roknskaparári við gildi frá komandi roknskaparári. Viðvíkjandi fyrsta árinum í einum valskeiði, skal avgerðin tó takast innan 1. febraar. § 5. Nevndarsamsýning fyri einstøku fundimar fylg- ir reglunum í § 2, stk. 2. Stk. 2. Árliga fasta samsýningin til einstøku nevnd- arlimimar kann í mesta lagi verða henda: 1. 500-1.999 íbúgvar: 12 ferðir upphæddina í § 2, stk. 2, nr. 1, 2. 2.000-4.999 íbúgvar: 12 ferðir upphæddina í § 2, stk. 2, nr. 2, og 3. 5.000 íbúgvar ella fleiri: 12 ferðir upphæddina í § 2, stk. 2, nr. 3. Stk. 3. Samanlagda samsýningin til nevndarlimir sambært stk. 2, nr. 1 - 3, kann tó ongantíð verða størri enn tann samsýning, sum borgarstjórin fær sambært § 9. Nevndarformenn § 6. Bý- ella bygda(r)ráðið kann áseta í kommunu- stýrisskipanina, at formenn í føstu nevndunum skulu fáa fasta formanssamsýning. Verður ásett, at føst formanssamsýning skal veitast, skal eisini upphædd- in á føstu samsýningini ásetast. Stk. 2. Arliga fasta samsýningin til einstøku nevnd- arformenninar kann í mesta lagi verða 2 ferðir nevndarsamsýningina sambært § 5, stk. 2, sbr. tó stk. 4. Stk. 3. Um føst samsýning verður latin til nevndar- formann, fær hesin ikki aðra samsýning fyri arbeiði í avvarðandi nevnd, sbr. tó stk. 4. Stk. 4. í kommunum við fleiri enn 10.000 íbúgvum kann bý- ella bygda(r)ráðið, hóast stk. 2, áseta í kommunustýrisskipanina, hvør samsýningin til nevndarformenn skal verða, og um nevndarformenn eisini kunnu fáa samsýning sambært reglunum í § 4 fyri arbeiði í avvarðandi nevnd. Stk. 5. Samanlagda samsýningin til nevndarformenn sambært stk. 1 kann tó ongantíð verða størri enn helvtina av teirri samsýning, sum borgarstjórin fær sambært § 9. Tiltkakslimir § 7. Er tiltakslimur innkomin fyri kommunustýris- lim ella nevndarlim, fær viðkomandi samsýning eft-

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.