Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Page 15

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Page 15
263 Nr. 127 22. desember 2000 Løgtingslóg um tyrlutænastu Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera ein 10 ára sáttmála um veitan av tyrlutænastu. Játt- anin verður at veita yvir árligu fíggjarløgtingslógir- nar. Stk. 2. Tyriutænastan fevnir um: 1) leiting og bjarging (LOB) á sjónum; 2) eftirlitsflúgving fyri Fiskiveiðieftirlitið; 3) leiting og bjarging (LOB) á landi; 4) sjúkraflutning og 5) bráðfeingis tyrluflúgving, har tørvur er á skjótari hjálp. § 2. Treytin fyri sáttmálanum er, at tænastuveitarin átekur sær at útvega eina miðalstóra serútgjørda tyrlu. Eisini átekur tænastuveitarin sær at hava tyrlu við manning tøka til tær í § 1 nevndu uppgávur fyri eitt í sáttmálanum avtalað áriigt flygvitímatal. Stk. 2. Avvarðandi landsstýrismenn kunnu gera av- talu um, at verandi tyrla eisini kann verða nýtt til tænastuna. § 3. Tænastuveitarin letur Fiskimálastýrinum á hvørjum ári grannskoðaðan greinaðan ársroknskap í sambandi við tyrlutænastuna. Ársroknskapurin verð- ur latin Fiskimálastýrinum í seinasta lagi 1 viku aft- aná, at hesin er samtyktur á aðalfundi felagsins. § 4. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 22. desember 2000 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.