Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Qupperneq 17
265
Nr. 129 22. desember 2000
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan
(ásetingarlógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§i
í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti til landskassan, við seinni broytingum, verður
gjørd henda broyting:
1) § 1, stk. 1, verðurorðað soleiðis:
“Vísandi til § 54 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni
broytingum, verður skattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 1-6, og § 2, stk. 1, litra d, e, og f, í somu lóg, til
landskassan ásettur soleiðis:
1) Galdandi frá 1. januar 2001 til 31. desember 2001:
Er inntøkan minni enn kr. 19.000,- verður latið 0%.
Er inntøkan men minni enn verður latið av og av restini
kr. kr. kr. av %
19.000 60.000 0 19.000 9,0%
60.000 120.000 3.690 60.000 19,5%
120.000 150.000 15.390 120.000 24,0%
150.000 22.590 150.000 37,0%
2) Galdandi frá 1. januar 2002:
Er inntøkan minni enn kr. 21.000,- verður latið 0%.
Er inntøkan men minni enn verður latið av og av restini
kr. kr. kr. av %
21.000 60.000 0 21.000 8,0%
60.000 120.000 3.120 60.000 19,5%
120.000 150.000 14.820 120.000 24,0%
150.000 22.020 150.000 37,0%”
§2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 2001.
Tórshavn, 22. desember 2000
Anfmn Kallsberg (sign.)
løgmaður