Þjóðviljinn - 19.04.1973, Blaðsíða 14

Þjóðviljinn - 19.04.1973, Blaðsíða 14
14 SÍÐA — ÞJÓÐVILJINN Fimmtudagur 19. april 1973. Kuth Smith: Sjálfsm.vnd Karsten Hoydal: Til Ruth Rist inn i eygu tini livdi landið f#lið og sorgarbundið — drbr^ttu liðirnar blindaðar av deyðagrasliti stoyttu seg móti stálgráum dýpi. Brattarnir, myrku húsini og hamrarnir: hesin hóttandi heimur, tin fjarsetti hugur óttaðist, á lopi — st^ðugt á lopi. Skundmiklu hendur tinar royndu að binda hann i myndum: oyðudæmda landið á glið móti havinum móti veldiga einseminum — sama yvirbrá sum i andliti tinum, eisini tað myndað við skundmiklum hondum. Men ein summarmorgun var landið — eftir v^kunætur — ljósari enn tírmegnaði at mynda: liðirnar sólsveiptar ófatiliga fagrar gr^hari enn skoragras gnenari enn alt tað grona tú nakrantið hevði droymt — havið dragandi blátt. Knappliga losnaði og leyp, tað var sum heimur tin syndraðist, ruddi sum j»ska i ovurbjertum, villandi ljósi — tá máttu eyguni fjala seg, tinar deyðgivnu hendur góvust. (Ljóðið er ort um listmálarann Ruth Smith. Sjá sjálfsmynd hennar hér á opnunni). RÓGV, SONURIN, RÓGV Teir sótu og hugdu inn imóti landi, meðan maskinan arbeiddi fyri teir, og sóu, hvussu húsini minkaðu og fóru aftur undir eitt fyri og annað eftir. Sást ein kópur i vatnskorpuni, ella lá ein skarvur og floytti sær, so harm- aðist pápin um, at hann onga byrsu hevði hjá sær. Og hann peikaði á lundarnar, ið fóru flaks- andi eftir sjónum, og á lomviga- garðarnar, ið vóru sum svartar strikur yvir havsbrúnni, lætst at hava skotvápn i hondini, siktaði og skeyt i flokkin. Hann hevði ong- antið havt ráð til at keypt sær eina byrsu. Elia fór ein trolari gr«vandi framvið, so iýslu eyguni i honum. Hoyrir tú ikki, hvussu skrúvan arbeiðir ihonum, spurdi hann sonin, hatta er ikki sum umborð á „Gloria mundi”. Hann var ongantið komin so h»gt sum at sigla viö trolara. Men hann murraði og sang, ti at havið var so stórt og oyggjarnar so grunar. Ein slikan dag var pápin góður at vera saman við. Tað var hann ikki altið. Hann sigldi sum motor- passari við eini slupp, tað hevði hann gj^H i fimtan ár, og lá hann ov leingi heima og slapp ikki á sjógvin við áttamannafarinum fyri veður, so fór hann at drekka, og tá var hann ikki so góður at fáast við. Hann var tvjfrur og ill- sintur og mátti bindast. Komnir nakrar ' fjórðingar úr landi, legði pápin stilt, báðir kastaöu og fóru at fila. Bátar lógu innanfyri sum fuglur á sjónum, tað var blikalogn, bert ein seig og long bylgjan undir vatnskorpuni, bátarnir hvurvu og komu undan aftur, og nisurnar spældu rundan um teir. Har var litið at fáa. Teir sigldu afturáaftur nakrar ferðir, fóru á eitt annað mið og ótu, meðan teir sigldu, so kastaðu teir aftur, filaðu eina l&lu, so hugdi hann at maskinuni, filaði aftur, so ballaði hann sær eina sigarett. Hann hefði altið eina sigarett hangandi millum varrarnar, og fingrarnir á h^gru hond vóru gulir. Tá ið hann var fullur, hevði hann so nógv ið mátti sigast, at hann gloymdi at roykja. Og hann var bláligur i andliti og á ífrmum av at hjílast niðri i gamlari dangu, ið var 80 ár og enn larraði millum Island og F/royar, og sum æt „Gloria mundi” ið merkir „heimsins dýrd”. Pápin tók skrúvuna úr og læt maskinuna ganga spakuliga, so læt hann sntfrið renna út, og sonurin sat og hugdi at maskin- uni. Hann sá nakrar finar, bleikar eldtungur kaga uppundan, tær vóru gjffgnumskygdar og bláligar sum luftin, men alt i einum skalv báturin, tað hoyrdist ein brestur, og maskinan stóð i ljósum loga. — Kvett á stokkinum, rópti pðpin og legði ein svartan frakka yvir maskinrúmið. Hvitur roykur slerdi upp igj/gnum smá hol i honum, og maskinan steggaði. — Rógv, sonurin. Far fram á toftubekk, vælsignaður, og rógv inn imóti bátunum, rópti pápin og oysti við einari pgis sjógv niður yvir frakkan. Men áttamanna- farið var gamalt og likasum pápin gj^’gnumdrukkið av olju og Jens Pauli Heinesen bensini, finar eldtungur slerdu upp úr botninum báðumegin maskinrúmið, klænar royksúlur stóðu úr holum i plggingini og kurlaðuiseg uppeftir, sum royk- urin frá bálum, ið eru langt burtur. Hol kom á frakkan, og svartur roykur og vatnguva bull- aðu upp igjpgnum. — Rógv, vælsignaður sonurin, segði pápin, bátarnir hava sæð okkum og koma at hjálpa. Hann var so bliður og mildur á málinum, viðhv^írt var hann burtur i roykinum, stundum kom andlitið undan i einum glotta, hann hostaði og oysti við p^kini. Bensindunkurin djumsaði i sjógvin og sakk, men kom upp aftur beinanvegin, stóð og hoppaði upp og niður i sjónum sum ein kobbadulla og hvarv i roykinum aftur um bátin. Pápin leyp gjf(gnum eldin fram um maskinrúmið, sjógvurin dreiv úr honum, og hann dfkti eisini sonin undir, til eingin trevil var turrur á kroppinum. So legði hann at oysa á bensintangan, men alt i einum leyp hann gjjignum eldin aftur i skutin, og sonurin, sum sá bátarnar koma stimandi, undrað- ist á, at ein maður kundi ganga igjírgnum eld. — Rógv, sonurin, rógv, hoyrd- ist gjtfgnum roykin, og sonurin róði við sveittabrot, hitin sveið i andlitið og báturin var tungur. Hann var aggandi gamal, tá ið pápin keypti hann fyri npkrum árum siðan, og æt Elsa, sum mamma hansara. Ein sekkur og ruíkur klæði komu gjegnum royk- in og vórdu legd oman yvir bens- intangan og sfðan undirdfkt i sjógvi. — tii ert raskur, sonurin, rógv nú bara, hoyrdist úr bálinum, róddin var veikari, men mild og rólig. Eldurin hevði arbeitt seg fram imóti bógbekki og hevði fest i aftara kantin, sum sortnaði allan vegin. Tað brakaði og hvein i bátinum, og pápin striddist har afturi i skutinum. Hann hevði fult hús av btfrnum, og eingin skilti henda lftla mannin, ið drakk seg fullan, tá ið hann kom heim, sum ár eftir ár kundi vera niðri i heimsins dýrd, har tað var so trongt, at tú ikki kundi venda tær uttan at koma i, har tað var ein sovorðin gangur, at ikki hoyrdist mannamál, og har tað var so nógv sót, olja, bensin, rustur og rotið kjalarvatn, at hann var bláur i andlitið og fekk ikki vaskað tað av sær. Tann fyrsti, ið kom til teirra, var avbygdabátur, men Gullakur kendi menninar. Teir líigdu stevnið imóti stevni, og drongurin leyp umborð, og tá ið teir spurdu hann eftir pápanum, og hann peikaði aftur i roykin, fóru teir at rópa og skrála; summir bannaðu illa og skrálaðu, at nú máttu teir for helviti ansa eftir ikki at seta eld á teirra bát eisini. Teir dfktu stavnin undir i sjógv og sigldu inn i roykin, drógu nakað svart út úr honum og tóku tað varliga inn i bátin, so bakkaðu teir frá i fullari ferð og settu kós móti landi. Gull- akur sat aftan fyri maskinrúmið og sá áttamannafarið liggja og rúka á sjónum, tveir bátar komu til tað, sigldu nakrar ferðir rundan um. Tá legði annar stilt, meðan hin helt aftan á teimum i kjalarvtfTinum. Stutt eftir hvarv roykurin knappliga. Teir gjiírdu eina legu til mannin og lífgdú njíkur klæði oman yvir hann. Eingin talaði orð, og tá ið Gullakur skuldi venda sær fram- eftir at vita, hvar ið pápin var, stóð ein maður fyri honum og forðaði. Teir havdu siglt eitt fitt strekki, tá ið hesin sami maðurin boygdi seg niður og skuldi siga okkurt, men hann var so algoystur, at hann fekk illa sagt tað. — Pápi tin livir, hann spurdi, hvar tú vart, og vit sffgdu honum, at tú sat her i jfllum góðum. Tá hugdi Gullakur niður i hend- urnar og sá, at hann hevði fingið bljfðrur á knúgvarnar, og tá varn- aðist hann,at hann var kaldur og vátur, og at tað sveið i hondini, men hann hoyrdi einki frá páp- anum, og tað var hann fegin um, ti ein maður, sem einki sigur og ikki eymkar seg eftir at hava striðst við eld og royk, kann ikki vera illa farin. Nakrar mánar seinni kom hann aftur av sjúkhúsinum. Tey h/vdu pyntað seg fyri honum, og Gull- akur og nakrir aðrir beiggjar hansara vistu, hvussu hann sá út, ti at teir hjíVdu verið og vitjað hann eina ferðina, og vóru nú spentir eftir at fáa at vita, hvussu hann fór at eta fyrstu máltiðina saman við teimum. Mamman koyrdi matin Lmunnin fyri hann, ti hann hevði ongar fingrar. Hann hevði heldur einki hár á hdvd- inum, eygnabrýrnar og eygna- hárini vóru burtur, og hann sat i sólbrillum sum ein finur maður. Tá ið hann hevði etið, stakk mamman eina sigarett i munnin á honum og festi honum i. — Doktararnir eru so ógemeina fittir i hondunum, segði hann, teir kunnu gera mek- aniskar hendur, ið eru minst lfka góðar sum ordiligar, við fingrum og 011um. Ég eri so óluksáliga troyttur av hesum forbrendu út- lendsku sigarettunum, at tað verður ein sannur lætti aftur at sleppa at roykja ball.

x

Þjóðviljinn

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Þjóðviljinn
https://timarit.is/publication/257

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.