Tíðindablaðið

Eksemplar

Tíðindablaðið - 13.03.1974, Side 4

Tíðindablaðið - 13.03.1974, Side 4
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 13. mars 1974 Síða 4 Sjónleikur hvørt kvøld í Sjónleikarhúsinum í Havn verður framførsla hvørt kvøld hesa viku- na. Havnar Sjónleikar- felag framførir krimi- skemtileikin €<Ofriðar- kroppur>» til og við fríggjakvølđið klokkan 20, og skúlanæmingar úr Sørvági framføra leikin «Onkul Toms smátta»leygarkvøldið. Partapeningur Lógin um almennan partapening í flakavir- kini í Haldórsvík og á Tvøroyri er komin í gildi. Eftir hesi lóg skal landskassin seta 100.000 kr. í virkið í Haldórsvík og 300.000 kr. í Tvøroyrar Flaka- virki. Veðhald Tvær lógir um almenn veðhald eru lýstar. Onnur er um veðhald fyri sildamjøli og silda- olju á goymslu, og hin er um ábyrgd fyri láni til agnkeyp. bygdarráð Tingið hevur samtykt eina lóg um broyting í tí kommunalu vallógini. Eftir uppskotinum skal landsstýrið kunna fyri- stýla nývali av bygda- ráðslimum, um so er, at ein ella fleiri fella frá, og ongin tiltaksmaður er. Hetta kemst av, at í teimum smáu kom- mununum er ofta bert ein listi, og tað verður tí ongin tiltaksmaður til bygdarráðslimimar. Ráðið verður tí ikki fullmanna, um onkur limur doyr ella flytur burtur. Lánigrunnur Uppskotið frá lands- stýrinum um ein kom- munalan lánigrunn er samtykt við triðju við- gerð. Henda lóg ásetur, at fimm tey komandi árini skal latast ein milj. kr. úr landskassanum í ein kommunalan lánigrunn. Kommunurnar kunnu fáa bílig lán úr grunni- num til keyp av jørð til byggilendi og til at gera hetta lendi byggibúgvið fyri. Hildið verður ikki, at peningurin røkkur til, og landsstýrið hevur tí fingið heimild at taka upp lán til grunnin. Basarar Bóltfelagið Royn í Hvalba hevur 23. og 24. mars basar til frama fyri ta nýggju ítróttar- høllina. Á Glyvrum verður basarur í morgin og ovurmorgin til frama fyri missións- og ung- dómshú^. Basa ^jr verður á Argjum 3. og 4. mei til frama fyri kirkju-, missións- og ungdóms- hús. Tingfundur Tingið kemur saman klokkan 16 í dag. Málini um yvirtøku av Klaks- vikar Sjómannsskúla og útbygging av flogvølli- num í Vágum fáa bæði fyrstu viðgerð. Væntandi verða fleiri álit løgd fram. Tíng- menn brúktu dagin í gjár tU nevndarfunđir. Fyens Tidende skrivar, at Jóhan Nielsen, sóknarprestur við Fi- lipskirkjuna, hevur sagt seg hava áhuga fyri einum leysum starvi í Ærøskøbing. Hann skal hava sagt hetta eftir eina vitjan í Ærøskøbing. Olju- prísur Tey oljuframleiðandi londini í arabiska heim- inum eru framvegis ó- samd um, nær olju- bannið móti USA skal fara úr gildi, men a fundinum i Tripoli í dag, fara teir væntandi at -oyna at gera eina semju um hetta. Forsetin í Egypt- alandi, Anwar Sadat, hevur mælt til, at olju- bannið fer úr gildi bein- anvegin. Hann sigur, at tað stóra arbeiðið, sum Henry Kissinger hevur gjørt fyri at skilja her- menninar frá hvørjum øðrum á Suez-hermót- inum, ber prógv um, at USA er vinarliga sinn- að móti arabaralondun- um. Fíiggjarfrøðingar úr teimum størstu olju- framleiðandi londunum í heiminum koma i dag saman til fundar í Wien fyri at tingast um, hvpssu høgir ráolju- príisirnir fyri apríil árs- fjórðing skulu vera. Tveir trolarar í Vestmanna skulu veiða 1600 tons av ráfiski árliga Men Vestfinnur og Norðfinnur hava havt byrjunartrupulleikar Teir báðir nýggju Vest- mannatrolamir, Vestfin- nur og Norðfinnur skulu veiða tilsamans 1600 tons av ráfiski árliga fyri at bera seg. Kostnaðurin var 3,1 milj. kr. fyri hvønn trolara. Veiðan skal landast Á Føroyum, og mett verðu-^ at hetta kann hava stóran tydning fyri arbeiðið í Vestmanna. skotskar greiðir, meðan Norðfinnur hevur danskar. Ætlanin er at finna fram ti, hvat slag roynist best. Skiparar Skipari á Vestfinni er Fróði Durhuus, sum fram- rtfflnundan førdi Chr. Holm ( hann var m.a. við í Bangla Desh fyri trimum ámm síðani). Regin á Rógvi er skipari á Norðfinni. Hann hevur ført Gullfinn og skal umborð aftur har, tá hann hevur verið við Norðfinni í nakrar mánar. Trupulleikar Higartil hava verið nakrir byrjunartmpulleikar, sig- ur reiðarin, Jákup Hansen í samrøðu við Tíðindablað- ið. Tað vísti seg, at spælið á Vestfinni, sum kom fyrr til landið, hivaði ov illa. Virkið hjá J.K.Joensen & Soni í Miðvági kannaði tað, og teir meintu, at tað kundi fáast at hiva betur. Teir fingu eisini trol um skrúvuna, og stevnrørið fór at leka. Vestfinnur fór tí aftur til Bretlands at fáa ymsar ábøtur. Trýstið á spælinum varð sett upp, og spælið hivar betur nú, sigur Jákup Hansen. Fløkja Vestfinnur var úti í seinastu viku, men fiski- skapurin var ikki nógvur, teir fingu 11 tons. Spælið á Norðfinni tykist at vera betri enn á Vestfinni. Teir vóru úti týsdagin í seinastu viku, men komu inn av ti, at netið mllaðist um bob- bensirnar. Jákup Hansen sigur, at trolarnir em av sama slag sum teir, ið bretar brúka, og at teir hava roynst væl har. Ein gmnd til, at menn halda spølini vera ov veik kann vera, at teir em vanir við størri trolarar við størri spølum, sigur hann. Hvør sína útgerð Trolarnir vóm fyrst norð- anfyri, síðani vestanfyri á tí stongdu leiðini og at enda eystanfyri. Tað var mest at fáa norðanfyri, sigur Jákup Hansen, sum fýlist á, at trolarnir ikki sleppa longur inn at veiða. Trolamir em sama slag, og teir sigla báðir 11,4 míl, men teir hava ikki somu útgerð. Vestfinnur hevur Flak fyri fyrst Tað fyrsta, vit fara at gera, er at seta virkið í stand, sigur John Høj í samrøðu við Tíðinda- blaðið. Vit fara at keypa tvær nýggjar maskinur, eina skrædli- og eina farsmaskinu. Tá hetta er liðugt, kunnu vit keypa fisk, sum í fyrsta umfari verður skorin til flak. - Fæst nakað ráðevni? - Tað er avmarkað, hvussu nógv nýtist, tá frystiorkan ikki er meira enn 1,5 tons um samdøg- rið. Fáa vit fiskin frá tveimum 20 tonsamm, so er tað nóg mikið, og tað rokna vit við at kunna fáa, sigur John Høj. John Høj heldur fram: -Tá virkið møguliga er útbygt - vónandi um ikki so langa tíð - er hugsanin at fara eitt stig longur í framleiðslu av fiski. Æt- lanin er at gera døgurða- kláran mat, t.v.s. at vøran skal bert heitast upp, áðrenn hon kann setast á borðið. Hetta kann ikki gerast, fyrr enn húsið er vaksið. - Tú arbeiðir sjálvur sum virkisleiðari á Kósini? - Ja, og tað er ætlanin at halda fram, sigur John Høj. Virkisleiðari keypir lítið flakavirki Ætlar at framleiða døgurðakláran mat í Árnafirði John Høj í Klaksvík hevur keýpt flakavirkið Berg- frost í Árnafirði frá Jógvan Justinussen, sum hevur havt tað síiiani 1958. Keypspeningurin er 146.000 kr. Virkið kann frysta 1,5 tons av flaki um samdøg- rið, og goymslan tekur 50 tons. Eini 12 til 15 fólk koma at arbeiða har. Ætlanir -Hvørjar ætlanir hava tit annars? -Tað er meiningin, at sonurin, Jógvan, skal dríva virkið, sigur John Høj. Jógvan er í løtuni í eitt ár á Norges Hermetik- fagskole í Stavanger og verður liðugur í summar.

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.