Tíðindablaðið - 13.03.1974, Page 4
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 13. mars 1974
Síða 4
Sjónleikur hvørt
kvøld
í Sjónleikarhúsinum í
Havn verður framførsla
hvørt kvøld hesa viku-
na.
Havnar Sjónleikar-
felag framførir krimi-
skemtileikin €<Ofriðar-
kroppur>» til og við
fríggjakvølđið klokkan
20, og skúlanæmingar
úr Sørvági framføra
leikin «Onkul Toms
smátta»leygarkvøldið.
Partapeningur
Lógin um almennan
partapening í flakavir-
kini í Haldórsvík og á
Tvøroyri er komin í
gildi. Eftir hesi lóg skal
landskassin seta
100.000 kr. í virkið í
Haldórsvík og 300.000
kr. í Tvøroyrar Flaka-
virki.
Veðhald
Tvær lógir um almenn
veðhald eru lýstar.
Onnur er um veðhald
fyri sildamjøli og silda-
olju á goymslu, og hin
er um ábyrgd fyri láni
til agnkeyp.
bygdarráð
Tingið hevur samtykt
eina lóg um broyting í tí
kommunalu vallógini.
Eftir uppskotinum skal
landsstýrið kunna fyri-
stýla nývali av bygda-
ráðslimum, um so er, at
ein ella fleiri fella frá, og
ongin tiltaksmaður er.
Hetta kemst av, at í
teimum smáu kom-
mununum er ofta bert
ein listi, og tað verður tí
ongin tiltaksmaður til
bygdarráðslimimar.
Ráðið verður tí ikki
fullmanna, um onkur
limur doyr ella flytur
burtur.
Lánigrunnur
Uppskotið frá lands-
stýrinum um ein kom-
munalan lánigrunn er
samtykt við triðju við-
gerð.
Henda lóg ásetur, at
fimm tey komandi árini
skal latast ein milj. kr.
úr landskassanum í ein
kommunalan lánigrunn.
Kommunurnar kunnu
fáa bílig lán úr grunni-
num til keyp av jørð til
byggilendi og til at gera
hetta lendi byggibúgvið
fyri.
Hildið verður ikki, at
peningurin røkkur til, og
landsstýrið hevur tí
fingið heimild at taka
upp lán til grunnin.
Basarar
Bóltfelagið Royn í
Hvalba hevur 23. og 24.
mars basar til frama
fyri ta nýggju ítróttar-
høllina.
Á Glyvrum verður
basarur í morgin og
ovurmorgin til frama
fyri missións- og ung-
dómshú^.
Basa ^jr verður á
Argjum 3. og 4. mei til
frama fyri kirkju-,
missións- og ungdóms-
hús.
Tingfundur
Tingið kemur saman
klokkan 16 í dag. Málini
um yvirtøku av Klaks-
vikar Sjómannsskúla og
útbygging av flogvølli-
num í Vágum fáa bæði
fyrstu viðgerð.
Væntandi verða fleiri
álit løgd fram. Tíng-
menn brúktu dagin í gjár
tU nevndarfunđir.
Fyens Tidende skrivar,
at Jóhan Nielsen,
sóknarprestur við Fi-
lipskirkjuna, hevur
sagt seg hava áhuga
fyri einum leysum
starvi í Ærøskøbing.
Hann skal hava sagt
hetta eftir eina vitjan í
Ærøskøbing.
Olju-
prísur
Tey oljuframleiðandi
londini í arabiska heim-
inum eru framvegis ó-
samd um, nær olju-
bannið móti USA skal
fara úr gildi, men a
fundinum i Tripoli í
dag, fara teir væntandi
at -oyna at gera eina
semju um hetta.
Forsetin í Egypt-
alandi, Anwar Sadat,
hevur mælt til, at olju-
bannið fer úr gildi bein-
anvegin. Hann sigur, at
tað stóra arbeiðið, sum
Henry Kissinger hevur
gjørt fyri at skilja her-
menninar frá hvørjum
øðrum á Suez-hermót-
inum, ber prógv um, at
USA er vinarliga sinn-
að móti arabaralondun-
um.
Fíiggjarfrøðingar úr
teimum størstu olju-
framleiðandi londunum
í heiminum koma i dag
saman til fundar í Wien
fyri at tingast um,
hvpssu høgir ráolju-
príisirnir fyri apríil árs-
fjórðing skulu vera.
Tveir trolarar í Vestmanna skulu veiða
1600 tons av ráfiski árliga
Men Vestfinnur og Norðfinnur
hava havt
byrjunartrupulleikar
Teir báðir nýggju Vest-
mannatrolamir, Vestfin-
nur og Norðfinnur skulu
veiða tilsamans 1600 tons
av ráfiski árliga fyri at
bera seg. Kostnaðurin var
3,1 milj. kr. fyri hvønn
trolara.
Veiðan skal landast Á
Føroyum, og mett verðu-^
at hetta kann hava stóran
tydning fyri arbeiðið í
Vestmanna.
skotskar greiðir, meðan
Norðfinnur hevur danskar.
Ætlanin er at finna fram ti,
hvat slag roynist best.
Skiparar
Skipari á Vestfinni er
Fróði Durhuus, sum fram-
rtfflnundan førdi Chr.
Holm ( hann var
m.a. við í Bangla Desh fyri
trimum ámm síðani).
Regin á Rógvi er skipari
á Norðfinni. Hann hevur
ført Gullfinn og skal
umborð aftur har, tá hann
hevur verið við Norðfinni í
nakrar mánar.
Trupulleikar
Higartil hava verið nakrir
byrjunartmpulleikar, sig-
ur reiðarin, Jákup Hansen
í samrøðu við Tíðindablað-
ið. Tað vísti seg, at spælið
á Vestfinni, sum kom fyrr
til landið, hivaði ov illa.
Virkið hjá J.K.Joensen &
Soni í Miðvági kannaði
tað, og teir meintu, at tað
kundi fáast at hiva betur.
Teir fingu eisini trol um
skrúvuna, og stevnrørið
fór at leka. Vestfinnur fór
tí aftur til Bretlands at fáa
ymsar ábøtur. Trýstið á
spælinum varð sett upp,
og spælið hivar betur nú,
sigur Jákup Hansen.
Fløkja
Vestfinnur var úti í
seinastu viku, men fiski-
skapurin var ikki nógvur,
teir fingu 11 tons.
Spælið á Norðfinni
tykist at vera betri enn á
Vestfinni. Teir vóru úti
týsdagin í seinastu viku,
men komu inn av ti, at
netið mllaðist um bob-
bensirnar.
Jákup Hansen sigur, at
trolarnir em av sama slag
sum teir, ið bretar brúka,
og at teir hava roynst væl
har. Ein gmnd til, at menn
halda spølini vera ov veik
kann vera, at teir em vanir
við størri trolarar við størri
spølum, sigur hann.
Hvør sína
útgerð
Trolarnir vóm fyrst norð-
anfyri, síðani vestanfyri á
tí stongdu leiðini og at
enda eystanfyri. Tað var
mest at fáa norðanfyri,
sigur Jákup Hansen, sum
fýlist á, at trolarnir ikki
sleppa longur inn at veiða.
Trolamir em sama slag,
og teir sigla báðir 11,4 míl,
men teir hava ikki somu
útgerð. Vestfinnur hevur
Flak fyri fyrst
Tað fyrsta, vit fara at
gera, er at seta virkið í
stand, sigur John Høj í
samrøðu við Tíðinda-
blaðið. Vit fara at keypa
tvær nýggjar maskinur,
eina skrædli- og eina
farsmaskinu. Tá hetta er
liðugt, kunnu vit keypa
fisk, sum í fyrsta umfari
verður skorin til flak.
- Fæst nakað ráðevni?
- Tað er avmarkað,
hvussu nógv nýtist, tá
frystiorkan ikki er meira
enn 1,5 tons um samdøg-
rið. Fáa vit fiskin frá
tveimum 20 tonsamm, so
er tað nóg mikið, og tað
rokna vit við at kunna fáa,
sigur John Høj.
John Høj heldur fram:
-Tá virkið møguliga er
útbygt - vónandi um ikki
so langa tíð - er hugsanin
at fara eitt stig longur í
framleiðslu av fiski. Æt-
lanin er at gera døgurða-
kláran mat, t.v.s. at vøran
skal bert heitast upp,
áðrenn hon kann setast á
borðið. Hetta kann ikki
gerast, fyrr enn húsið er
vaksið.
- Tú arbeiðir sjálvur sum
virkisleiðari á Kósini?
- Ja, og tað er ætlanin at
halda fram, sigur John
Høj.
Virkisleiðari keypir
lítið flakavirki
Ætlar at framleiða døgurðakláran mat
í Árnafirði
John Høj í Klaksvík hevur
keýpt flakavirkið Berg-
frost í Árnafirði frá Jógvan
Justinussen, sum hevur
havt tað síiiani 1958.
Keypspeningurin er
146.000 kr.
Virkið kann frysta 1,5
tons av flaki um samdøg-
rið, og goymslan tekur 50
tons. Eini 12 til 15 fólk
koma at arbeiða har.
Ætlanir
-Hvørjar ætlanir hava
tit annars?
-Tað er meiningin, at
sonurin, Jógvan, skal
dríva virkið, sigur John
Høj. Jógvan er í løtuni í
eitt ár á Norges Hermetik-
fagskole í Stavanger og
verður liðugur í summar.