Tíðindablaðið

Issue

Tíðindablaðið - 26.04.1974, Page 4

Tíðindablaðið - 26.04.1974, Page 4
Siða 4 TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 26. aprfl 1974 Eitt miðal húsarhald má hava 35.000 kr. umframt skatt Miðalstøddin á húsarhaldunum í prístalskanningini 5,8 fólk Fiskavirkið í Gøtu í partafelagnum Fiska- virkið í Syðrugøtu er Sámal Hans Hendrik Hansen úr Norðagøtu farin úr nevndini, og Gunnleyg Jacobsen úr Syðrugøtu er komin í nevndina. Mekanik 1 partafelagnum Mek- anik í Saltangará er Werner Petersen farin úr nevndini, og Emst Rasmussen í Runavík er komin í nevndina. Føroyar- Bretland Fyribilsnevndin í Før- oyskum-Bretskum Fel- ag , hevur lýst til almennan, stovnandi aðalfund i kvøld kl. 20 í kommunuskúlahøllini í Havn. Fundurin skal samtykkja lógir fyri felagið, velja nevnd, tveir filmir verða vistir, og annars er ymist á dagsskránni. Arbeiðsmanna- felagið Nevndin í Havnar Arbeiðsmannafelag hevur lýsing, har limir- nir verða gjørdir varug- ir við, at teir hava ikki loyvi at arbeiða saman við óorganiseraðum monnum. Eisini verður sagt, at bilførarar á vøruvogn- um og lastbilum skulu hava loyviskort, annars verða ^teir ikki av- greiddir. Tó er undan- tak fyri bilar, har maðurin eigur vøruna og bilin sjálvur. Sigla meir Nýggja ferðaaetlan fyri summarið er kunngjørd í blaðnum í dag. Eftir hesi ferðaætlan sigla fleiri av strandfara- skipunum meira enn fyrr. Tað er serliga Teman, sum nú skal gera nógvar túrar millum Klaksvík og Eysturoynna. Gudstænastur Sunnudagin hevur K.O. Viderø altargongd í Hvalba kl. 12 og guds- tænastu í Sandvík kl. 18. Eivind Vilhelm, varabiskuppur, præd- ikar í Havnar kirkju. Høgni Poulsen præt- ikar í Miðvágs kirkju kl. 11. Jákup Magnus- sen hevur konfirmatión í Klaksvíkar kirkju. Frá komandi sunnu- degi verður gudstæn- astutíðin í Miðvági, Sandavági og Bø klokk- an 11. Katóiska kirkjan Kirkjan er opin hvønn dag til privata vitjan frá kl. 8 til 19. Kl. 19 hvønn dag er messa. Argir Fundur verður í Argja skúla í kvøld kl. 20. Frelsunar- herurin í kvøld kl. 20,30 er sol- dátarfundur og kl. 21,45 fundur á Vagh- num. Adventista- samkoman K. Andersen hevur Bíbliugransking í ad- ventistaskúlanum við Hoyvíkstjørn leygar- dagin kl. 9,30. Kl. 10,45 hevur A. Sand- beck gudstænastu. Ebenezer í kvøld kl. 20,30 er Bíb- liuflokkur. Sunnudagin kl. 12 er sunnudags- skúli, kl. 18 evangel- iskur fundur. Mána- kvøldið kl. 19,30 er bønarfundur. Jehova Vitni í kvøld kl. 19,30 er teo- kratiskur skúli, kl. 20,30 tænastufundur. Tað er í Ríkissalinum, Noregisvegi 4. í kvøld kl. 20 er ev- angeliskur fundur uppi á Hamri í Skálavik. Tá eitt nýtt prístals- grundarlag verður gjørt, er ein av trupulleikunum altíð at fáa eina so rætta samanseting av nýtsluni i miðalhúsarhaldinum sum gjørligt. Uppskotið til tað nýggja prístalsgrundarlagið er bygt á nýtsluna hjá 47 húsarhaldum kring landið. Hetta eru 8 húsarhald í Havn, 7 í Klaksvíkar kommunu, 6 i Miðvágs og 6 í Sands kommunu, 7 i Gøtu- og 7 i Froðbiar kommunu og 6 í Vest- mannar kommunu. Hesi húsarhald hava ført roknskap yvir tað, sum tey brúka, og tað tilfar, sum harvið er innkomið, hevur verið brúkt sum grundarlag fyri uppskotinum. Misskiljingar Hagdeildin fekk hetta tilfar at arbeiða við í desember mánaða í 1972. Tórhallur Patursson á hagdeildini sigur, at hetta tilfar er ikki av tí besta. Summastaðni eru misskilj- ingar komnar i, og ofta eru upplýsingamir rættuliga ófullkomnir. -Eftir teimum upplýs- ingum, vit fingu, roknaðu vit út, hvussu stór útreiðslan var hjá hesum 47 húsarhaldunum, og var tað samanborið við inn- tøkurnar hjá teimum. Inntøkumar hjá børnum og teimum, sum fáa fólkapensión, er eisini við. Tað vísti seg, at munurin á inntøkum og útreiðslum var ikki so ógvuliga stómr. Men summastaðni var neyðugt at gera nakrar hækkingar í teimum tøl- um, sum uppgivin vóru. Hesar hækkingar vóru m.a. neyðugar av tí, at fleiri húsarhald høvdu ikki uppgivið nýtsluna av summum vørusløgum, sigur Tórhallur Patursson. Hækkingarnar byggja í felstu fømm á innflutn- ingstøl. Millum hækking- arnar kann nevnast tann bólkurin, ið kallast «Flutningur». Har er meðaltalið av tí, sum er uppgivið, 548 kr. um árið, men talið var hækkað til 1.200. 5,8 fólk Miðalstøddin fyri tey húsarhald, sum em við í kanningini, er 5,8 fólk. Hetta er nakað størri enn miðalstøddin fyri allar Føroyar. Fólkateljingin frá 1966 vísir, at tann mest vanliga støddin á húsar- haldum við bømum er fýra: maður, kona og tvey børn. Tað er eisini greitt, at tess størri eitt húsar- hald er, tess størri partur av inntøkunum verður brúktur til neyðsynjaðar- vømr. Samanbera vit tað nýggja føroyska uppskotið við nýtsluprístølini hjá grannalondunum, so sígg- ja vit, at eftir føroyska uppskotinum fara 42,6 prosent til matvømr, meðan hetta talið í Danmark, Islandi og Noregi liggur millum 22 og 30 prosent. At talið fyri Føroyar er hægri enn í øðmm londum, kann lut- víst komast av, at lívs- vanamir í Føroyum em øðrvísi enn i hinum lond- unum, sigur Tórhallur Patursson. T.d. kann nevnast, at fólk í øðmm londum brúkar meira pening uttanfyri heimið, enn føroyingar gera. I útlondunum verður t.d. nakað av rúsdrekka notið á restauratiónum. Fiskimenn væl umboðaðir Millum tey 47 húsarhald- ini, sum uppskotið er gmndað á, em fiski- mannaheimini væl umboð- að við 30 prosentum. Sambært fólkateljingina í 1966 vóm uppihaldamir í 14 prosentum av húsar- haldunum fiskimenn. Ein skeivleiki kundi komið inn í prístalsgmndarlagið av tí, at fiskimenninir eta umborð, og at familjan tí brúkar minni til mat heima. Tað vísti seg tó, sigur Tórhallur Patursson, at matvømnýtslan í hesum húsum samsvaraði væl við nýtsluna í hinum. Her skal eisini havast í huga, at í hesum førinum verða útróðrarmenn eisini rokn- aðir í bólkin av fiski- monnum, og haraftrat kemur eisini spumingurin, hvussu nógv hesin fiski- maðurin hevur verið burt- ur í tí tíðarskeiði, tá kanningin er gjørd. Millum 30 og 40 túsund Eftir tí nýggja uppskoti- num kemur prístalsfamilj- an at brúka millum 30 og 40.000 krónur árliga við teimum prísum, sum em í dag. Eftir tí gamla prístalinum brúka tey góðar 25.000 krónur. Hækkingin av hesum tali- num kemur tó ikki at ávirka lønina, tí tað er einans tann prosentvísi vøksturin, sum gevur dýrtíðarreguleringar. Hinvegin kann hækk- ingin av útreiðslunum hjá prístalsfamiljuni ávirka skattin, alt eftir hvussu skattalógin er gjørd. I dag er reglan tann, at ein hevur ikki loyvi at avskriva longur niður enn til tær 25.000 krónumar, sum roknað verður við at prístalsfamiljan skal hava at liva av. Tórhallur Patursson sigur, at tað kann sjálvandi vera eitt ivamál, um 47 húsarhald er nóg mikið til gmnd fyri eini slíkari kanning, men vit skulu so eisini minnast til, at tess størri tilfarið er, tess torførari er eftirlits- arbeiðið. - Hvussu ofta heldur tú, at vektirnar í prístals- gmndarlagnum eiga at rættast? - Skulu vit hava tær so rættar sum møguligt, so eigur ikki ov long tíð at ganga. Tað kundi kanska verið hóskandi at rættað tær fimta hvørt ár, men tað er eisini ein spuming- ur, hvussu nógvan pening eitt so lítið samfelag sum okkara eigur at offra uppá eitt slíkt arbeiði, tí slíkar rættingar kosta sjálvandi altíð nakað, sigur Tór- hallur Patursson. Tórhallur Patursson

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.