Tíðindablaðið - 26.04.1974, Blaðsíða 4
Siða 4
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 26. aprfl 1974
Eitt miðal húsarhald má hava
35.000 kr.
umframt skatt
Miðalstøddin á húsarhaldunum
í prístalskanningini 5,8 fólk
Fiskavirkið
í Gøtu
í partafelagnum Fiska-
virkið í Syðrugøtu er
Sámal Hans Hendrik
Hansen úr Norðagøtu
farin úr nevndini, og
Gunnleyg Jacobsen úr
Syðrugøtu er komin í
nevndina.
Mekanik
1 partafelagnum Mek-
anik í Saltangará er
Werner Petersen farin
úr nevndini, og Emst
Rasmussen í Runavík
er komin í nevndina.
Føroyar-
Bretland
Fyribilsnevndin í Før-
oyskum-Bretskum Fel-
ag , hevur lýst til
almennan, stovnandi
aðalfund i kvøld kl. 20 í
kommunuskúlahøllini í
Havn. Fundurin skal
samtykkja lógir fyri
felagið, velja nevnd,
tveir filmir verða vistir,
og annars er ymist á
dagsskránni.
Arbeiðsmanna-
felagið
Nevndin í Havnar
Arbeiðsmannafelag
hevur lýsing, har limir-
nir verða gjørdir varug-
ir við, at teir hava ikki
loyvi at arbeiða saman
við óorganiseraðum
monnum.
Eisini verður sagt, at
bilførarar á vøruvogn-
um og lastbilum skulu
hava loyviskort, annars
verða ^teir ikki av-
greiddir. Tó er undan-
tak fyri bilar, har
maðurin eigur vøruna
og bilin sjálvur.
Sigla
meir
Nýggja ferðaaetlan fyri
summarið er kunngjørd
í blaðnum í dag. Eftir
hesi ferðaætlan sigla
fleiri av strandfara-
skipunum meira enn
fyrr. Tað er serliga
Teman, sum nú skal
gera nógvar túrar
millum Klaksvík og
Eysturoynna.
Gudstænastur
Sunnudagin hevur
K.O. Viderø altargongd
í Hvalba kl. 12 og guds-
tænastu í Sandvík kl.
18. Eivind Vilhelm,
varabiskuppur, præd-
ikar í Havnar kirkju.
Høgni Poulsen præt-
ikar í Miðvágs kirkju
kl. 11. Jákup Magnus-
sen hevur konfirmatión
í Klaksvíkar kirkju.
Frá komandi sunnu-
degi verður gudstæn-
astutíðin í Miðvági,
Sandavági og Bø klokk-
an 11.
Katóiska
kirkjan
Kirkjan er opin hvønn
dag til privata vitjan
frá kl. 8 til 19. Kl. 19
hvønn dag er messa.
Argir
Fundur verður í Argja
skúla í kvøld kl. 20.
Frelsunar-
herurin
í kvøld kl. 20,30 er sol-
dátarfundur og kl.
21,45 fundur á Vagh-
num.
Adventista-
samkoman
K. Andersen hevur
Bíbliugransking í ad-
ventistaskúlanum við
Hoyvíkstjørn leygar-
dagin kl. 9,30. Kl.
10,45 hevur A. Sand-
beck gudstænastu.
Ebenezer
í kvøld kl. 20,30 er Bíb-
liuflokkur. Sunnudagin
kl. 12 er sunnudags-
skúli, kl. 18 evangel-
iskur fundur. Mána-
kvøldið kl. 19,30 er
bønarfundur.
Jehova
Vitni
í kvøld kl. 19,30 er teo-
kratiskur skúli, kl.
20,30 tænastufundur.
Tað er í Ríkissalinum,
Noregisvegi 4.
í kvøld kl. 20 er ev-
angeliskur fundur uppi
á Hamri í Skálavik.
Tá eitt nýtt prístals-
grundarlag verður gjørt, er
ein av trupulleikunum
altíð at fáa eina so rætta
samanseting av nýtsluni i
miðalhúsarhaldinum sum
gjørligt.
Uppskotið til tað nýggja
prístalsgrundarlagið er
bygt á nýtsluna hjá 47
húsarhaldum kring landið.
Hetta eru 8 húsarhald í
Havn, 7 í Klaksvíkar
kommunu, 6 i Miðvágs og
6 í Sands kommunu, 7 i
Gøtu- og 7 i Froðbiar
kommunu og 6 í Vest-
mannar kommunu.
Hesi húsarhald hava
ført roknskap yvir tað,
sum tey brúka, og tað
tilfar, sum harvið er
innkomið, hevur verið
brúkt sum grundarlag fyri
uppskotinum.
Misskiljingar
Hagdeildin fekk hetta
tilfar at arbeiða við í
desember mánaða í 1972.
Tórhallur Patursson á
hagdeildini sigur, at hetta
tilfar er ikki av tí besta.
Summastaðni eru misskilj-
ingar komnar i, og ofta eru
upplýsingamir rættuliga
ófullkomnir.
-Eftir teimum upplýs-
ingum, vit fingu, roknaðu
vit út, hvussu stór
útreiðslan var hjá hesum
47 húsarhaldunum, og var
tað samanborið við inn-
tøkurnar hjá teimum.
Inntøkumar hjá børnum
og teimum, sum fáa
fólkapensión, er eisini við.
Tað vísti seg, at munurin á
inntøkum og útreiðslum
var ikki so ógvuliga
stómr. Men summastaðni
var neyðugt at gera nakrar
hækkingar í teimum tøl-
um, sum uppgivin vóru.
Hesar hækkingar vóru
m.a. neyðugar av tí, at
fleiri húsarhald høvdu ikki
uppgivið nýtsluna av
summum vørusløgum,
sigur Tórhallur Patursson.
Hækkingarnar byggja í
felstu fømm á innflutn-
ingstøl. Millum hækking-
arnar kann nevnast tann
bólkurin, ið kallast
«Flutningur». Har er
meðaltalið av tí, sum er
uppgivið, 548 kr. um árið,
men talið var hækkað til
1.200.
5,8 fólk
Miðalstøddin fyri tey
húsarhald, sum em við í
kanningini, er 5,8 fólk.
Hetta er nakað størri enn
miðalstøddin fyri allar
Føroyar. Fólkateljingin frá
1966 vísir, at tann mest
vanliga støddin á húsar-
haldum við bømum er
fýra: maður, kona og tvey
børn. Tað er eisini greitt,
at tess størri eitt húsar-
hald er, tess størri partur
av inntøkunum verður
brúktur til neyðsynjaðar-
vømr.
Samanbera vit tað
nýggja føroyska uppskotið
við nýtsluprístølini hjá
grannalondunum, so sígg-
ja vit, at eftir føroyska
uppskotinum fara 42,6
prosent til matvømr,
meðan hetta talið í
Danmark, Islandi og
Noregi liggur millum 22 og
30 prosent. At talið fyri
Føroyar er hægri enn í
øðmm londum, kann lut-
víst komast av, at lívs-
vanamir í Føroyum em
øðrvísi enn i hinum lond-
unum, sigur Tórhallur
Patursson. T.d. kann
nevnast, at fólk í øðmm
londum brúkar meira
pening uttanfyri heimið,
enn føroyingar gera. I
útlondunum verður t.d.
nakað av rúsdrekka notið á
restauratiónum.
Fiskimenn
væl umboðaðir
Millum tey 47 húsarhald-
ini, sum uppskotið er
gmndað á, em fiski-
mannaheimini væl umboð-
að við 30 prosentum.
Sambært fólkateljingina í
1966 vóm uppihaldamir í
14 prosentum av húsar-
haldunum fiskimenn. Ein
skeivleiki kundi komið inn
í prístalsgmndarlagið av
tí, at fiskimenninir eta
umborð, og at familjan tí
brúkar minni til mat
heima. Tað vísti seg tó,
sigur Tórhallur Patursson,
at matvømnýtslan í hesum
húsum samsvaraði væl við
nýtsluna í hinum. Her skal
eisini havast í huga, at í
hesum førinum verða
útróðrarmenn eisini rokn-
aðir í bólkin av fiski-
monnum, og haraftrat
kemur eisini spumingurin,
hvussu nógv hesin fiski-
maðurin hevur verið burt-
ur í tí tíðarskeiði, tá
kanningin er gjørd.
Millum 30 og
40 túsund
Eftir tí nýggja uppskoti-
num kemur prístalsfamilj-
an at brúka millum 30 og
40.000 krónur árliga við
teimum prísum, sum em í
dag. Eftir tí gamla
prístalinum brúka tey
góðar 25.000 krónur.
Hækkingin av hesum tali-
num kemur tó ikki at
ávirka lønina, tí tað er
einans tann prosentvísi
vøksturin, sum gevur
dýrtíðarreguleringar.
Hinvegin kann hækk-
ingin av útreiðslunum hjá
prístalsfamiljuni ávirka
skattin, alt eftir hvussu
skattalógin er gjørd. I dag
er reglan tann, at ein hevur
ikki loyvi at avskriva
longur niður enn til tær
25.000 krónumar, sum
roknað verður við at
prístalsfamiljan skal hava
at liva av.
Tórhallur Patursson
sigur, at tað kann
sjálvandi vera eitt ivamál,
um 47 húsarhald er nóg
mikið til gmnd fyri eini
slíkari kanning, men vit
skulu so eisini minnast til,
at tess størri tilfarið er,
tess torførari er eftirlits-
arbeiðið.
- Hvussu ofta heldur tú,
at vektirnar í prístals-
gmndarlagnum eiga at
rættast?
- Skulu vit hava tær so
rættar sum møguligt, so
eigur ikki ov long tíð at
ganga. Tað kundi kanska
verið hóskandi at rættað
tær fimta hvørt ár, men
tað er eisini ein spuming-
ur, hvussu nógvan pening
eitt so lítið samfelag sum
okkara eigur at offra uppá
eitt slíkt arbeiði, tí slíkar
rættingar kosta sjálvandi
altíð nakað, sigur Tór-
hallur Patursson.
Tórhallur Patursson