Tíðindablaðið - 26.04.1974, Page 8
Síða 8
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 26. apríl 1974
Ongan
hug
Vónandi kunnu tygum
greiða mær henda
spurning, sum eg ikki
havi viljað farið til
læknan her í bygdini
við:
Hvussu ber tað til, at
eg havi mist hugin til
samlegu, nú eg havi
átt? Meðan eg var upp
á vegin, hevði eg góðan
hug. Tað er ikki heilt
beint, at eg havi mist
hugin, men^eg fái onki
burtur úr tí, og tí tími
eg ikki at blíva við.
Eg vildi gjarna fingið
hjálp frá tygum, so at
hetta ikki kemur at
spilla tey góðu viður-
skiftini millum mannin
og meg. Umframt tann
lítla eiga vit eina gentu
upp á 3 ár, og ta ferðina
bilti tað ikki.
Hon
Orsøkirnar til, at hug-
urin fer, eru ymiskar.
Tann mest vanliga er
óttin fyri at verða við
barn aftur, og ger hetta
eisini, at tygum onki
fáa burtur úr tí. Tygum
kunnu nú i løtuni ikki
minnast, at hetta var
tann upprunaliga or-
søkin, ti hetta verður
sum allaroftast gloymt
aftur, og hevur hetta
vart í longri tið, so er
ógvuliga trupult at
koma burtur úr tí aftur,
uttan so at tygum sjálv
komast eftir, hvat
orsøkin var. Tað er ikki
gjørligt at viðgera hetta
við nøkrum ávísum
heilivág.
Tað~~ finnast eisini
aðrar orsøkir, t..d. pína,
sum ikki er óvanlig eftir
barnsferð, og kann
hetta laettliga verða
viðgjørt.
Harumframt eru eis-
ini mangar aðrar grund-
ir, t. d. familjutrupul-
leikar, fíggjartrupul-
leikc.r og líknandi, sum
ávirka sinnið.
MS
Missir
hárið
Tað er hárið, eg ætli at
spyrja tygum um. Eg
eri farin at missa nakað
nógv hár, soleiðis at
blettir á høvdinum
næstan eru skallutir.
Eg havi roynt at tikið
B-vitaminur móti tí.
Er; hetta ein sjúka, og
SPYRJIÐ
LÆKNAN
Marner Simonsen,
yvirtcekni, svarar
man tað fara at halda
fram? Ger tað annars
tað sama, hvørjum eg
vaski hárinum í?
h-1
At missa hárið í
blettum hjá ungum
fólki er ikki óvanlig
sjúka. Orsøkin er ó-
kend. Eru tað bert
smærri blettir og ikki
størri øki á høvdinum,
og síggjast heilt smá
líkhár í miðjuni á
blettunúm, kann tað
sigast hæstan fyri vist,
at hárið veksur aftur av
sær sjálvum. Tað kann
gera tað sama, hvørja
viðgerð blettirnir fáa -
tað er . onki, sum
hjálpir. Tað ger eisini
tað sama, hvørjum
hárið verður vaskað í.
Nú á døgum verður
eitt cortison-evni nýtt
at smyrja á. Hetta
kann fáa hár at veksa
so leingi hetta verður
smurt uppá, men tað er
ikki heilt óskaðiligt fyri
húðina og harvið fyri
hárrøturnar.
MS
Gjóstur
Tað verður ofta sagt, at
gjóstur er ringur fyri
heilsuna. Hann skal
bæði vera ringur fyri
gikt og krím umframt
mangt annað.
Á mínum arbeiðs-
plássi siti eg dagliga við
eitt opið vindeyga. Eg
havi havt krim fleiri
ferðir í vetur, men tað
hevur eisini mangur
annar, sum ikki situr
við eitt opið vindeyga.
Hvussu ósunnur er
gjóstur? Kann eg vænt-
a at fáa gikt eisini av tí
opna vindeyganum?
I
Ein kennir seg sjálv-
andi ikki væl í gjóstri,
og har, sum gjósturin
kemur at, kemur ofta
pína, t.d. í vøddunum.
At tygum sita við
opnum vindeyga á
arbeiðsplássinum má
hava sína orsøk, sum
tygum onki skriva um,
og ti ber heldur ikki til
at svara so gjølla.
Gjóstur í sær sjálv-
um er ikki í øllum førum
skaðiligur, men hann
kann niðurseta mót-
støðuevnini ímóti krim-
smittu.
MS
Færri íløgur til
ídnaðarfiskiskap
Danski fiskivinnuráðharrin heldur, at ov nógvar íløgur
verða gjørdar til ídnaðarfiskiskap
Føroysk
luttøka
AALBORG, mánadagin.
frá Árna Gregersen.
Áttanda altjóða fiskivinn-
umessan varð sett í Aal-
borg leygardagin. Tað var
danski fiskivinnuráðharr-
in, sum setti messuna, og í
røðu síni segði hann m.a.:
-Vit mugu meir og meir
royna at brúka tann fisk,
vit fáa, til matna. Mær
tykir, at alt ov nógv av
iløgunum til fiskivinnuna
verður nýtt til ídnaðarfisk-
iskapin. Tað er ikki har,
vit skulu.brúka iløgumar.
í hvussu so er ikki so
nógv, sum gjørt hevur
verið tey seinastu árini.
Ein og hvør dugur at
síggja, at ídnaðarfiski-
skapurin í dag er størsti
vandin fyri ovfisking. Um
vit í staðin fyri at nýta
fiskin til ídnað, brúktu alt,
vit kundu, til matna, var
vandin fyri ovfisking ikki
so stórur, sum hann er í
dag.
Stórur eftir-
spurningur
Fiskivinnumálaráðharrin
nevndi eisini, at síðan
seiiíastu altjóða fiski-
vinnumessuna, sum var
hildin í Frederikshavn í
1971, er Danmark vorðið
limur í EF. í EF er reglan
um minsta pris fyri fisk
galdandi, meðan Danmark
hevur auktiónir.
- Marknaðurin hevur tó
verið soleiðis, at vit ikki
hava verið noyddir at
brúka EF regluna. Fiski-
menn hava fingið góðan
prís fyri veiðuna, orsakað
av tí stóra eftirspurningi.
sum hevur verið eftir fiski,
segði Anker Koefod.
Netsonda
Á messuni er nógv áhuga-
vert at síggja, m.a. ein
netsonda, sum er tað, sum
vekur størstan áhuga
millum danskar fiskimenn.
Hon fæst fyri 50.000 til
100.000 kr. og fortelur alt
um, hvat fyrigongur har,
sum trolið er. Hon sigur,
hvussu opið trolið er,
hvussu nógvur fiskur
kemur í, hvussu botnurin
er, har trolað verður, og
hvussu hitin er á tí dýpi,
har trolið er.
Messan hevur annars
sum høvuðsendamál at
vísa skipsmotorar. Og har
er eisini nakað at velja í
fyri tann, sum skal hava
nýggjan motor.
Úr Føroyum luttaka eisini
nøkur ídnaðarvirkir. Har
er Marinuplast úr Kaldbak
við einum fýramannafari.
Tøtingarvirkið í Gøtu við
hondbundnum troyggjum
og tógvi. Snældan á
Strondum við maskin-
bundnum skipstroyggjum.
Tog- og Snørisvirkið í
Klaksvik við ymiskum
sløgum av snøri. Sjó-
klædnavirkið í Klaksvík
við oljuklæðum og ulpum.
Fiskasølan vísti pakningar
til frystan fisk, og Føroya
Idnaðarfelag visti myndir
frá ymiskum virkjum í
Føroyum.
Tá fiskivinnumálaráð-
harrin kom til messuna,
var hann móttikin av
trimum gentum í føroysk-
um klæðum.
Góð rekláma fyri
føroyska básin, sum ein av
luttakarunum segði.
Smáttan hjá Tom
Haley koyrdi við Tom til Washington, har nakrir trælir
skuldu seljast á uppboði dagin eftir. Tom varð
innistongdur, so hann ikki skuldi kunna rýma, og Haley
fór niðan til ráðhústrappuna, har uppboðssølan skuldi
vera.
Her hugdi hann at trælúnum, sum skuldu seljast. Hann
sýnaði teir, ein í senn, hugdi at tonnunum, føldi hvussu
sterkir teir vóru og kannaði gjølla eftir, um teir høvdu
nøkur brek. Størstan áhuga hevði hann fyri einum 14
ára gomlum dreingi, sum var saman við móður síni.
Móðirin vildi ikki skiljast frá soninum og segði ferð eftir
ferð, at tey bæði hoyrdu saman og máttu ikki skiljast;
hon var til reiðar at átaka sær hvat arbeiði tað skuldi
vera, øll hini bømini vóru seld frá henni, segði hon.