Tíðindablaðið

Ataaseq assigiiaat ilaat

Tíðindablaðið - 26.04.1974, Qupperneq 8

Tíðindablaðið - 26.04.1974, Qupperneq 8
Síða 8 TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 26. apríl 1974 Ongan hug Vónandi kunnu tygum greiða mær henda spurning, sum eg ikki havi viljað farið til læknan her í bygdini við: Hvussu ber tað til, at eg havi mist hugin til samlegu, nú eg havi átt? Meðan eg var upp á vegin, hevði eg góðan hug. Tað er ikki heilt beint, at eg havi mist hugin, men^eg fái onki burtur úr tí, og tí tími eg ikki at blíva við. Eg vildi gjarna fingið hjálp frá tygum, so at hetta ikki kemur at spilla tey góðu viður- skiftini millum mannin og meg. Umframt tann lítla eiga vit eina gentu upp á 3 ár, og ta ferðina bilti tað ikki. Hon Orsøkirnar til, at hug- urin fer, eru ymiskar. Tann mest vanliga er óttin fyri at verða við barn aftur, og ger hetta eisini, at tygum onki fáa burtur úr tí. Tygum kunnu nú i løtuni ikki minnast, at hetta var tann upprunaliga or- søkin, ti hetta verður sum allaroftast gloymt aftur, og hevur hetta vart í longri tið, so er ógvuliga trupult at koma burtur úr tí aftur, uttan so at tygum sjálv komast eftir, hvat orsøkin var. Tað er ikki gjørligt at viðgera hetta við nøkrum ávísum heilivág. Tað~~ finnast eisini aðrar orsøkir, t..d. pína, sum ikki er óvanlig eftir barnsferð, og kann hetta laettliga verða viðgjørt. Harumframt eru eis- ini mangar aðrar grund- ir, t. d. familjutrupul- leikar, fíggjartrupul- leikc.r og líknandi, sum ávirka sinnið. MS Missir hárið Tað er hárið, eg ætli at spyrja tygum um. Eg eri farin at missa nakað nógv hár, soleiðis at blettir á høvdinum næstan eru skallutir. Eg havi roynt at tikið B-vitaminur móti tí. Er; hetta ein sjúka, og SPYRJIÐ LÆKNAN Marner Simonsen, yvirtcekni, svarar man tað fara at halda fram? Ger tað annars tað sama, hvørjum eg vaski hárinum í? h-1 At missa hárið í blettum hjá ungum fólki er ikki óvanlig sjúka. Orsøkin er ó- kend. Eru tað bert smærri blettir og ikki størri øki á høvdinum, og síggjast heilt smá líkhár í miðjuni á blettunúm, kann tað sigast hæstan fyri vist, at hárið veksur aftur av sær sjálvum. Tað kann gera tað sama, hvørja viðgerð blettirnir fáa - tað er . onki, sum hjálpir. Tað ger eisini tað sama, hvørjum hárið verður vaskað í. Nú á døgum verður eitt cortison-evni nýtt at smyrja á. Hetta kann fáa hár at veksa so leingi hetta verður smurt uppá, men tað er ikki heilt óskaðiligt fyri húðina og harvið fyri hárrøturnar. MS Gjóstur Tað verður ofta sagt, at gjóstur er ringur fyri heilsuna. Hann skal bæði vera ringur fyri gikt og krím umframt mangt annað. Á mínum arbeiðs- plássi siti eg dagliga við eitt opið vindeyga. Eg havi havt krim fleiri ferðir í vetur, men tað hevur eisini mangur annar, sum ikki situr við eitt opið vindeyga. Hvussu ósunnur er gjóstur? Kann eg vænt- a at fáa gikt eisini av tí opna vindeyganum? I Ein kennir seg sjálv- andi ikki væl í gjóstri, og har, sum gjósturin kemur at, kemur ofta pína, t.d. í vøddunum. At tygum sita við opnum vindeyga á arbeiðsplássinum má hava sína orsøk, sum tygum onki skriva um, og ti ber heldur ikki til at svara so gjølla. Gjóstur í sær sjálv- um er ikki í øllum førum skaðiligur, men hann kann niðurseta mót- støðuevnini ímóti krim- smittu. MS Færri íløgur til ídnaðarfiskiskap Danski fiskivinnuráðharrin heldur, at ov nógvar íløgur verða gjørdar til ídnaðarfiskiskap Føroysk luttøka AALBORG, mánadagin. frá Árna Gregersen. Áttanda altjóða fiskivinn- umessan varð sett í Aal- borg leygardagin. Tað var danski fiskivinnuráðharr- in, sum setti messuna, og í røðu síni segði hann m.a.: -Vit mugu meir og meir royna at brúka tann fisk, vit fáa, til matna. Mær tykir, at alt ov nógv av iløgunum til fiskivinnuna verður nýtt til ídnaðarfisk- iskapin. Tað er ikki har, vit skulu.brúka iløgumar. í hvussu so er ikki so nógv, sum gjørt hevur verið tey seinastu árini. Ein og hvør dugur at síggja, at ídnaðarfiski- skapurin í dag er størsti vandin fyri ovfisking. Um vit í staðin fyri at nýta fiskin til ídnað, brúktu alt, vit kundu, til matna, var vandin fyri ovfisking ikki so stórur, sum hann er í dag. Stórur eftir- spurningur Fiskivinnumálaráðharrin nevndi eisini, at síðan seiiíastu altjóða fiski- vinnumessuna, sum var hildin í Frederikshavn í 1971, er Danmark vorðið limur í EF. í EF er reglan um minsta pris fyri fisk galdandi, meðan Danmark hevur auktiónir. - Marknaðurin hevur tó verið soleiðis, at vit ikki hava verið noyddir at brúka EF regluna. Fiski- menn hava fingið góðan prís fyri veiðuna, orsakað av tí stóra eftirspurningi. sum hevur verið eftir fiski, segði Anker Koefod. Netsonda Á messuni er nógv áhuga- vert at síggja, m.a. ein netsonda, sum er tað, sum vekur størstan áhuga millum danskar fiskimenn. Hon fæst fyri 50.000 til 100.000 kr. og fortelur alt um, hvat fyrigongur har, sum trolið er. Hon sigur, hvussu opið trolið er, hvussu nógvur fiskur kemur í, hvussu botnurin er, har trolað verður, og hvussu hitin er á tí dýpi, har trolið er. Messan hevur annars sum høvuðsendamál at vísa skipsmotorar. Og har er eisini nakað at velja í fyri tann, sum skal hava nýggjan motor. Úr Føroyum luttaka eisini nøkur ídnaðarvirkir. Har er Marinuplast úr Kaldbak við einum fýramannafari. Tøtingarvirkið í Gøtu við hondbundnum troyggjum og tógvi. Snældan á Strondum við maskin- bundnum skipstroyggjum. Tog- og Snørisvirkið í Klaksvik við ymiskum sløgum av snøri. Sjó- klædnavirkið í Klaksvík við oljuklæðum og ulpum. Fiskasølan vísti pakningar til frystan fisk, og Føroya Idnaðarfelag visti myndir frá ymiskum virkjum í Føroyum. Tá fiskivinnumálaráð- harrin kom til messuna, var hann móttikin av trimum gentum í føroysk- um klæðum. Góð rekláma fyri føroyska básin, sum ein av luttakarunum segði. Smáttan hjá Tom Haley koyrdi við Tom til Washington, har nakrir trælir skuldu seljast á uppboði dagin eftir. Tom varð innistongdur, so hann ikki skuldi kunna rýma, og Haley fór niðan til ráðhústrappuna, har uppboðssølan skuldi vera. Her hugdi hann at trælúnum, sum skuldu seljast. Hann sýnaði teir, ein í senn, hugdi at tonnunum, føldi hvussu sterkir teir vóru og kannaði gjølla eftir, um teir høvdu nøkur brek. Størstan áhuga hevði hann fyri einum 14 ára gomlum dreingi, sum var saman við móður síni. Móðirin vildi ikki skiljast frá soninum og segði ferð eftir ferð, at tey bæði hoyrdu saman og máttu ikki skiljast; hon var til reiðar at átaka sær hvat arbeiði tað skuldi vera, øll hini bømini vóru seld frá henni, segði hon.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.