Tíðindablaðið

Issue

Tíðindablaðið - 26.04.1974, Page 9

Tíðindablaðið - 26.04.1974, Page 9
Fríløtan TÍÐINDABLAÐIÐ friggjadagin 26. apríl 1974 Síða 9 Bygningurin við flagtaki er tann gamli parturiri av húsunum hjá Petur av Skælingi. Hesin parturin var bygdur í 1835, tað vóru fjós, roykstova og stova Tey bugva enn f húsunum, sum vórðu bygd f 1835 í dag fyllir Petur Joensen - Petur á Skælingi - í Kvívík 89 ár. Sum navnið sigur, er hann ættaður av Skælingi, men giftist til Kvívíkar og hevur búð har. Petur hevur ikki verið so sterkur tey seinastu árini, og nú á 89 ára degnum er hann ússaligur. Men hetta hevur ikki verið hansara eyðkenni. Hann hevur verið ágiýtin og arbeiðs- samur maður, prátingar- samur og hugnaligur. Hann hevur eisini dugað væl at siga frá, dugdi væl at taka til, og citatini raplaðu frá honum - á donskum - bæði úr kvæðum og Halgubók. Petur býr Heimi í Stovu á Eystarhellu í Kvívík. Húsini, hann býr í, munnu vera tey efstu har i bygdini. Tey einastu, sum møguliga kunnu vera líka gomul, eru Uppi í Húsi. Nýbygging Húsini Heimi í Stovu vórðu av fyrstan tíð bygd í 1835. Tað, sum tá varð bygt, vendi eystur og vestur, og tað var eitt fjós, ein roykstova og ein stova. Hjúnipj^sum fluttp jrm, 'r'v.'r /(njt'K1 ginasfíf Him cj vóru Jákup og Hanna Malena, sum bæði vóru úr Kvívík. Hon var dóttir Hellubóndan, Dánjal Ják- up, sum m.a. er kendur frá ferðini, hann gjørdi til Danmarkar saman við Nólsoyar Pálli «uppá landsins besta». Hanna Malena hevði eina eikikistu við sær av Hellu, tá hon giftist. Kistan stendur enn í stovuni hjá Petur á Skælingi. Lokið er úr einari fjøl, og tað er slitið slætt, so nógv fólk hava sitið á tí hesi mongu ár. Bygdi uppí í 1866 bygdi Óli Jacobsen, sum var sonur Jákup og Hannu Malenu, uppí húsini. Hann gjørdi ein uppibygning, sum vendir suður og norður. Seinni hevur Petur bygt nakað aftrat, so at í hesum uppí- bygningi er nú ein stova aftrat, wc, eitt lítið kamar og dyr. Óli var deknur í Kvivík, og hann varð tí nevndur Óla dekn, hóast hann var óðalsbóndi og átti væl av jorð. .Hann , .var , eisini ‘mm wjmwciírnxn lií, løgtingsmaður ein stóran part av lívinum. Arvurin Jákup og Hanna Malena áttu 8 børn. Óla dekn var elstur og einasti sonur. Hann arvaði jørðina Norði i Stovu og búði har, eftir at hann var giftur. Húsini Heimi í Stovu fóru í arv til ta einu Petur av Skælingi, fyllir 89 ár í dag Teir gomlu træknakarnir eru framvegis á vegginum í stovuni dóttrina, Atu. í 1884 arvaði hon 170 kr. eftir for- eldrini. í skjølunum sæst, at tann gamli parturin av húsunum - fjós, stova og roykstova - vórðu mett til virðið 200 kr., og Ata fekk húsini í arv við at gjalda tær 30 krónurnar, sum lógu imillum. Ellivu ár seinni, í 1895, keypti hon tann partin, sum bróðirin, Óla dekn, hevði bygt uppí. Hesin partur, sum var 7x6 alin stórur, varð tá mettur til virðið 145 kr., sum hon eypti tað fyri. Kinna og Petur Ata giftist við Tjørnuvíks- Hanusi, sum hann kall- aðist, ogtey áttu trý børn Men ein dóttir doyði sum barn, og ein sonur teirra datt o/nan á fjalli 16 ára gamal og doyði. Bert tað triðja barnið, dót.tirin Súsanna Cathrina, livdi. Hon arvaði húsini, og var hetta aðru ferð, tey fóru til eina kvinnu. Súsanna Cathrina - sum varð nevnd Kinua - giftist við Petur á Skælingi. Hon. -

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.