Tíðindablaðið - 26.04.1974, Qupperneq 9
Fríløtan
TÍÐINDABLAÐIÐ friggjadagin 26. apríl 1974 Síða 9
Bygningurin við flagtaki er tann gamli parturiri
av húsunum hjá Petur av Skælingi. Hesin
parturin var bygdur í 1835, tað vóru fjós,
roykstova og stova
Tey bugva enn f húsunum,
sum vórðu bygd f 1835
í dag fyllir Petur Joensen -
Petur á Skælingi - í Kvívík
89 ár. Sum navnið sigur, er
hann ættaður av Skælingi,
men giftist til Kvívíkar og
hevur búð har.
Petur hevur ikki verið so
sterkur tey seinastu árini,
og nú á 89 ára degnum er
hann ússaligur. Men hetta
hevur ikki verið hansara
eyðkenni. Hann hevur
verið ágiýtin og arbeiðs-
samur maður, prátingar-
samur og hugnaligur.
Hann hevur eisini dugað
væl at siga frá, dugdi væl
at taka til, og citatini
raplaðu frá honum - á
donskum - bæði úr
kvæðum og Halgubók.
Petur býr Heimi í Stovu
á Eystarhellu í Kvívík.
Húsini, hann býr í, munnu
vera tey efstu har i
bygdini. Tey einastu, sum
møguliga kunnu vera líka
gomul, eru Uppi í Húsi.
Nýbygging
Húsini Heimi í Stovu
vórðu av fyrstan tíð bygd í
1835. Tað, sum tá varð
bygt, vendi eystur og
vestur, og tað var eitt
fjós, ein roykstova og ein
stova.
Hjúnipj^sum fluttp jrm,
'r'v.'r /(njt'K1 ginasfíf Him cj
vóru Jákup og Hanna
Malena, sum bæði vóru úr
Kvívík. Hon var dóttir
Hellubóndan, Dánjal Ják-
up, sum m.a. er kendur frá
ferðini, hann gjørdi til
Danmarkar saman við
Nólsoyar Pálli «uppá
landsins besta».
Hanna Malena hevði
eina eikikistu við sær av
Hellu, tá hon giftist.
Kistan stendur enn í
stovuni hjá Petur á
Skælingi. Lokið er úr
einari fjøl, og tað er slitið
slætt, so nógv fólk hava
sitið á tí hesi mongu ár.
Bygdi
uppí
í 1866 bygdi Óli Jacobsen,
sum var sonur Jákup og
Hannu Malenu, uppí
húsini. Hann gjørdi ein
uppibygning, sum vendir
suður og norður. Seinni
hevur Petur bygt nakað
aftrat, so at í hesum uppí-
bygningi er nú ein stova
aftrat, wc, eitt lítið kamar
og dyr.
Óli var deknur í Kvivík,
og hann varð tí nevndur
Óla dekn, hóast hann var
óðalsbóndi og átti væl av
jorð. .Hann , .var , eisini
‘mm wjmwciírnxn lií,
løgtingsmaður ein stóran
part av lívinum.
Arvurin
Jákup og Hanna Malena
áttu 8 børn. Óla dekn var
elstur og einasti sonur.
Hann arvaði jørðina Norði
i Stovu og búði har, eftir
at hann var giftur.
Húsini Heimi í Stovu
fóru í arv til ta einu
Petur av Skælingi, fyllir 89 ár í dag
Teir gomlu træknakarnir eru framvegis á
vegginum í stovuni
dóttrina, Atu. í 1884
arvaði hon 170 kr. eftir for-
eldrini. í skjølunum sæst,
at tann gamli parturin av
húsunum - fjós, stova og
roykstova - vórðu mett til
virðið 200 kr., og Ata fekk
húsini í arv við at gjalda
tær 30 krónurnar, sum
lógu imillum.
Ellivu ár seinni, í 1895,
keypti hon tann partin,
sum bróðirin, Óla dekn,
hevði bygt uppí. Hesin
partur, sum var 7x6 alin
stórur, varð tá mettur til
virðið 145 kr., sum hon
eypti tað fyri.
Kinna og
Petur
Ata giftist við Tjørnuvíks-
Hanusi, sum hann kall-
aðist, ogtey áttu trý børn
Men ein dóttir doyði sum
barn, og ein sonur teirra
datt o/nan á fjalli 16 ára
gamal og doyði.
Bert tað triðja barnið,
dót.tirin Súsanna Cathrina,
livdi. Hon arvaði húsini,
og var hetta aðru ferð, tey
fóru til eina kvinnu.
Súsanna Cathrina - sum
varð nevnd Kinua - giftist
við Petur á Skælingi. Hon.
-