Tíðindablaðið - 26.04.1974, Side 11
Fríløtan
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 26. apríl 1974
Slða 11
Hitler - lygnarin
og villleiðarin
Tað er lætt fyri okkum, sum liva í dag at
vísa á, hvussu falskur og harðrendur Adolf
Hitler var, og hvørjar hansara veruligu
ætlanir vóru aftan fyri tey mongu orðini
um frið og semju.
Vit mugu bert minnast til, at ikki fyrr
enn Hitlerveldið var farið til grundar í
1945, sluppu menn framat at kanna skjøl
og vitnisburðir, sum søgdu nakað meira
um føraran enn tey, sum hansara egnu
røður høvdu sagt. í dag er lætt at síggja,
hvussu hann miðvíst virkaði fram imóti at
herseta onnur lond og rudda ávís fólkasløg
út.
Tað, sum kanska er torført
at skilja hjá okkum er, at
tað eydnaðist honum at
sannføra bæði einstakling-
ar og stórar mannamúgvur
um sín friðarvilja. Men
hetta eydnaðist honum.
Sjálvur homasteinurin í
hansara politikki var at
sannføra týska fólkið og
allan heimin um sín
friðarvilja og samstundis
at brynja seg út til
álopskríggj.
Vápnini
Hitler er farin yvir i
søguna sum ein av teimum
stóm fólkatalamnum og
hópøsarunum. Hann hevði
eina patetiska røđd, hann
østi seg líðandi upp, hann
svór við grátirødd um
sínar góðu ætlanir - alt
hetta hevði eina ómetaliga
ávirkan á áhoyramar.
Hitler dugdi eisini at gera
seg til lagnumannin, sum
varð stýrdur av einari
hægri forsjón, og hann
dugdi eisini at vera ein
fittligur og friðarligur
smáborg£U-i.
Týskland vildi
samráðast
Enn í dag mugu vit
undrast á hansara talu-
teknikk. Eitt dømi um
hansara snildi síggja vit í
einari røðu, hann helt 28.
apríl í 1939 - í ovurmorgin
em 35 ár liðin, síðani hann
helt hesa røðu.
Fittur og hugnaligur einaræðisharri. Hitler vitjar
eina arbeiðslegu fyri gentur - í hansara Týsklandi
høvdu allar gentur arbeiðsskyldu
Hitler í 1932 á einum valfundi í Oldenburg. Landsmenn hansara fagna honum
Amerikanski forsetin,
Roosewelt, hevði spurt
Hitler og Mussolini, um
teir vildu geva lyfti um, at
teir skuldu ikki leypa á
nøkur ávís lond. Hitler
vendi sær til hesi lond og
spurdi, um tey kendu seg
hótt av Týsklandi. 011
svaraðu nei - uttan tvey
lond, sum hann ikki fekk
svar frá: Sýrialand og
Palestina.
Tað var stómr fagnaður
í ríkisdegnum, tá Hitler
segði, at hesi lond kundu
ikki svara, tí at tey vóru
hersett av Fraklandi og
Bretlandi.
Hitler segði somuleiðis,
at sanniliga vildi Týskland
loysa teir politisku stríðs-
spurningarnar við samráð-
ingarborðið - og tað var
meira, enn USA vildi, tí
hetta land hevði ikki so
mikið av friðarvilja, at tað
vildi gerast limur av
Fólkasamgonguni!
Avvápnaður
Hitler segði, at Týskland
var tað einasta landið, sum
veruliga hevði framt av-
vápnað i 20unum, meðan
øll onnur lond høvdu
brynjað seg betur út.
Hetta var avbera snild-
isliga sagt. Sannleikin var
tann. at Týskland hevði
ikki hildið avvápnaðar-
reglurnar, men hevði ein
her í loyndum. Haraftrat
hevði Hitler sjálvur gingið
á odda í at finnast at
stjórnini, tá hon hevði
framt minst møguligan av-
vápnað sambært Versaill-
es-avtaluna.
Men orð hansara virk-
aðu væl, og bæði í
Týsklandi og í øðmm
londum høvdu fólk lyndi
til at geva honum rætt.
Orðalagið
Eftir henda spoyska og
ósanna inngang østi Hitler
seg upp og bergtók allar
sínar land.-menn. Hann
segði:
-Eg havi ikki ábyrgdina
av heimsins lagnu, eftir-
sum heimurin hevur verið
líkasælur við lagnuna hjá
fólki minum. Dag og nátt
hávi eg livað fyri at vekja
megina í fólki mínum ...
Eg havi funnið arbeiði til
sjey miljónir arbeiðsleysar
landsmenn... Eg havi ført
miljónirav týskarum, sum
vóru vanvirdir í vesæla-
dómi undir fremmandum
tjóðum, heim til teirra
fedraland, og eg havi gjørt
tað uttan at ofra ein blóðs-
dropa.
Hetta var í vemleika-
num lygn alt samalt. Men
hann dugdi tann kunstin
at fáa tað at ljóða sum ein
sannleika.