Tíðindablaðið

Útgáva

Tíðindablaðið - 26.04.1974, Síða 11

Tíðindablaðið - 26.04.1974, Síða 11
 Fríløtan TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 26. apríl 1974 Slða 11 Hitler - lygnarin og villleiðarin Tað er lætt fyri okkum, sum liva í dag at vísa á, hvussu falskur og harðrendur Adolf Hitler var, og hvørjar hansara veruligu ætlanir vóru aftan fyri tey mongu orðini um frið og semju. Vit mugu bert minnast til, at ikki fyrr enn Hitlerveldið var farið til grundar í 1945, sluppu menn framat at kanna skjøl og vitnisburðir, sum søgdu nakað meira um føraran enn tey, sum hansara egnu røður høvdu sagt. í dag er lætt at síggja, hvussu hann miðvíst virkaði fram imóti at herseta onnur lond og rudda ávís fólkasløg út. Tað, sum kanska er torført at skilja hjá okkum er, at tað eydnaðist honum at sannføra bæði einstakling- ar og stórar mannamúgvur um sín friðarvilja. Men hetta eydnaðist honum. Sjálvur homasteinurin í hansara politikki var at sannføra týska fólkið og allan heimin um sín friðarvilja og samstundis at brynja seg út til álopskríggj. Vápnini Hitler er farin yvir i søguna sum ein av teimum stóm fólkatalamnum og hópøsarunum. Hann hevði eina patetiska røđd, hann østi seg líðandi upp, hann svór við grátirødd um sínar góðu ætlanir - alt hetta hevði eina ómetaliga ávirkan á áhoyramar. Hitler dugdi eisini at gera seg til lagnumannin, sum varð stýrdur av einari hægri forsjón, og hann dugdi eisini at vera ein fittligur og friðarligur smáborg£U-i. Týskland vildi samráðast Enn í dag mugu vit undrast á hansara talu- teknikk. Eitt dømi um hansara snildi síggja vit í einari røðu, hann helt 28. apríl í 1939 - í ovurmorgin em 35 ár liðin, síðani hann helt hesa røðu. Fittur og hugnaligur einaræðisharri. Hitler vitjar eina arbeiðslegu fyri gentur - í hansara Týsklandi høvdu allar gentur arbeiðsskyldu Hitler í 1932 á einum valfundi í Oldenburg. Landsmenn hansara fagna honum Amerikanski forsetin, Roosewelt, hevði spurt Hitler og Mussolini, um teir vildu geva lyfti um, at teir skuldu ikki leypa á nøkur ávís lond. Hitler vendi sær til hesi lond og spurdi, um tey kendu seg hótt av Týsklandi. 011 svaraðu nei - uttan tvey lond, sum hann ikki fekk svar frá: Sýrialand og Palestina. Tað var stómr fagnaður í ríkisdegnum, tá Hitler segði, at hesi lond kundu ikki svara, tí at tey vóru hersett av Fraklandi og Bretlandi. Hitler segði somuleiðis, at sanniliga vildi Týskland loysa teir politisku stríðs- spurningarnar við samráð- ingarborðið - og tað var meira, enn USA vildi, tí hetta land hevði ikki so mikið av friðarvilja, at tað vildi gerast limur av Fólkasamgonguni! Avvápnaður Hitler segði, at Týskland var tað einasta landið, sum veruliga hevði framt av- vápnað i 20unum, meðan øll onnur lond høvdu brynjað seg betur út. Hetta var avbera snild- isliga sagt. Sannleikin var tann. at Týskland hevði ikki hildið avvápnaðar- reglurnar, men hevði ein her í loyndum. Haraftrat hevði Hitler sjálvur gingið á odda í at finnast at stjórnini, tá hon hevði framt minst møguligan av- vápnað sambært Versaill- es-avtaluna. Men orð hansara virk- aðu væl, og bæði í Týsklandi og í øðmm londum høvdu fólk lyndi til at geva honum rætt. Orðalagið Eftir henda spoyska og ósanna inngang østi Hitler seg upp og bergtók allar sínar land.-menn. Hann segði: -Eg havi ikki ábyrgdina av heimsins lagnu, eftir- sum heimurin hevur verið líkasælur við lagnuna hjá fólki minum. Dag og nátt hávi eg livað fyri at vekja megina í fólki mínum ... Eg havi funnið arbeiði til sjey miljónir arbeiðsleysar landsmenn... Eg havi ført miljónirav týskarum, sum vóru vanvirdir í vesæla- dómi undir fremmandum tjóðum, heim til teirra fedraland, og eg havi gjørt tað uttan at ofra ein blóðs- dropa. Hetta var í vemleika- num lygn alt samalt. Men hann dugdi tann kunstin at fáa tað at ljóða sum ein sannleika.

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.