Tíðindablaðið - 10.01.1975, Blaðsíða 2
Tíðindablaðið
Útgevari og blaðstjórn:
Finnbogi Isaksen (ábyrgd)
Ámi Absalonsen
Adr.: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48 49
Leysasøluprísur 2,00 kr. eintakið. Prent:
Tíðindablaðið og Dimmalætting.
Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum.
Landsstýrið
Longu fyri jól gjørdu teir tríggir flokkar-
nir javnaðarflokkurin, tjóðveldisflokkur-
in og fólkaflokkurin avtalu um, at teir
fóru at skipa landsstýrið, og at samráð-
ingamar um tey mál, ið vóru eftir, skuldu
vera millum jól og nýggjár og eftir árs-
skiftið. Siðani hava verið fleiri fundir, og
i fyrrakvøldið var endahg semja um inni-
haldið og orðaljóðið i samgongusáttmála-
num, ið verður almannakunngjørdur.
Tað hava verið nógvir fundir og drúgv-
ar tingingar, men ikki altíð um tey stóru
málini. Menn hava alla tíðina verið sinn-
aðir til at almannakunngera sáttmálan,
og hetta kann hava gjørt sítt til, at flokk-
arnir hava vandað sær serliga væl um
setningar og orð. Hetta tekur tíð, men
hevur møguliga ikki so stóran praktiskan
týdning fyri samvinnuna.
Farin ár hava teir triggir flokkamir
mangan staðið langt frá hvørjum øðrum,
og samvinnan má ti í høvuðsheitum verð-
a gmndað á tey — hóast alt mongu —
mál, har munurin ikki er so stómr, t.v.s.
i vanligum útbyggingarmálum. Aftrat
hesum fær so hvør einstakur flokkur
okkurt av sinum hjartamálum framt.
Tað er ikki lætt at meta um, hvat tann
stóra fjøldin av veljamm hjá teimum
trimum flokkunum heldur. Úrslitið av
fólkatingsvalinum er ikki komið, tá hetta
verður skrivað. Men kanska hevði tað
verið klókari at sett landsstýri, áðrenn
fólkatingsvalið var av.
_____TÍÐINDABLADID fríggjadagin 10. januar 1975 %
Búskaparpolitikkur
í øllum framkomnum lond-
um verður frá almennari
síðu førdur búskaparpoli-
tikkur. Hesin politikkur
hevur fyrst og fremst til
endamáls at skapa so góð
fíggjarlig viðurskifti í sam-
felagnum sum møguligt.
Hvat ið er góð fíggjarlig
viðurskifti kann ósemja
vera um, og serliga kann
ósemja vera um, hvussu-
leiðis ein búskaparpolit-
ikkur skal førast og hvørji
tiltøk gerast skulu, og
hvørji amboð nýtast kunn-
u fyri at fremja endamálið.
Búskaparpolitikkur
verður fyrst og fremst
førdur av landsins polit-
isku myndugleikum, tað
vil siga, av stjórn og tingi.
Hesin politikkur fevnir
víða — í veruleikanum um
øll øki samfelagsins, men
her skal bert stutt umrøð-
ast fíggjarpolitikkur (land-
sins fíggjarlóg) og pening-
a- og valutapolitikkur.
Viðmerkjast skal, at um-
røðan geldur sjálvstøðug
lond.
Við fíggjarpolitikk skilst
at landsins stjórn við
fíggjarlógini- sum amboð
roynir at ávirka landsins
búskap á tann hátt, sum
hon í løtuni metir fyri at
vera tann rætta. í einum
og hvørjum samfelag er ein
økonomiskur aktivitetur,
sum stavar frá framleiðslu
borgaranna. Henda fram-
leiðsla skal takast í víðari
merking, t.v.s., at eitt og
hvørt arbeiði kemur undir
hetta heiti, bæði tað sum
vit beinleiðis kalla produk-
tión (fiskiídnaður, hand-
verk, landbúnaður v.m.)
og øll onnur arbeiði so sum
Jógvan Sundstein skrivar
um ymisk amboð, ið brúk-
ast kunnu fyri at føra bú-
skaparpolitikk. Hann sig-
ur, at Føroyar sum ósjálv-
støðugt land kunnu ikki
brúka øll amboðini, men
nógv kann tó gerast her í
landinum fyri at berjast
ímóti fíggjarligum krepp-
um
administratión, handil og
annað.
Um øll henda framleiðsl-
a verður samanløgd gevur
hon samfelagsins heildar-
úrtøku — tjóðartøkuna.
Yvir fíggjarlógina krev-
ur stjórnin inn tann pen-
ing, ið nýtast skal til al-
menn endamál. Hesin pen-
ingur verður fyrst og
fremst kravdur inn frá
landsins borgarum sum
skattur og avgjøld, men
ríkiskassin kann eisini lána
peningin úr tjóðarbanka
landsins.Fíggjarlógin vil tí
sjáldan balancera, men við
antin at hava yvirskot ella
undirskot á fíggjarlógini
kann stjórnin ávirka pen-
inganýtsluna og harvið
eisini produktiónina í sam-
felagnum. í tí vit vanliga
kalla «góðum» tíðum, tað
vil siga, við nógvum ar-
beiði og stórari peninga-
nýtslu, kann stjórnin hald-
a tað vera rætt at avmarka
hesa nýtsluna, lutvíst fyri
at mótvirka inflatión og
lutvíst fyri at mótvirka ov
nógvari valutanýtslu. Tað
vil siga, at tá verður meira
kravt inn av peningi,
soleiðis at yvirskot verður
á fíggjarlógini. Avlopspen-
ingurin verður settur inn í
tjóðarbankan.
í verri økonomiskum
tíðum við arbeiðsloysi vil
stjórnin ofta hava undir-
skot á figgjarlógini, tað vil
siga almenna nýtslan er
størri enn skattauppkrevj-
ingarnar. Hetta verður
gjørt fyri at minka um
arbeiðsloysi og skapa
størri aktivitet. Almenna
meirnýtslan verður lánt úr
tjóðarbankanum.
Onnur tiltøk ið nýtast
kunnu er skattalóggávan,
hvar t.d. avskrivingar-
møguleikarnir alt eftir um-
støðunum verða gjørdir
rúmligari ella trengri.
Tjóðbankin kann eisini
ávirka búskapin við at
hækka ella lækka rentuna.
Jú hægri rentan er, tess
færri verða iløgurnar og
minni privatnýtslan.
Valutapolitikkurin hev-
ur eisini ávirkan á búskap-
in. Við t.d. at devaluera
gjaldoyra fæst meira fyri
ta eksporteraðu vøruna
roknað i landsins egna
gjaldoyra, hetta kann
skumpa undir vinnulivs-
aktivitetin, men ofta bert
fyri eina stytri tíð, tí sam-
stundis verða innfluttu
vørurnar dýrari.
Hetta vóru bert nøkur
ítriv. Fyri Føroyar sum '•
ikki sjálvstøðugt land, eru
ikki øll búskaparligu am-
boðini til taks, men vit
hava tó møguleikarnar við
eini skilagóðari fíggjarlig-
ari stýring yvir fíggjar-
lógina og annars við skap-
an av fyritreytum fyri
vinnulívsútbyggjan at
gera nógv fyri at berjast
móti fíggjarligum krepp-
um.
Jógvan Sundstein
50% dýrari
Livikostnaðurin í ísrael
hækkaði við 50% í fjør.
Hóast lønarhækkingar-
nar eisini vóru stórar,
lækkaði livifóturin við
5%. Ein av grundunum
til tann stóra vøksturin
i príshækkingunum var
at ísrael devalueraði
pundið nógv.
Bókhaldsskriv-
stovan
Bókhaldsskrivstovan
hevur tlf. 1 48 87.
Hákun Joensen
Dalagøta 7
Tórshavn
Kreppa
Mong eru stúrin, tí at tey
nýggju slfipini, vit hava
bygt og byggja, skulu
roynast í einari tíð, tá
veiðumøguleikarnir verða
avmarkaðir, skrivar Norð-
lýsið:
Fryktandi er fyri, at
tann fíggjarkreppa, sum
hevur rakt mong av lond-
unum uttanum okkum við
hækkandi prísum og ar-
beiðsloysi í hølunum, eisini
fer at raka okkum. Tað er
ti sanniliga umráðandi, at
komandi landsstýri verður
at kenna ta serligu stóru
SJÓNARMIÐ
ábyrgd, ið á tí kann koma
at liggja. Tað er i ringum
tíðum, at vísast skal skil,
ansni og dugnaskapur.
í treysti til at komandi
stýri okkara kann føra
fólkið gjøgnum eina møgu-
liga krepputíð so lagaliga
sum gjørligt, og stýra
vinnulívinum soleiðis, at
bakkøstini verða sum
minst, fara vit inn í nýggja
árið.
Loysnin
Tað, sum umræður hjá eini
og hvørjari tjóð, er at
framleiða meira enn nýtt
verður, skrivar Sosialurin í
oddagrein um handilsvið-
urskifti:
Ein samskipaður inn-
flutningur kundi havt eft-
irlit við allari vørunýtslu
og øllum vøruinnflutningi.
Út frá hagtølum kundu vit
nágreiniliga gjørt upp,
hvussu stórt okkara árs-
forbrúk av teimum ymisku
vørusløgunum er. Ein
landshandil vildi veitt rím-
uliga trygd fyri, at øll
føroysk framleiðsla varð
seld fyrst, fram um ta út-
lendsku. Og síðani skuldi
landshandilin gjørt keyps-
sáttmálar við tey ymisku
framleiðslulondini um
stórinnkeyp av teimum
vørum, sum vit megu inn-
flyta. Slíkur politikkur i
handilsmálum vildi mink-
að munandi um innflutn-
ingin, bæði í nøgd og virði.
Heldur enn at setast
hendur í favn at stúra eiga
vit nú at leggja til brots
við skilagóðum loysnum,
ið kunnu avmarka krepp-
una. Loysnin er í størri
mun at skipa landshúsar-
haldið planøkonomiskt.
Alreyður
Atli Dam hevur havt tað
illavorðnu skuldseting
móti sambandsflokkinum,
at hann hevur viðgjørt
javnaðarflokkin óheiður-
liga og óreiðiliga, skrivar
Dimmalætting:
Sambandsflokkurin hev-
ur ikki, soleiðis sum tað
ymsastaðir er farið at ljóða
fremst av javnaðarávum,
sjálvboðin sníkt sær und-
an ábyrgd fyri framhaldi
av landsstýrissamarbeiði
orsakað av óttanum fyri
ringum tíðum i koming.
Men hann fekk frá Atla
Dam løgmanni slongt ein
alreyðan klut fyri nasarnar
sum treyt fyri framhald av
samgongu, og reyðar klút-
ar líkar ikki sambands-
monnum heldur enn
sponskum slaktingartarv-
um at leggja seg á knøini
fyri og kyssa.
Taktikkur
I longum lesarabrævi í
Dimmalætting skrivar
Atli Dam:
Ilvat landsstýrissam-
ráðingunum viðvíkur er
veruleikin tann, at sam-
bandsflokkurin als ongan
hug hevði at luttaka í
stýrinum komandi ár.
Hugsanin var hon, at
sjálvstýrisflokkarnir
skuldu sleppa at royna
seg, sum valúrslitini høvd-
u skapt møguleika fyri, og
at boð skuldi koma eftir
okkum um so var, at hesir
máttu gevast á hondum í
royndunum at mynda
landsstýri.
Hesum taktiska spæli
vildi javnaðarflokkurin
ikki luttaka í, tí vit meint-
u, at Føroya fólk var betur
fyri, um tann flokkurin,
sum hevði undirtøku frá
5.200 veljarum, var um-
boðaður í landsins stýri.
★